Tuesday, July 12, 2011

VENCIL 10 - brellbitar


Vencil 10. er komin og Oddfríður M.Rasmussen, blaðstjóri hevur játtað okkum nakrar brellbitar úr tíðarritinum, sum vit seta á bloggin í dag og í morgin.


Harkaliðið

Rikin út av einum lögnum longsli hópast
tey í skýmingini og valtra spjadd
um túnsteinar, sum silvurbrúnt slitnir
liggja í ivasama ljósinum, litaðir
av jarndusti frá skinnarum, ið langt síðani hava
mist kensluna av málvísi
og eru rustaðir upp í sementinum.

Ein mási stoytir sær niður yvir tey
við einum margháttligum bláfrystum krii.
Havnarsíðan er oyðin, pakkhúsini
full av fjarleika og eksotiskum dreymum.

Einastaðni bróta tey eina fyrineglda hurð
innar í eitt útbrent hús, ganga á eini
esjandi grund av regnskotnari sót
og standa í einum rúmi av bölandi nátt
borið av einum bjálkaverki, stokkið av eldi
eins og ein sinnissjúkur teknari hevði bygt
eitt hús av kolstongum til sínar kvörkveggjur.

Úr einum húsi av koli fara tey til eitt hús
av mjöli og dusti, eitt hús av gloymdari kvöldmáltíð
og av gloymskunnar kvöldmáltíð og nakrir
kornsekkir lagdir saman til eitt ból
siga frá náttarlegu hins einsamalla.

Við steinblökum sorla tey rútarnar
í teim oydnu húsunum fyri ikki at
hava teirra tómu staran eftir sær, tá tey
renna burtur í náttini við glassmildursins
ljóði av angist byrgdum í sær.

Willum Peder Trellund
Ragnar M. Egholm týddi


Her er ein brellbiti úr stuttsøguni “Novelle” eftir Goethe. Johann Wolfgang von Goethe (1749.1832) var týskur rithøvundur, vísindamaður og heimspekingur. Novelle var prentað í 1828. Goethe byrjaði at skriva søguna í 1797, men tá skrivaði hann hana sum rímfasta yrking undir heitinum Jagdgedicht. Goethe vísti Fiedrich Schiller og Wilhelm von Humboldt yrkingina, men teimum dámdu hana lítið. Goethe tók yrkingina fram aftur 30 ár seinni, og umskrivaði hann hana til Novelle. Hon fekk heitið Novelle, tí at hetta var ein roynd hjá Goethe at skriva ein tekst, ið hann sjálvur kallaði fyri eina frásøgn um eina einastandandi hending.

Novelle

Tíðliga á morgni huldi tættur heystmjørki stóra, fúrstaliga slotsgarðin, tá ið ein longu gjøgnum lættandi támið sá alt veiðifylgið á rossabaki og til gongu ganga aftur og fram. Ein varnaðist skundin á teimum, sum stóðu næst: ístígarareimar vórðu longdar og styttar, byrsur og patróntaskur blivu handaðar, veiðiskjátturnar vórðu hampaðar, meðan ótolnu hundarnir hóttu við at taka hann, sum helt teimum í bandi, av fótum. Og ymsastaðni spældi og rokaðist eitt ross, eggjað av innistongdum leikhugi ella av spor- unum hjá reiðmanninum, sum sjálvt í lýsingini ikki fekk dult ávísa sjálvgleði við at vísa seg. Men øll bíðaðu eftir fúrstanum, sum drálaði alt ov leingi at siga ungu konu síni farvæl.

Sjálvt um tey høvdu bara verið gift í stutta tíð, upplivdu tey longu eydn- una við at vera samsint; bæði høvdu lívligt sinni, annað tók fegið lut í áhuga og strevan hjá hinum. Pápi fúrstans hevði longu upplivað og notið løtuna, tá ið tað gjørdist greitt, at allir statslimir allar dagar eru í sama strevi, sama hvørjum virki ella vási, hvør á sín hátt fyrst virka og síðan njóta.

Hvussu væl hetta hevði eydnast, sást týðiliga henda dagin, tá ið júst høvuðsmarknaðurin var savnaður, sum væl var eina messu verdugur. Í gjár tók fúrstin konuna við sær á rossabaki gjøgnum hurlivasan av varum og læt hana kenna, hvussu fjallalendi og flatlendi beint her broyttist til ein gagn- ligan býtishandil; hann dugdi á staðnum at vísa henni besta framtakssemi hjá sínum landslutum.

Meðan fúrstin hesa tíðina næstan bara fekst við hesar umstøðurnar saman við sínum, og serliga neyvt arbeiddi saman við fíggjarmálaráðharr- anum, varðveitti løgregluovastin rætt sín, eftir hvørs hugsan tað var ógjør- ligt at standa ímóti freistingini, at fara hesa útskotnu veiðiferð henda góða heystdag og búgva seg og teimum nógvu fremmandu til, sum komin vóru, at lata eina einastandandi og serliga veitslu.

Fúrstinnuni dámdi lítið at vera eftir; teir høvdu sett sær fyri at ota seg langt niðan í fjøllini at órógva teir friðarligu íbúgvarnar í skógunum har við einari óvæntaðari herferð.

Við skilnaðin gloymdi maðurin ikki at skjóta upp, at hon skuldi fara ein ríðitúr saman við Friedrich, skyldmanni fúrstans. „Og eg gevi tær eisini,“ segði hann,“ okkara Honorio sum fjós- og hovjunkara, sum fer at syrgja fyri øllum.“ Og eftir hesi orð gav hann einum vælbygdum, ungum manni neyðugu boðini og hvarv síðan við gestum og fylgi.

Johann Wolfgang Von Goethe

Símun av Skarði týddi


(KP)