Friday, July 26, 2013

Tíðindaskriv: KEISARANS NÝGGJU KLÆÐIR

Barnasjónleikur á Ólavssøku.



Kenda ævintýrið hjá H.C.Andersen “Keisarans nýggju klæðir” verður nú sett upp sum sjónleikur á Tjóðpallinum.

Sum tey flestu vita, so snýr søgan seg um ein forfongiligan keisara, ið bara hugsar um klæðir  og útsjónd. Hann gloymir púrasta at stýra landinum, og brúkar allar skattapengarnar upp á seg sjálvan. Ein dagin koma tveir skræddarar, ið siga seg duga at gera tey fínastu klæðini í heiminum: Tey eru ósjónlig hjá ódugnaligum ella býttum fólki. Og hesi klæðini vil keisarin sjálvandi hava.

At lumpa seg sjálvan av berari forfongiligheit og ræðslu fyri sínum egna umdømi er eitt evni sum ongantíð er vorðið óaktuelt síðan H.C. Andersen skrivaði søguna fyri skjótt tveyhundrað árum síðan.

Tað eru Katarina Nolsøe og Hans Tórgarð sum hava gjørt søguna til leik, við tí fyri eyga at gera hana so stuttliga og rokuta sum gjørligt. Tey bæði hava eisini átikið sær at spæla allar leiklutirnar sjálvi, so tað verður ein rokmikil og festlig uppliving hjá bæði børnum og vaksnum.  “Keisarans nýggju klæðir” verður framførdur á Ólavssøku, báðar dagarnar klokkan 16.00 og 18.00, á Tjóðpalli Føroya.
Atgongumerki fáast á info@tjodpallur.fo og við dyrnar 1 tíma undan sýning