Marius Olsen
Eftir Kjartan Hansen
Vindurin blæsir milt gjøgnum langa ljósa hári á einum vilstum barni. Tað stendur á Áarvegnum. Sum avtalað. Undir eygsjón av einum grønum steinhøvdi. Fyrriklæði hjá barninum, sum er ein genta, er ikki longur einlitt og situr skeivt um miðuna. Sveitti og skriði hava meiggja tvey tey fyrstu siffrini á telfonnummarinum á undirarminum út, og hennara smáu fingrar eru candyflossutir allir sum teir eru. Gráturin megnar enn at halda sær aftur, men ikki tárini. Vát eygu spela runt á vaglinum og leita eftir onkrum at lofta grátinum, sum nú er so nær. Grøna høvdi á steinpelanum minnir ikki um nakran, sum kann hjálpa. Tað bara starir sum um einki er á vási. Men alt er á vási! Hennara heimur er tómur beint nú og øll menniskju eru horvin. Gentan sæst frá borgmeistarakontórinum – um nakar hevði verið til arbeiðis.
Hon sæst frá takinum á Hotel Hafnia – har eingin stendur.
Hon sæst frá terassuni á Klubbanum – um Klubbin hevði verið opin.
Hon sæst ikki frá pylsuvogninum á kaiini. Har hon eftir røttum burdi verið beint nú.
Á parkeringsplássinum frammanfyri pylsuvognin liggur ein grátandi lítlasystir í einum barnavogni. Har er eitt navn sum verður rópt. Og í hondini á einum pápa verður ringt við eini fartelefon. Henda friðleysa koreografiðin kann eygleiðast úr erva frá Skansanum av. Hon sæst eisini frá Farstøðini har ein full flogruta ger seg tilreiðar at fara. Høvdu passaserarnir hugt hinvegin høvdu teir sæð ein pápa við barnavogni, sum ikki tykist at vita síni livandi ráð.
Bussurin fer at vera á flogvøllinum ein tíma árenn fráferð og sprelsku físini frá hurðunum er síðsta kunngerðin um at hesin bussførarin er ein av teimun, ið raðfestir tíðarætlanina. Bussurin blinkar seg avstað, koyrir út úr eini rundkoyring og framvið pápanum við teimun tambaðu eygunum og hvørs munnur ger stórar rørslur. Inni í bussinum hoyrist einki uttan ein hátalararødd blandað við dovna brumminum frá einum troyttum dieseltjóvi. Røddin ynskir vinarliga eina góða fer á tveimun ymiskum málum meðan útstoytgassi hersetir smáu lunguni í barnavogninum. Battaríi á fartelefonini er nú deytt.
Teir seinastu 11 tímarnar hevur ein mamma búð á einum hotellkamari í Bergen, eftirsum árligi veðurlagssvullurin, hovin hevur breitt seg yvir flogvøllinum í Sørvági. Tað besta av náttini hevur hon ligið í andvekri, men seinasta hálva tíman, meðan flogmarran herdi á, eru tvær ósvaraðar uppringingar komnar á hennara ljóðleysu fartelefon.
Hvat vil hann?
Einki samband við fartelefonina í løtuni...
Mamman liggur nakin undir dýnuni og hvíta standardhándklæðið liggur enn fuktut á gólvinum. Í hennara høvdi eru minnini frá seinasta døgninum vavd saman, sum um heilin við vilja roynir at gera gjøldur burturúr henni.
Tríggjar ferðir royndi flogskiparin at lenda í gjár.
Tvær ferðir.
Tíbetur komu ginn og tonic til bjargingar, tá ið alt annað í kroppinum gavst við at hopa.
Tann sami flogskiparin helt hurðini, tá ið tey komu á hotelli í Bergen.
Øll flogmanningin búi á sama hotelli sum ferðafólki.
Hann helt enntá lyftini so hon slapp frá at bíða eftir tí næstu. Tey búðu á somu hædd. Hann smíltist og tey høvdu stundir at presentera seg meðan stálveirarnir lyftu tey fimm hæddir upp. Røddin ljóðaði ikki so fjollut røsk og tvungin jalig sum í hátalarunum umborð á flogfarinumm. Hann var penur.
