Nú er summarið endiliga komið, henda ljósa góða tíð, sum vit stóran part av árinum bíða eftir. Vit hava frí og kunna løða okkum upp aftur við ljósi og orku. Á listablogginum fagna vit summarinum við summarlist, men bara fyri at minnast aftur á kalda veturin, hava vit í dag ein vakran vetrarsang á skránni, sum Martin Joensen gjørdi og sum Eivør tulkar so meistaraliga væl.