Tuesday, July 16, 2013

Festivalkirkjan leitar eftir list



Festivalkirkja verður partur av G! Festivalinum í ár. Fyriskipararnir av kirkjuni leita í tí sambandi eftir átrúnaðarliga áhugaverdari list.

Í fleiri av teimum fyrstu árunum, sum G! Festivalurin varð hildin, var festivalkirkja. Hetta datt tó niðurfyri fyri nøkrum árum síðani. Men sum longu kunngjørt, so verður festivalkirkjan endurreist í ár. Prestarnir Maria Jørðdal Niclasen og Theodor Eli Dam Olsen samskipa tiltakið saman við Arna Zachariassen.

Festivalkirkjan fer at halda til í einum fjósi beint við nýggju inngongina til festivaløkið, yvirav Valhøll. Uttanfyri fjósið verða ókeypis kaffi, te og køkur at fáa. Fjósið sjálvt verður eitt slag av einum heiløgum chill-out rúmið, har festivalgestir kunnu stíga innum fyri at fáa frið og íblástur. Tøgn, bøn og meditatión eru viðmæld. Har verður prýtt kul og á vegginum fer at hanga átrúnaðarliga áhugaverd list, sum leiðir tankarnar inneftir og uppeftir.

Í tí sambandi leita fyriskipararnir eftir føroyskum listafólkum, sum vilja læna festivalkirkjuni okkurt av teirra verkum til at hanga upp í fjósinum. Verkini skulu vera tankavekjandi og meditativ, onkursvegna, og átrúnaðarliga innihaldið meira ella minni greitt.

Áhugað kunnu seta seg í samband við Arna Zachariassen - arnizach@gmail.com og 741755.