Saturday, July 9, 2011

Marius Olsen - fernisering, røða og myndir

Í gjár læt upp framsýning hjá Mariusi Olsen í Steinprenti. Har kom nógv fólk inn á gólvið, so tað gjørdist ein væl eydnað og hugnalig fernisering. Eg helt eina stutta røðu og tók onkra mynd...

Røða á framsýning hjá Mariusi Olsen 8.juli 2011

Í Føroyum eiga vit einki kunstakademi og í mong ár hevur tað verið eitt sindur tunnligt við listarliga serkunnleikanum, tá talan er um ta týdningarmikla kervið rundan um listina, t.e. tey, ið stuðla, stýra, avgera og formidla listina. Í hesum sambandi er tað av sera stórum týdningi, at landsins hægsta starv, tá tað um listina ræður, nú verður røkt av einum serkønum persóni, ið er fakliga væl fyri, tí hetta fer at hava nógv positiv hjáárin. Góð list elvir til góða og betri list og tí er góðskan ikki uttan týdning.

Eiga vit einki kunstakademi í Føroyum, so eiga vit ein grafiskan verkstað, Steinprent, sum við framsýningum á høgum støðu er við til at tryggja okkum dygdarlist, umframt eitt sera fjølbroytt listaumhvørvi, har føroysk og onnur norðurlendsk listafólk fáa íblástur frá hvørjum øðrum við góðari, professionellari hjálp frá Jan og Fríðu. Sjálvt um eg óendaliga væl skilji, um fólk troyttast av mær og mínum æviga jabbi um ta góðu listina, so er tað altso ikki av tilvild, at dygdarlistin er høvuðsevni í míni upplatingarrøðu til júst hesa framsýningina. Hyggið rundan um tykkum og síggið dygdarlist í fullum blóma. Eiga vit ikki nakað kunstakademi í Føroyum, so eiga vit nøkur heilt framúrskarandi listafólk og Marius er ein teirra. Hevur hann nakrantíð gjørt eina vánaliga mynd, so man hann hava goymt hana rættiliga væl. Eg havi so ikki sæð hana. Nógv av listafólkunum, sum arbeiða her í Steinprenti eru málarar, konseptlistafólk osfr. Marius er ein sannur grafikaragrafikari. Hann hugsar grafiskt og hann bjóðar støðugt tøkninum av við nýggjum royndum.

Kenda myndin ”Flaggstong”, sum Marius Olsen skapaði í 1994 og sum fyri langari tíð síðani hevur innskrivað seg sum klassikari í føroysku listasøgu, hevur nú fingið ein eftirfylgjara, sum á sama fínliga og skemtiliga hátt leggur upp til, at áskoðarin sjálvur verður aktiveraður. Í nýggju myndini síggja vit sama landslagsmyndevni, sum Marius hevur brúkt áður í alskyns litríkum versiónum og í summum teirra sæst hetta stiliseraða frumlandslagið prýtt av einum ælaboga. Í nýggja høvuðsverkinum er ælabogin litleysur, men niðri undir landslagnum eru litirnir gult, reytt, blátt og svart listaðir upp eins og á einum litkorti og her býðst høvi hjá áskoðaranum í huganum at fylla tómu teigarnar í ælaboganum við liti. Nýggja myndin er gjørd í Steinprenti nú í vár/summar. Við einum sonnum ríkidømi av grátónum er myndin fyrst og fremst ómetaliga vøkur, men harumframt er hon merkt av tí nevnda, argandi spælinum við áskoðaran, sum leggur eitt greinandi metalag aftrat upplivingini við at minna okkum á, at øll fatan ella reseptión er eitt slag av konstruktión. Eitt sindur av skemti og spei hómast eisini í lyndinum til at seta eitt óvæntað fremmandevni inn í myndina, t.d. tá ein grindil ella ein farvukota sveimar í forgrundini á eini landslagslýsing.

Picasso segði um Manet, at hansara myndir prógva, at málarí í roynd og veru er eitt intellektuelt fyribrigdi. Hetta sama kunnu vit siga um grafikkin hjá Mariusi og tá tankin er sjáldsama væl paraður við framúr handalag, gerst tað ikki nógv betri enn hetta. Takk fyri, Marius og hjartaliga til lukku við framsýningini.

Kinna Poulsen





























(KP)