Monday, July 22, 2013

KJALLARAMÁLARIN - hugleiðing um fyrstu málningaframsýningina hjá Tóroddi Poulsen



Tóroddur Poulsen er ein kjallaramálari. Tað er hann heilt einfalt av tí, at hansara atelier er í kjallaranum í einum bygningi í Nordre Frihavnsgøtu á Østerbro, men listasøguliga er tað neyvan heilt skeivt heldur at flokka hann í undirgrundini sum kjallarmálara, hann hevur eisini skrivað um Kjallaramálningadagar. Tóroddur Poulsen er ógvuliga aktivur listamaður og hann hevur verið nógv frammi síðan hann fekk mentanarvirðisløn landsins fyrr í ár. Mín grein um listamannin byrjar í Týsklandi fyri mongum árum síðani.

Tá ein hin týdningarmesta týska listaframsýningin í nýggjari tíð læt upp leygardagin 29. september í 1984 í Düsseldorf Kunsthalle, var tað ein sonn gøla, at listamaðurin Martin Kippenberger ikki var boðin við. Tað var hann ikki av teirri orsøk at fyriskiparin Kasper König ikki dugdi at síggja nakað virði í hansara málningum. Hann helt, at málningarnir hjá Kippenbergar vóru "Partykellermalerei", sum ikki hoyrdu heima millum ordiligu listaverkini á framsýningini "Von hier aus". 

Sjálvandi var hetta hvørki fyrstu ella seinastu ferð, at metingar av hvat er góð og vánalig list, fóru fullkomiliga skeivar í mun til framtíðar hugsanir, hetta hendir javnan. Kippenberger verður mettur at vera ein av teimu stóru endurnýggjarunum. Nú er tað jú nokk so nógv lættari at læra av fortíðini enn at spáa um framtíðina, og í sambandi við ta framsýning, sum henda greinin snýr seg um, kunnu vit beinan vegin staðfesta, at hesa ferð var kjallaramálarin boðin við - ja hann var í grundini boðin púra einsamallur at hava summarframsýningina í Steinprenti. Allíkavæl var okkurt við móttøkuni av hesi listaframsýningini, tá hon læt upp í Steinprenti í Havn leygardagin 29.juni, sum bendi á, at fólk ikki ordiliga vistu hvat tey skuldu halda um hesar løgnu kjallaramálningarnar. Teir eru so ljótir, helt onkur og onkur annar helt, at Tóroddur Poulsen mundi vera meira grafikari enn málari. Tað er forrestin ikki langt frá, at tað var tann sami, sum í síni tíð, tá Tóroddur Poulsen byrjaði at fáast við prent, helt Tórodd Poulsen vera yrkjara og ikki grafikara. Eg veit ikki um fólk gjørdu sær greitt, at talan í roynd og veru er um eitt tøkni, sum vit ikki hava sæð Tórodd Poulsen brúka áður, sjálv royndi eg at leggja dent á hetta í tíðindaskrivinum, men í grundini var tað ein av okkara bestu málarum, sum rakti seymin á høvdið, tá hann til ferniseringina segði – Hetta er slett ikki málarí, altso hetta er ikki málarí uppá sama máta sum mínar myndir eru málarí…". Torbjørn Olsen hevur púra rætt í hesum varhuga og tað var hansara eygleiðing, ið setti gongd á hesa hugleiðing.

