Í dag letur upp framsýning hjá Eyðuni av Reyni í gamla atelierinum hjá pápanum Ingálvi av Reyni á Lútzenstrøð 13 í Havn. Eyðun av Reyni brúkar ateleriið, sum riggar væl til framsýningar av tí, at tað er so mikið rúmligt. Eyðun av Reyni hevði eisini í fjør framsýning sama stað í fjør. Í ár eru 21 myndir við á framsýningini, sum letur upp í dag klokkan 16, síðan verður opið seinnapartar frá kl 14 til mánadagin 22.juli.
Leygardagin klokkan trý letur Summarframsýning upp í Listahøllini í Skipasmiðjuni í Havn. Her greiðir Hansina Iversen frá framsýningini:
(KP)