Leygarkvøldið 13. juli kl. 21.00 byrjar upphitingin til G! Festivalin 2013, við einum braki av eini konsert í Tøting í Syðrugøtu. Hetta verður nakað so sjáldsamt sum ein "Dupult LP útgávukonsert" við Kára Sverrassyni og Bendum Spónum. Í næstum koma pláturnar "Hvussu bendir mann spónir?" hjá Bendum Spónum, og "Nøkur fá fet afturat" hjá Kára Sverrassyni við Bendum Spónum út. "Hvussu bendir mann spónir?" var tikin upp í Studio Oyravox hjá Terja Rasmussen, summarið 2010 og var síðani ljóðblandað í Støkumørk av Jens L. Thomsen í 2012. ”Nøkur fá fet afturat”, hevur Kári Sverrisson spælt inn í samstarvi við Bendum Spónum og Heðin Ziska Davidsen í 2012. Á ”Nøkur fá fet afturat” hevur Kári Sverrisson lagt lag til yrkingar eftir Jóannes Nielsen. Útgávurnar ið eru LP plátur, við eini fløgu í, fáast til keyps í Tøting fyri serligan útgávukostnað. Atgongumerki fáast við dyrnar frá kl. 20.30, fyri 100 kr. |
Saturday, July 13, 2013
Dupult LP útgávukonsert
Labels:
Tónleikur