Á amerikanskari grund

Serstaka framsýningin í Steinprenti veitir fyrsta høvið yvirhøvur at uppliva eina samlaða presentatión av málningunum hjá Tóroddi Poulsen. Og á sama hátt sum við øllum hinum listasløgunum, sum hann dyrkar, brýtur Tóroddur Poulsen upp úr nýggjum, ja, hann ger ikki minni enn at broyta sjálvar grundtreytirnar hjá listaslagnum. Við sínari fyrstu málningaframsýning umdefinerar Tóroddur Poulsen føroyskt málarí í mun til tær hálvabstraktu náttúrutulkingarnar, sum vit sambinda við klassiskt føroyskt málarí, men sum í roynd og veru jú eru brigdi av europeiskari myndlist soleiðis sum hon sá út áðrenn 1950, tá colorfieldmálarar, Andy Warhol og onnur staðfestu New York at vera ta nýggju progressivu bráðpannuna hjá listini. Støðið undir málningunum hjá Tóroddi Poulsen er partvíst amerikanskt og týskt, men tankarnir eru franskir og enntá rættiliga føroyskir eisini. Tóroddur Poulsen er ein sannur kjallaramálari. Tað er hann av teirri einføldu orsøk, at hansara atelier er í kjallaranum í einum bygningi í Nordre Frihavnsgøtu á Østerbro, men listasøguliga er tað neyvan heilt skeivt at flokka hann sum kjallara- og undirgrundmálara.


Gullskógvurin

Hansara myndevni eru afturvendandi og vit kenna summi teirra aftur frá prentum, tekningum, vatnlitamálningum, installatiónum og yrkingum. Tann monumentali gullskógvurin er í einari mynd settur upp á ein grønan piedestal, ið tykist múraður upp á sama hátt sum tann neyvt teknaða gráa bakgrundin, ið myndar rundleidda múrverksmynstrið, sum aftur liggur aftan fyri eitt annnað múrverksmynstur fremst í myndarúminum. Á grøna mynstrinum hómast ljósir dropar, ið dryppa úr víngløsunum, sum standa niðri í skógvinum, tvey teirra tykjast hoknað niður, eitt til hvør sína síðu og aftan fyri víngløsini sæst ein svartur bjálki, sum hongur niður úr erva í reyðum tráði. At lýsa myndir kann annars tykjast sum eitt heldur turrisligt øki, men ikki, tá tað snýr seg um myndir hjá Tóroddi Poulsen. Tað er sum eitt ævintýr, merkt av dreymakendari surrealismu og eini serstakari dyrkan av mynstrum, hvørs líka eg ikki havi sæð síðan Steffan Danielsen. Nólsoyarmálarin var forrestin eisini sera upptikin av laðingum og av markinum millum subjektið og umheimin. Hansara outsider-list hevur ikki altíð verið so høgt í metum sum hon er í dag.


Bad painting strategiir

Tó at hetta er hansara fyrsta málningaframsýning, kunnu vit ikki á nakran hátt kalla Tórodd Poulsen fyri debutant. Næsta ár eru 30 ár síðani hansara fyrsta yrkingarsavn, hann hevur verið myndlistamaður meira enn helmingin av hesium sera produktiva tíðarskeiði. Tóroddur Poulsen hevur málað síðani 1980´ini og júst hetta tíðarskeiðið sæst aftur í hansara málihátti, ið sipar til tað listaslagið, sum verður nevnt bad painting - málarí, sum bjóðar tí klassiska, kanoniseraða góða smakkinum av. Tilvitað brúk av tí ljóta er ein áhugaverd strategi, ið krevur eitt vist mát av innliti í og ein greiðan varhuga av tíðarinnar altumfatandi týdningi. Konsensus broytist støðugt og tí kann tað, sum eina ferð var hildið at vera ljótt og ófantaligt, verða hámett í einum øðrum tíðarskeiði. Konfronterandi lyndið í modernaðu listini hevur við sær, at listafólkini ofta bjóða galdandi hugsanum um hvat er gott og minni gott av. Mest sum av sær sjálvum tykist Tóroddur Poulsen onkursvegna velja tað ótilpassaða fram um tað stovnsetta, - nei fram um ja - dissidens framum konsensus, líka so sjálvsagt sum hann altíð dyrkar tað bíliga heldur enn tað dýra.


