Bókmentatíðarritið Vencil 10. er komið og í hesum sambandi hava vit brellbitar á listablogginum. Guðrið Helmsdal Nielsen hevur fýra yrkingar við í nýggja Vencil. Her er ein smakkiroynd.
Skýmingsfuglur
Lýsandi bandið
av bilum
streymar
eftir vegnum
Skýmingsfuglur
á lágum flogi
dregur
skýmingstjaldið fyri
Debutanturin á í tíggjunda Vencli er Tina K. Jakobsen við yrkingini “Sjúkt sinni søkir sálarfrið”.
Sjúkt sinni søkir sálarfrið
Drepandi tøgnin
við svartari tungu
gálvar inneftir
hjartaleyst miskunnsemi
og ongin allastaðni
gongin teskar
tú lurtar og flennir
hvør rennur gangandi
gálvandi, tivandi
sparkar gongina
hon segði tað hart!
(KP)