Wednesday, July 13, 2011

Summarferiubøkur


Nú havi eg endiliga fingið tíð, so nú summarferieri eg við at lesa bøkur og av tí at tað er summarferia, so lesi eg fleiri bøkur í senn, meðan eg eti og facebooki og hyggi eftir sjónvarpi og drekki kaffi. Tað er kanska ikki eins effektivt og tað er undirhaldandi. Her liggur Ó, sum eg eri við at lesa umaftur, men eg steðgi upp í heilum orsakað av reglum, sum sita so væl, at eg má lesa tær umaftur fyri av sonnum at njóta tær. Tann blóðreyða Vencil 10. eri eg so smátt byrjað uppá. Fín viðkomandi lýsing, sum Ragnar M.Egholm hevur av danska yrkjaranum, Willum Peder Trellund í tíðarritinum. Katalogið til Summarframsýningina Kosmisk Sømngångare er eisini í bunkanum við áhugaverdum samrøðum við listamenninar báðar, ið sýna fram.


Á Summarframsýningini hongur eitt steinprent av Mr Walker í Føroyum, sum er hugtakandi stuttlig og øðrvísi mynd av einum kendum teknirøðfiguri, sum skoðar yvir á eitt føroyskt landslag. Listamaðurin Jan Håfström, sum hevur gjørt myndina, greiddi mær frá, at føroyska útsýnið hjá Walker er inspirerað av onkrari mynd hjá Edward Fuglø. Og bókina um Edward Fuglø, sum kom út í sambandi við serframsýning í Listasavninum og sum Eva Furseth skrivaði, havi eg eisini lisið partar av í morgun. Áhugavert at lesa um Ferðafólkaeygað, har Eva Furseth tekur saman um folklorismu "Tá ið fólk gera ov nógv av fyri at liva upp til sagnir um, hvussu eitt nú føroyingar eru, luktar tað beinanvegin av turismu og stereotypi..". Eg eri sjálv rættiliga ovurviðkvom hesum viðvíkjandi, fann eg út av, tá tey fóru undir at dansa føroyskan dans sum partur av performance, tá Summarframsýningin læt upp.

Annars er tað áhugavert hvussu ymiskt eygað sær. T.d. tá tað kemur til málningin The Promised Land, sum Edward Fuglø sýndi fram á Ólavsøku í 2009 og sum eg haldi vera væl eydnaðan. Hetta er ein málningur, ið heldur tað, hann lovar við samsvari millum tann hála popputa málistílin og innihaldið, sum eg altso haldi vera púra ivaleyst dømi um eiturhvassa ironi, ið er vend móti okkum sjálvum og okkara sjálvgóða, homofoba og klaustrofobiska landi. Tá eg ummældi Ólavsøkuframsýningina í 2009 skrivaði eg m.a. "Á myndini síggja vit eitt stiliserað, horisontalt landslag við eini ørgrynnu av gulum skeltum við staðarnøvnum úr Ísrael, sum samstundis eru nøvn hjá ymiskum føroyskum samkomum. Boðskapurin er kanska ikki tann djúpasti, men tónin er klæðiliga speiskur..". Í grundini er boðskapurin helst so mikið djúpur sum hann kann vera í eini lættari, stuttligari og ómetaliga speiskari mynd.


Eva Furseth byrjar við at lýsa myndina "Vit hyggja niður yvir ein vakran føroyskan dal. Vegirnir, ið fara fram og aftur í bugum yvir lendið, leiða okkum til eitt bíbilskt stað fyri og annað eftir. Hetta eru skelti, vit í veruleikanum finna í øllum bygdum í Føroyum... Ljósið bylgir seg surrealistiskt upp sum ein vifta, og tað er vanligt fyri bíbilskar myndir. Himmalsku strálurnar endurtaka seg í prýðiliga sveiggjandi svingunum í landslagnum. Landslagið er so reint og skínandi - sum eitt fata morgana - ein ímynd, har Føroyar verða umskapaðar til tað lovaða landið, sum eisini er heitið á verkinum. Hugtakið sipar til sáttmálan millum Gud og Ábraham um tað lovaða landið - Kánaan, sum Móses seinni leiddi jødarnar til... Skeltið við kilometurávísingum sipar til kenda skriftstaðið í Evangeliinum eftir Jóhannes, kapitul 3 og ørindi 16: "Tí at so elskaði Guð heimin...".

Higartil eru vit rættiliga samdar, men vit eru ósamdar, tá tað kemur til tulkingina. Hennara er í so hampilig og harvið eisini tannleys, haldi eg. Sambært hennara tulking er talan  heldur um milt skemt enn um ónda ironi. Eftir at hava lýst ta sterku trúnna í Føroyum og kristna siðvenju tekur hon samanum: "Samstundis er lætt at síggja tað milda skemtið í listaligu eygleiðingini av skeltismeldursørskapinum. Tvíleikin í verkinum er ikki til at ivast í - føra vegirnir veruliga hagar, skiltini lova? Samsvara skeltini við lendið - ella eru tey heldur villeiðandi enn vegleiðandi?". Jú, sanniliga er tað ymiskt sum eygað sær. Men væl dámar mær at lesa hvat onnur eygu enn míni egnu síggja og eg gleði meg at summarferiulesa víðari...






(KP)