Eitt nýbrot

Í føroyskari myndlist umboða oljumálningarnir hjá Tóroddi Poulsen eitt nýbrot bæði myndevnisliga, men eisini í mátanum, teir eru málaðir. Teir eru ikki á nakran hátt ætlaðir at taka seg málandi út við fleirstreingjaðum dýpdum ella lekrum litblandi. Málningarnir eru flatir ofta við eitt sindur knortlutari tekning og orðum, sum í skundi tykjast vera krutlaði niður á myndaflatan. Tá vit viðgera hesar málningar er tað sum um, at okkum tørvar nýggjar kategoriir, tí tær kategoriir, vit hava brúkt innan føroyska list higartil, nú ikki røkka. Vit hava áður bólkað føroyska list sum antin figurativa, hálvabstrakta ella nonfigurativa list, sum í rættiliga stóran mun tykist miðsavnað um tað sublima í stórslignum, náttúrufagnandi og sansaligum myndum. Hetta er ikki galdandi fyri myndirnar hjá Tóroddi Poulsen, óansæð um tær eru figurativar ella abstraktar. Leggjast kann aftrat, at hvørki súkklur, urtapottar ella spannir hjá Tóroddi Poulsen eru lýstar á sama ímyndandi ella sansaliga eygleiðandi hátt sum tá Niels Kruse stóð niðri á Møl á Eiði og skrásetti tað kæra landslagið í náttúruromantiskum myndum. Men listin hjá Tóroddi Poulsen er somuleiðis sjálvsævilig, summi myndevni stava frá hansara egnu upplivingum. Í einum niðurskrivaðum fyrilestri, sum stóð í tíðarritinum Vencil undir yvirskriftini "Droymt og Drymið" greiðir Tóroddur Poulsen frá eini óhugnaligari uppliving við einari spann: "Sum smádrongur droymdi eg ofta um at missa mammu mína. Hav tað so gott góði, segði hon, nú fari eg til himmals. Hon bleiv løgd í ein bát, sum sigldi avstað við henni niðan gjøgnum Nólsoyarfjørð. Eg veittraði til hana, og hon veittraði aftur. Tá var tað gott at vakna, og eg tók tað ikki so tungt, um hon skeldaði meg tann dagin. Alt hevur sína orsøk. Ein dagin, eg kom heim, fóru ambulansumenn avstað við henni á eini børu og inn í ambulansuna. Eg rann aftaná, men var ov skelkaður at spyrja, hvat feilti henni. Omma kemur at ansa tykkum, til eg komi heim aftur. Og so koyrdu teir avstað við henni, babu, babu. Tá eg fór inn stóð ein spann full av blóði úti á køksgólvinum. Hevði hon útvatnað saltgrind ella hvat? Nei, tað bar ikki til. So nógv blóð. Har var okkurt kjøtkent, ella var tað ein dukka. Eg stóð púra stívur og stardi niður í spannina eina góða løtu, áðrenn eg helt á dyr, og rann oman í fjøruna til kombikkini. Seinni fortaldi systir mín, at mamma hevði kastað burtur. Tvillingar. Síðani havi eg verið bangin fyri spannum.". Áhugavert er, at lýsingarnar av byttunum ikki eru eintýðugt daprar, tær kunnu bæði hava stuttligt og heimspekiligt brá.






Maður við gummiarmi í sólbrillum

Myndevnisliga brýtur Tóroddur Poulsen alla tíðina upp úr nýggjum í føroyskari myndlist t.d. tá hann málar eina mynd av einum manni við gummiarmi í sólbrillum við gittara undir liðini, sum situr í einari svartari sofa við eitt grønt sofaborð og lesur í eini teknirøð, kanska er tað um Dunnald Dunnu - meðan spannir í hópatali tykjast ota seg inn á hann. Myndin er um somu tíð eitt sindur skemtilig, óhátíðarlig og serstakliga álvarsom, tí hon snýr seg um listarliga inspiratión. Um so Tóroddur Poulsen er sera originalur listamaður, hevur eisini hann undanfólk í heimslistini, sum hann kennir seg myndlistarliga skyldan við. Hann fylgir sera væl við í samtíðarlistini og lesur eina rúgvu um samtíðarlist og poesi, men hevur eisini áhuga fyri ymiskum listarligum outsidearum, fronsku symbolistunum í 19. øld og fyri amerikanskari list og poesi úr fimtiárunum. Á sama hátt sum fleiri av umboðunum fyri tað sonevnda beat ættarliðið og New Yorkaraskúlanum sameinir Tóroddur Poulsen hámentan og poppmentan, mynd og skrift, speisemi og vakurleika.