Dirvi lýsti úr hansara eygum. Eitt dirvi, sum ikki hevur minnir og sum ikki setir spor eftir seg.
Hann hevði kamar á somu gongd, beint yvirav henni.
Tey tóku lyklarnar fram ísenn. Hann misti sínar á gólv.
Hon hugdi. Hann hugdi upp.
Eitt stutt sekund sá mamman flogskiparan úr einum vinkli, sum tirraði eitt ynski í henni at hava hansara høvd borað millum síni lør og at krøkja síni bein um hansara nakna kropp, meðan hann slikkaði henni so at hon visti at hon fór at koma.
Ein kensla av hita kom í búkin og hon helt seg brádliga hava staðið og gløtt í eina evigheit.
Mamman vendi sær burtur og vildi smílast.
Hann reisti seg uttan orð. Fór inn á sítt kamar, men lat ikki hurðina heilt aftur.
Mamman læsti sína hurð upp, fór inn og kom til at smekka hurðina aftur eftir sær. Hann helt meg sikkurt vera undarliga. Fokk tað! Hann hevur nokk longu tendrað sjónvarpi og slettis ikki lagt merki til at eg hugdi uppà hann .
Komin innum lat hon seg úr klæðunum og fór í brúsu. Ein reyður prikkur og ein bláur prikkur. Hvør hevur avgjørt at tað skal vera akkurát hasir litirnir?
Við hondunum á báðum brúsuknøttunum kom hon í tankar um at flogskiparin faktiskt hevði latið hurðina staðið opna. Kanska honum væntar vitjan? helt hon á meðan hon skrúvaði. Í so fall var tað gott at eg ikki fann uppá nakað býtt...LORTABRÚSA! 38 gradir meg eitt vist stað, glapp tað ágangandi úr henni.
Hon vendi brúsuhøvdinum móti vegginum. Kanska hann hugsar um meg allíkavæl. Kanska leggur hann fjarstýringina frá sær beint nú meðan eg standi her og finglist við brúsuna. Kanska koyrir hann hondina niður í buksurnar og masserar murtinum meðan hann hugsar um meg. Fær spakuliga stívan. Kanska eri eg nakin tá hann blundar. Um tað er ein kvinna hann sær, tá ið hann blundar, er hon óivað nakin...HEITASTA! Nú koyri eg also for frá, kom hon til at siga rættiliga hart og dróg knøttin næstan heilt yvirímóti tí reyða prikkinum, so at dampurin fylti vesi.
Hon blundaði og andaði djúpt.
Innandingin bleiv til eitt geisp, og í tí at geispi bleiv til eitt mjúkt suff niður ímóti brúsugólvinum, hómaði hon flogskiparan á knæ frammanfyri sær. Í fullum uniformi.
Plaskvátan.
Djørvu eygum hugdu blítt uppá hana.
Kelandi tók hann um hennara vinstra fót og førdi hann upp á hándklæðisstongina.
Kasketturin skumpaðist av tá hann mussaði hennara lør heilt innivið.
Hon fann hansara myrku nakkahár.
Stýrdi honum.
Bæði gánaðu.
Nú kann tað gera tað sama hvat hann ger í hinum kamarinum, fór tað hugspjaðiligani ígjøgnum hana meðan flogskiparin í brúsuni kíndi henni við tunguni. Fyri hansara skyld hopi eg hann liggur á rygginum á songini og hevur biðið meg ríða sær.
Tung eymkandi ljóð var tað síðsta, sum kókandi vatnið, sum fossaði niður yvir hana, kappaðist við undir brúsuni í Bergen.
