Thursday, July 11, 2013

Útgávukonsert í kvøld

 
 
Knút Háberg Eysturstein, ið síðani seinastu útgávuna kallar seg Knút, gevur í juli mánaði sína triðju plátu út á plátufelagnum Tutl. Plátan hevur fingið heitið On High, og stakløgini ‘The Road’ og ‘Growing Old’ hava í seinastuni gjørt um seg á netinum og í útvarpinum.
Sangskrivingin á nýggju plátuni er grunda á kassagittar og klaverleik, og enn sum áður heintar Knút margbroyttan íblástur úr ymsum tónleikastílum og sjangrum. Komandi útgávan inniheldur níggju egnar sangir, við vetum av 70’ara americana og gospel. Harumframt er eittans tøkulag við, nevniliga hitt instrumentala endalagið ‘I Long To See The City’, ið er tulking av sálminum ‘Mær Leingist At Síggja Staðin’, ið abbi Knút, Knút E. Háberg, skrivaði lag til.
 
On High er framleidd av Jens L. Thomsen (Orka, Eivør o.m.a.), og meginparturin av  upptøkunum fór fram í stovuni í gomlu húsunum hjá Knúti og systrini Sunnevu á Torfinsgøtu í Havn. Húsini, ið omman, abbin og mamman plagdu at búleikast í, har Knút hevur skrivað fleiri av sangunum hjá sær.
 
Seinasta útgávan hjá Knúti var hin myrka og bølandi The Desert Holds A Flower (Tutl, 2009), og til samanberingar er nýggja útgávan ljósari og meira útvend. Knút tilskrivar orsøkina handan ljódligu huglagsbroytingina til karmarnar kring upptøkurnar, nevnliga húsini á Torfinsgøtu: “Hesi gomlu húsini vóru einaferð heimið hjá okkara kæru, og sangir vóru skrivaðir tá tey fóru higani. Hesuferð hevði eg tó ikki hug til at sangirnir skuldu ljóða ov myrkir og innanhoknir, og ynskti ístaðin at nýggja plátan skuldi snúgva seg um lív og ljós”.
On High verður útgivin sum kombinera LP + fløga, tvs. tú keypir bæði vinylplátu, fløgu og download v. bonusløgum í einum. Fløgan verður í einum húsa fyri seg í LP húsanum. Knút sigur at hann hevur valt hesa tilgongd í ásannan av at fysiski tónleikamarknaðurin er fyri støðugum avbjóðingum frá streaming, download o.ø. netmøguleikum, og tí hann hevur hug til at royna nýggjar útgávuleiðir.
 
Útgávukonsert verður fyri nýggju plátuni í Perluni í Havn hóskvøldið 11. Juli kl 20. Við á konsertini verður manningin frá plátuni, ið m.a. fevnir um songkvinnurnar Dorthea Højgaard Dam, Jensia Højgaard Dam og Óluva Dam, ið syngja kór á plátuni. Tær tríggjar syngja eisini saman í trioini The Pushing Up Daisies, ið eisini verður at hoyra á konsertini.
Knút tók síni fyrstu seriøsu fet innan tónleikin sum partur av virkna umhvørvinum kring tónleikasamtakið Grót, og hevur gjøgnum árini spælt tangentar í Gestir, Marius, Petur Pólson, Høgni Lisberg, Høgni Reistrup, Allan Tausen Project o.a. Samstundis hevur hann hesi árini verið virkin í egnari solo verkætlan, og nú er altso triðja Knút útgávan á gáttini.
“Fyri meg hevur tónleikur altíð snúð seg um transendens og at yvirliva”, sigur Knút. “Ikki at skilja sum ein mat og drekka yvirliving, men meira ein yvirliving fyri sálina. Tað hevur altíð verið mín vegur út”.
 
LEINKJUR
‘The Road’ lyric video: http://www.youtube.com/watch?v=i3aW8aj5gTs
‘Growing Old’ lyric video: http://www.youtube.com/watch?v=FJgVtSxpG8U
Útgávurnar hjá Knúti sum streaming og download: http://knutmusic.bandcamp.com
DISKOGRAFI:
Havsglóð (CD, Tutl 2004)
The Desert Holds A Flower (CD & LP, Tutl 2009)
The Road (talgild stakpláta, 2012)
Growing Old (talgilt staklag, 2013)