Myndin er frá framsýningini, sum LGBT skipaði fyri í sambandi við Faroe Pride í fjør. Tað var fantastiskt at vera við í Pride-skrúðgonguni í fjør, at merkja, at varhugin av, at vit ikki eru forstokkut, dømandi og stirvin, hevði hald í veruleikanum. Stóra Faroe Pride verður hildið 27. juli 2013 við almennari skrúðgongu og konsert í høvuðsstaðnum “lítla Ólavsøkuaftan”.
Teitur, Grandma ´s Basement, Jens Marni, Sakaris, Marius Ziska og fleiri onnur fara at lutaka á tiltakinum í ár. Vegna sera stóra undirtøku í fjør, er tiltakið flutt av Tórsgøtu og oman á Kongabrúnna
27. juli verður aftur møguleiki at heiðra ymiskleikanum, tá LGBT Føroyar skipar fyri Faroe Pride. Hetta er fjórðu ferð, at Faroe Pride er á skránni í Føroyum. “Pride” er enskt orð, ið merkir at vera errin, og verður altíð brúkt til líknandi tiltøk uttanlands.
Talan er um árligt tiltak har samkynd, tvíkynd, transpersónar og teirra hinkyndu stuðlar, fáa møguleika at gera vart við seg, vísa at tey eru til og at tey eru errin av at vera til. Hetta er samstundis eitt tiltak, ið heiðrar ymisleikan hjá føroyingum og setur fram ynski um líkarætt fyri allar borgarar í Føroyum.
Fríggjadagin 27. juli 2013 kl. 16.00 fer stóra almenna Faroe Pride skrúðgongan í gongd. Byrja verður við Gundadalshøllina, har hitað verður upp. Síðan verður gingið oman gjøgnum miðbýin, har enda verður niðri á Kongabrúnni við stórum ókeypis familjuvinarligum tiltaki.
Eins og í fjør, so fer mannamúgvan at hoyrast og síggjast aftur, og ætlanin er at veruliga seta lit á Havnina henda seinnapartin í juli. Skrúðgongan er ikki einans ætla LGBT-limum, men øllum føroyingum, ið ynskja eitt rúmligari og meira fjølbroytt samfelag, sum gevur pláss og javnrætt til allar sínar borgarar.
Tey luttakandi á tiltakinum á Kongabrúnni vera: Teitur, Grandma ´s Basement, Jens Marni, Sakaris, Marius Ziska og fleiri onnur. Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Mentarnarnevndin hjá Tórshavnar býráð, setur Faroe Pride 2013.
Tiltakið í fjør fekk sera stóra undirtøku og løgreglan metti, at talan var um meira enn 5.000 fólk, sum fyltu Tórsgøtu, meðan konsertin við Eivør, Nalju, 200 og øðrum fór fram. Avgjørt er tí at flyta tiltakið oman á Kongabrúnni í ár. Hetta fer at økja um trygdina á tiltakinum og fer samstundis at geva áhoyrarunum betri pláss.
Løgtingið verður setta á Ólavsøku, og í hesi tingsetinum fara Rigmor Dam, Poul Michelsen og Bjørt Samuelsen at leggja uppskot fram um at dagføra hjúnabandslógina, so samkynd í Føroyum eisini kunnu vígast borgarligt eins og allir norðulendsku grannarnir kunnu. Ein Gallup kanning vísti herfyri, at heili 68% av Føroya fólkið taka undir við lógaruppskotinum. Tí er hugsandi, at bardagin fyri javnrætti í hjúnabandslógini eisini fer at seta sín lit á ársins Faroe Pride.
LGBT Føroyar, ið er rørsla fyri samkynd, tvíkynd og transpersónar í Føroyar, skipar fyri tiltakinum við stuðli frá og í samstarvi við Tórshavnar kommunu, umframt stuðli frá Eik Banka og Hotel Føroyum.