Tann lítla gentan á Vaglinum følir seg framvegis einsamalla. Hon er sokkin niður í eitt myrkt hol, har menniskju eru veggirnir. Tað gerst myrkari og myrkari og tað er trongt. Har uppi er sólin, men flennandi høvd og klemmandi yvirkroppar skyggja fyri henni og skumpa gentuna millum sín. Hon glíður á einari bróstnari ballón. Ein fótur traðkar hart, beint viðsíðurnar av hondini. Fanin! rópar ein manfólkarødd. Hon sær eina svarta siluett av einum høvdi ímóti sólini. Kroppurin bukkar seg niður ímóti henni og eitt host kemur úr svarta høvdinum. Hon hómar bara munnin og hoyrir hosti. Hon fekk ilt í knæið, men høvdi er vemmeiligt. Ein òkend hond kemur nærri og í tí at ein sólstrála spríkir fram, avdùkast ein gloria. Gentan vendir sær við og smoyggir sær út úr holinum. Beinini á Ólavsøkufólkunum eru sum jarnrimarnar í einum fongslivindeyga. Livandi jarnrimar, sum gleiva viðhvørt og bogna og trampa sum hestar. Nógv eru í líka skjùrti sum hon, men eingin líkist pàpanum ella barnavogninum hjá lítlusystrini.
Menniskjaveggirinir eru allastaðni og myrku holurnar eru óhugnaligar. Veggirnir flyta seg soleiðis at fongsulsholurnar fylgja við. Livandi brunnar. Hon sær abbatufflur. Hon fer úr einari fangaholu í eina aðra. Tær uppstanda sum við gandi. Tað er heitt. Myrkt. Hon hyggir upp úr djúpa brunninum og sær eitt træ heilt haruppi. Omanfyri øll høvdini. Tætt við skýggini kanska. Træið livir í vindinum og ger at menniskjaveggirnir síggja flòtandi út. Sólin glittrar í brunnvatninum og speglast uppá veggirnar, tá høvdini viðhvørt førka seg og taka skuggan við sær. Men henda fangaholan krympar eisini. Brúnnurin gerst brádliga djúpri og eingin kemur til hjàlpar.
Tíð og frástøða er ikki longur eitt konsept ì hennara huga og nú er tað ein gòð løta síðani V. U. Hammershaimb opinberaði seg fyri henni.
Í omanbrekkuni undir Bojsensgarði prikar tað í búkinum á einari lítlari gentu.
Hjá einum vaksnum manni eitur tað solar plexus har tað sama prikið ger um seg.
Pápin hyggir niður í barnavognin og sær sína grátandi, minstu dóttir, hvørs navn hann og konan ikki kunna einast um.
Navnið á hinari dóttrini rópar hann útyvir Kongabrúnna, meðan hann í villareiði skimast rundan um seg. Á fortovskantinum beint uttanfyri Café Natúr, beklar hann.
Følir onga pínu.
“Eg havi leita allastaðni”, hugsar hann.
Prikið í solar plexus gerst til sting.
Í nátt klikkaði hann seg, ljóðleyst, runt á pornosíðum. Hann hevði valt eitt filmklipp, við einari kvinnu, sum minti eitt sindur um konuna. Beint nú saknaði hann porno. Hann saknaði ólógligu hvíldina porno gav honum. Samstundis ynskti hann seg kunna bakka tíðina aftur. Aftur til í nátt. Tá var hann vísur í at báðar dóttrarnar svóvu trygt og fast í kamarinum.
Hevði hann kunna byrja henda dagin av nýggjum, hevði hann forða øllum hesum ruðuleikanum at henda.
Júst í somu løtu, sum hann ynskti at burturmista dóttirin framvegis svav í síni song, rann tað aftur framfyri hann hvat tað var, sum hevði arga hann í nátt. Hetta var aðruferð í dag hann kom ì tankar um hetta: Kvinnan í pornofilminum.
Hon hevði sæð út til at nýta oralsexið á ein tílíkan hátt, sum hann so ofta hevði ynskt at síggja konu sína gera. Meðan maðurin í filminum slikkaði kvinnuni, kíndi hann henni rundan um anus og smoygdi spakuliga ein vátan fingur inn í rumpuna.
Pápin við barnavogninum plagdi – bara tá hann fleygaði sær – sjálvur at stimulera seg analt, tá hann var við at koma.
Tað hevði hann ofta ætla sær at siga við konuna.
Sami pornofilmur bleiv beint nú endursendur inni í hansara høvdi. Hann sá seg sjálvan vera mannin í pornofilminum. Kvinnan lág á einari uppreiddari song. Hann reisti seg upp at standa og áðrenn kvinnan – sum nú var hansara hústrú – var komin niður á knæ, hevði hon longu hansara stíva murt í hondini.
Hon gjørdi han vátan.
Gapaði um hann.
