Tuesday, July 26, 2011

Listin á ólavsøku


Ólavøkuskráin er long á tremur við tiltøkum: ”Her er bæði verðsligt og andaligt í at velja, tiltøk til gamans og álvara, uttandura eins væl og innandura”, sum Heðin Mortensen, borgarstjóri, tekur til í formælinum til skránna. Vit hava pilkað tiltøkini, sum hava við myndlist at gera, burturúr og her er nóg mikið til ein góðan listatúr.




Listahøllin:  Anker Mortensen serframsýning í Listahøllini á Rundingi á skipasmiðjuni í Havn kl. 15-18. Kinna Poulsen um framsýningini: ”Ein vøkur, poetisk og meditativ framsýning við 79 elasmáum og stórum verkum, ið øll krevja av áskoðaranum, at hann tekur sær tíð til at hyggja. Hetta er slow art við verkum, sum bert spakuliga og seint lata seg upp fyri áskoðaranum. Letur tú hana, gerst framsýningin av sonnum ein rík uppliving.”



Steinprent: Marius Olsen framsýning í Steinprenti. Opið 9-20. “Nøkur listafólk eru, og tey eru fá, ið ongantíð gera vánaligar myndir. Nøkur ávís listafólk raka altíð seymin á høvdið og tey fáa teg at grunda um tað fyribrigdið, ið verður kallað listarliga flogvitið. Slíkt listafólk er Marius Olsen. Eg hava ongantíð enn sæð eina vánaliga og heldur onga keðiliga mynd frá hansara hond.” (IS)


Listasavn Føroya: Ólavsøkuframsýningin 2011: Aftur í ár skipar Listafelagið fyri Ólavsøkuframsýning í Listasavninum. Nevndin hevur heitt á Anniku á Lofti og Jóhan Martin Christiansen um at velja burtur úr innkomnu verkini. Opið 14-20.



Norðurlandahúsið: Summarframsýningin í Norðurlandahúsinum er opin kl. 14-20.30. ” Undir heitinum Kosmisk Sömngångare er framsýningin karmur um eitt rúm, sum hevur víðan íblástur frá millum øðrum einum klostri í Italia, yrkjarum, heimsspekingum og einum stríðsflogfari frá seinna heimsbardaga. Hetta rúmið setir spurnartekin við lívið og listina. Sambond verða knýtt, og onnur verða slitin. Í rúminum er tíðin relativ. Har er nærvera og frávera, romantikkur og speisemi, tað hugtunga og tað uggandi, tað objektiva og subjektiva, tað absurda og groteska og tað bleyta og vakra. Í rúminum hvørva mótsetningarnir og fáa nýtt lív.” (IS)


Posthúskjallarin: Ólavsøkuframsýning 2011 í Posthúskjallarinum: Listaframsýning - Ingi Sørensen & Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir kl. 15-19.



Galerie Focus: Amariel Norðoy í Galerie Focus. Ólavsøkuaftan og ólavssøkudag er ein framsýning við málningum, akvarellum og steinprentum (litografium) hjá Amariel Norðoy í Galerie Focus. Galerie Focus er flutt frá Gríms Kambans Gøtu 20 til Lambagerði 1 í Havn. Framsýningin er opin ólavsøkuaftan kl. 15 - 18 og ólavsøkudag kl. 16 - 18.


Listagluggin: Framsýning við verkum eftir Ingálv av Reyni, Steffan Danielsen, Sigrun Gunnarsdóttir, Zacharias Heinesen, Eyðun av Reyni, Torbjørn Olsen o.fl. í Listaglugganum, Dr. Jakobsens gøtu 15. kl. 16-20


Smiðjan í Lítluvík: Málningaframsýningin »Hugbirtingar«: Kári Svensson hevur málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Kl. 16-20