Í gjár læt Ólavsøkuframsýningin 2013 upp í Listaskálanum og eg tori at halda uppá, at tað var stak festligt. Har vóru um ikki 6000 fólk, so haldi eg, at vit vóru rættiliga nógv til fernisering og fólk ótu turran fisk og oliven og vóru so fitt og positiv, at eg misti pippið og gloymdi at taka myndir, men tað gjørdu onnur. Takk fyri tað og takk fyri eina deiliga løtu í gjár, tit listafólk og gestir. Ólavsøkuframsýningin er opin í dag frá klokkan tvey til átta.
Í sambandi við upplatingina helt eg eina røðu, sum tók støði í komandi fløguni hjá Teiti Lassen:
"Tá Teitur Lassen herfyri presenteraði sína komandi fløgu Story Music, segði
hann tað vera serliga umráðandi fyri hann, at hon varð framleidd heima í
Føroyum, tí hann metti hana vera í ætt við ta serstøku føroysku
søgusigaramentanina, okkara serliga áhuga fyri at siga søgur og at lurta eftir
søgum, sum hevur verið náttúrligur partur av føroyskari almúgumentan langt
áðrenn nakar yvirhøvur var komin í tankar um at tekna ella mála myndir . Hetta
er nakað, eg havi hugsað eitt sindur um hesa vikuna, meðan vit hava hongt
Ólavsøkuframsýningina upp, tí hon er full av søgum..."
Hanni Bjartalíð og Jóhan Martin Christiansen
Tóroddur Poulsen
Silja Strøm
Steinprentsúrvalið "Hvør fuglur letur við sínum nevi" hongur væl
Jón Sonni Jensen eigur hetta vakra verkið úr latex
Elin J.Smith hevur tríggjar herligar tekningar við, niðri undir hómast vatnlitamyndir hjá Tóroddi Poulsen
Kurator og assistent, listamaðurin Jóhan Martin Christiansen saman við trimum flottum fýrum
Verkið Flaget hjá Dennis Agerblad
(KP)