Pápin við barnavogninum beklaði aftur. Hann mundi bannað hart.
Ikki av pínu hesaferð heldur, men hann megnaði at fáa tað at síggja út sum var tað pína.
Sirm. Tað sirmar um allan heimin, men tvey støð eru samanleinkjaði. Sirm knýtir tvey menniskju hvørt við annað. Ein ósjónligur nalvastrongur. Eitt samband, eins sjónligt sum heilsanin sólin hvørja nàtt sendir via mánan.
Eins ósjónligt sum tómrúmi millum títt anlit og títt spegl.
Lìka fràverandi, sum, margfaldi av andlitinum, spegli sendir tær aftur og líka nærverandi sum blóði í æðrunum.
Men umframt at, í dag, knýta støð, lond og hjørtu, hevur tað líkagildiga sirmi enn ein leiklut: sirmi fyllir ein lítlan brunn í Vágsbotni.
Annað minnið sum melir í høvdinum, meðan mamman framvegis liggur á hotellsongini í Bergen, er frá tí tíðini áðrenn hon var liðug at lesa, í Danmark.
Sjeikens – sum hon plagdi at kalla mannin tá – og hon, høvdu trupulleikar.
Ávísar ósemjur gjørdu at forholdið ikki vildi rigga. Ídag ljóðaðu hesi orð bert sum ein banalitetur, men á Ólavsøku fyri fjúrtan árum síðani hendi nakað, sum gjørdi at hon gavst at ivast í, um hon vildi hava børn og gifta seg.
Hon er einabarn sjálv, men foreldrini hava altíð følt tað sum teirra ábyrgd at vera striks við hana.
Sum væntað skeldaðu foreldrini hana fyrstuferð sjeikens var til døgverða. Og mitt undir tí skeldarínum, millum brúna sovs og endurtiknar moralprædikur, føldi hon seg blíva vaksna. Tann kenslan situr í henni enn - Ein kensla, sum minnir hana um kensluna frá sjokkinum frá hennara egna geyli, tá hon fekk kuldasjokk av norsku hotellbrúsuni í gjár.
Hesin sami døgverðin gjørdist karmur um sjálvt eyðablikkið tá hon valdi sítt lív framum foreldranna ímynd av hennara lívi.
Ólavsøkunað tað ári – 1997 – feiraðu hon og sjeikens við vinum og tey moggaðu full á einari sofu uppiá loftinum hjá einum av hansara gomlu klassakameratum.
Tað var tá tey gjørdu Josef.
Bæði Josef og sjeikens blivu tiknir inn í Filadelfia eftir øllum vanligum siðum og tey giftust so skjótt menstruationin vísti seg - av álvara - at vera steðgað.
Frá tá av kallaði hon sjeikens við sítt rætta navn.
Brùðargávan frá pápanum var ein hálsketu við einum prýði í, sum hon altíð bar um hálsin. Eitt prýði, sum kundi rúma tvær myndir. Onnur myndin hon setti í, var av Josefi, sum hevði fylt fjúrtan í dag, hevði hann liva. Hin var konfirmatiónsmyndin hjá manninum. Tey kendust ikki tá tann myndin varð tikin. Eingin uttan bara teybæði vistu tað vera eina konfirmationsmynd. Ein lítil hemmiligheit. Men fyri hana var tað fyri at vísa virðing fyri lívinum hjá manninum ‘áðrenn seg’. Sum ikki bar til at sletta, og sum hóast alt hevði gjørt hann til tann mannin hon elskaði hægst av øllum (um hon ikki hevði talt Gud sum ein mann).
Hálsprýði, sum vanligani hvíldi á bringuni, tók hon av fyri fyrstu ferð, í fjúrtan ár, fyri fýra døgum síðani – 25. juli 2011. Sama morgun, sum hon fór niður at vitja pápan á Ríkissjúkrahúsinum. Prýðið lág eftir á vesinum og fjálturstungin hevði hon ringt heim úr Vágunum. Elsta dóttirin svaraði telefonini (onkursvegna fyristillaði hon sær tað skuldi vera Josef). Síðan fekk maðurin fatur í horninum. Hann sissaði hana, skynsamur, soleiðis sum hann blívir tá børnini møða hann.