Modernismunnar negativa gandaflís

Filosofiska tagnarmaskinan, sum er eitt slag av eini installatión ella ringrás, ið framleiðir kvirru, gongur aftur sum myndevni í fleiri av málningunum og spannirnar eru somuleiðis nógvar. Myndevni sum træsprek, múrsteinar, súkklur og spannir eru dømi um hvussu tilvitað hesin listamaðurin dyrkar tað banala í sínum myndum, sum eisini stinga seg burturúr heildini í føroyskari listasøgu við tað, at tær ikki altíð líkjast list og á hesari málningaframsýningini er tað enn týðiligari enn áður. Tóroddur Poulsen dyrkar eitt antilistarligt, ljótt úttrykk, sum í sær sjálvum er ein uppreistur í móti øllum tí, sum er stovnsett. Hann dyrkar tað ótilgjørda og tað lætta. Hann dugir bæði í yrkingum og málningum at orða tað óvæntaða á einfaldan hátt, at tú sum móttakari gerst bilsin av øllum teim spildurnýggju tankum, sum brádliga myndast í tínum huga, tá yrkingin ella myndin gerst ein lopfjøl til egnar assosiatiónir. Eg haldi ikki, at negativisman hjá Tóroddi Poulsen er tilvitað, tann negativa gandaflísin fylgdi við, tá modernisman í síni tíð kyknaði, og hetta ávirkar enn okkara eygsjón á grundleggjandi hátt, kanska er tað á sama hátt sum danska listakvinnan Ursula Reuter Christiansen greiddi frá um sína egnu list í 1980: "Einaferð ætlaði eg at mála okkara hús. Hortensiablómurnar framman fyri húsini vóru so vakrar. Tíanverri bleiv tað ikki til nakað. Eg málaði nakað annað. Tað vóru somu bóndahús, sum eg málaði við eldreyðum himmali og kolaðum bjálkum". Málningarnir hjá Tóroddi Poulsen eru úrslit av somu noyðslu og sama yvirskoti, sum merkir alt hitt, sum listamaðurin ger. Hetta er óføroysk føroysk kjallaralist, sum er merkt av bad painting snildum og urbanari coolness.  
Tóroddur Poulsen úr Droymt og drymið, s.45 í Vencil 3/2007 og Kjallaramálningadagar s. 16-21 í Vencil 12/2012.





"Teir løgdu litir á landið, sum bleiv hongt inn í stovur, uppi yvir sofunum, har teir villu dreymarnir blivu tamdir við søtum drykkjum og sjónvarpinum tendraðum í ævir allar, eisini eftir at alnótin varð tendrað á fyrsta sinni."








"Royndi at fáa kvirruna, tøgnina og stillið at siga tað speglvent í tjúkkum oljulitum."







"Kvotugangstararnir fáa einki av míni litakvotu.Teir hava makrel millum lørini, og tað átti at verið nóg mikið."


"Tað gula er nú vorðið gulari. Onkur bókstavur hevur fingið grønt og reyðgult á seg. Ansa nú eftir, at hetta ikki endar sum eitt landslag."


Heimildir: Tóroddur Poulsen úr Droymt og drymið, s.45 í Vencil 3/2007 og Kjallaramálningadagar s. 16-21 í Vencil 12/2012.  Claus Carstensen: Ang.Trash og bad painting í kataloginum Kast en brand hjá Ursula Reuter Christiansen. Kunsthallen Brandts Klædefabrik 2000.



Kinna Poulsen

(KP)