Leygardagin 20. juli kl 15 letur
Summarframsýningin hjá Heystbólkinum upp í Listahøllini á Rundingi í
Skipasmiðjuni í Havn. Tað kann tykjast eitt sindur ørkymlandi, at
Heystbólkurin letur upp framsýning um summarið. Men listafólkini í bólkinum
hava í nøkur ár umhugsað at sýna fram um summarið, tá útisetar og ferðafólk eru
í Føroyum. Nú verður hetta so roynt í ár.
Listahøllin í Skipasmiðjuni, úti á Rundingi,
er vorðin ein fastur táttur í framsýningarlívinum í Havnini, eftir at hava hýst
Heystframsýningini á hvørjum ári frá 2005 til 2011. Eisini hava
einkarframsýningar verið um summarið, og um Ólavsøkutíð. Anker Mortensen,
Bárður Jákupsson og Tróndur Patursson hava haft framsýningar í Listahøllini um
summarið, ið eisini vóru opnar á Ólavsøku, og vóru tær væl vitjaðar. Nakrar
sonevndar ateliérframsýningar hava eisini verið.
Tað er vorðin ein góð listaruta um Ólavsøkuna,
at fara frá Norðurlandahúsinum oman í Listasavnið, víðari oman á Skálatrøð í
gallaríið hjá Steinprenti, í Müllers Pakkhús og, sum rosinan í pylsuendanum ber
nú eisini til at gera eitt rend út í Listahøllina á Rundingi.
Summarframsýningin hjá Heystbólkinum er tó ikki bert ein Ólavsøku- og
ferðafólkaframsýning. Framsýningin í ár verður, eins og undanfarin ár, ein
framsýning har listin verður sett í hásæti. Tað er listin, ið er drívmegin í
Heystbólkinum. Bólkurin er samansettur av ógvuliga ymiskum listafólki, men øll
hava listina sum høvuðsmál og møguleikan at sýna fram í einum hølum, sum eru
unik. Hesi høli hava saman við listini megnað at hildið hesum hópi av
listafólkum saman í øll hesi árini, tó at limirnir í bólkinum eru spjaddir um
fleiri lond og øll, í hvør sínum lag, hava nógv at gera við egið listarligt
virksemi.Eitt týdningarmikið mál hjá bólkinum er, at
tað altíð eru nýggj verk hjá hvørjum einstøkum listafólki, ið verða framsýnd.
Tey, ið eru við á framsýningini í ár, eru:
Andrias Andreassen, Bárður Jákupsson, Bjarne Werner Sørensen, Brandur
Patursson, Hansina Iversen, Hjördis Haack, Marius Olsen, Torbjørn Olsen,
Tróndur Patursson, Tummas Jákup Thomsen og Zacharias Heinesen. Gestur er Ilona
Raipala úr Finlandi.
Zacharias Heinesen
Bjarne Werner Sørensen
Bárður Jákupsson
Hjördis Haack
Marius Olsen