Lovað at einki fer at henda og at flogtúrurin fer at ganga sum hann skal.
Einki fer at henda, góða.
Eg lovi tað! Ikki bara siga tað.
Eg lovi tað, góða.
Eg hugsaði akkurát um Josef.
...
Ert tú har? Vit sakna teg eisini.
Gita hvør longu gongur og melir við hálsketuni hjá tær?
Heh..
Alt fer at ganga akkurát sum tað skal.
Eg lovi tað.
Skunda tær bara heimaftur, ha?!
Ja.
Eg má líka fara. Skriva tá tú lendir.
Ja. Bei. Eg elski teg.
Júst hesi uggandi orðini eru triðað minni, sum melur í hennara høvdi har hon liggur undir dýnuni. Orðini vildu ikki hvørva. Tey høvdu verið kjarnin í andvekrinum í nátt.
Fyrst høvdu hesi orð mist sín uggandi lit við at rungað inni í skøltinum. Síðani ekkoðaða tey eisini uppiundir hotellkamarsloftinum. Harðari. Tey sveimaðu runt í myrkrinum og fyltu náttini sum eitt sjálvboði mantra, vent á ranguna. Tey forkroppsligaðu seg í einum ósjónligum skapi og fylgdu enntá við inn í ta langdrignu flogmarruna, fyri einans at, har inni, økjast enn meir í styrki. Harinni tóktust tey hvína. Og at enda gjørdu tey seg hektiskt um til brettini í eini ótryggari heingibrúgv og vístu hana á einastu leiðina yvirumaftur til songina í Bergen.
“Eg lovi tað, góða” “Eg lovi tað, góða” . .. .... .. . . . ... .. . “Eg lovi tað, góða”
Í Vágsbotni.
Òlavsøka 2011.
Tætt við eina tjóðarhetju, sum súbolskt skimast eftir lívinum og framtíðini úr sínum stoypta fongsli.
Ein mannamúgva er samlað. Mannamúgvan veksur við rúkandi ferð. Onkur stendur enntá upp um miðuna útií, meðan onnur loysa innasta bátin og skumpa hann útfrá. Løgreglubilar blinka ídnir og løgreglufólk roynir at førka troðkandi fólk burtur frá kaikantinum so pláss er at fáa lítla lívleysa kroppin upp á turt. Ein eldri turistur, sum sá alla hendingina frá Norðlýsinum, hevur fingið ein stól frá útiserveringini og situr og heldur um búkin. Hann fær ikki hjálp beint nú. Løgreglan biður forvitin fólk umgangandi at flyta seg, so at sjúkrabilurin kann sleppa framat. Tá portørarnir lyfta tí tildekkaðu børuna dettur ein hálsketa ómerkt á sjógv og hvørvir niður í grumsuta vatni.
Pápin við barnavogninum stunar, sum best ber til, forbí Hotel Hafnia við einari forferdiligari kenslu í búkinum. Øll hava hoyrt sirenurnar skríggja í sólini. Hann sær V. U. Hammershaimb, men kann ikki fáa eyga á nakra Evu. Hon skal standa har onkustaðni!
Í Bergen ger eitt flogfar seg tilreiðar at fara uppfrá og ein jalig rødd biður enn einaferð vælkomin. Summi flenna. Hesaferð ljóðar røddin meir fremmand enn í gjár. Meir fremmand enn í lyftini. Og øll lyftini hjá flogskiparanum um at lenda, hava nú einki at siga. Hon leggur hondina á bringuna har eitt hálsprýði eigur at hanga. Hon lippar. Henni leingist eftir sínum børnum. Gentunum og manninum og serliga Josef. Men tann, hon saknar allar mest beint nú er sín gamla, býtta pápa. Hann hevur ikki leingi eftir í at liva.
Onkustaðni langt innií henni er ein genta sum saknar pápa sín og sum als ikki følir seg duga at liva sítt lív soleiðis sum man skal.
“Summi blíva bara kanska ongantíð vaksin”, teskar hon við fartelefonini í hondini. Ein flogterna minnir hana á at sløkkja fartelefonina og í tí hon ger tað, hoyrist í einum øðrum telefonhorni:
“Einki samband við fartelefonina í løtuni...”