Wednesday, July 3, 2013

SUMMARFERIULISTIN - Ljós í myrkri

Nú er summarið endiliga komið, henda ljósa góða tíðin, sum vit stóran part av árinum bíða eftir. Vit hava frí og kunna løða okkum upp aftur við ljósi og við orku. Vit á listablogginum ætla okkum báðar uttanlands at halda summarfrí, at njóta listina í øðrum londum og hesar upplivingar fara væntandi at síggjast aftur í onkrum listabloggum. 

Harumframt fagna vit summarinum við list av ymiskum slag, sum minnir um summar og í dag er ein sálmur á skránni, men fyrst eitt sindur um mín barnaskúla, sum hevur eitt sindur við tey fittu børnini á myndini at gera. Hatta er flokkurin, eg gekk í, 1.b ("a er allerbest, b er betri!"), men eg eri ikki við á myndini, eg minnist ikki hví, kanska var eg sjúk handan dagin. Tað var ikki lukkuligt at vera sjúkur, tá floksmyndin varð tikin, fotografi var ikki hvønsmanslutur ei heldur løtuverk tá í tíðini, tað var jú eitt heilt ár til næsta mynd skuldi takast, og tíðin gekk seint í sjeytiárunum. Í barnaskúlanum á Frúutrøð stóð tíðin javnan pinnastill.

Í skúlanum á Frúutrøð gekk eg bara í fimm ár, men eg minnist tað sum fimm sjáldsama drúgv ár. Eg eri ikki greið yvir um tað var støðuga happingin ella harðskapurin, sum tók seg upp í heilum, tá lærarar kendu seg autoritativt hóttar. Uttan mun til hvussu óskikkilig, vit hava verið, er tað heilt løgið at ímynda sær vaksin fólk, ið onkursvegna kendu seg noydd at hótta, sláa, royta og klípa 7-11 ára gomul børn fyri at varðveita stýringina í einum floksrúmi. Smá børn við tárum í eygunum av eyðmýking og pínu við bláum merkjum, svíðandi kjálkum, skrøddum oyralippum, sum vórðu koyrd út um læstar dyr í tann óansaða skúlagarðin at yvirføra terrorin víðari yvir á yngri, smærri børn. 

Eg fái enn hjartabankan, tá eg hugsi um tann óendaliga risastóra skúlagarðin við øllum teimum túsund lúrandi vandunum. Gamaní minnist eg eisini stuttligar løtur, tá vit loftaðu ella spældu "Alle mine kyllinger små, kom hjem..." men áðrenn teg vardi, kundi tú verða stongd inni á ísakalda vesinum, har tað luktaði av onkrari serligari kemiskari sápu og har óunniliga ljóðið frá eini einsamallari dryppandi sisternu blandaðist við hálvkøvdu gnisini uttan fyri vindeygað. Og var tað ein ringur dagur, kundi tú løtu seinni vera miðdepilin í einum ringi av háandi børnum í skellilátri yvir tín egna láturliga persón, sum ikki skilti nakað, men sum sum so við og við góðtók, at soleiðis átti tað at vera. Eg veit ikki um tað var ein serlig hevd har á staðnum, sum forðaði fyri teirri pedagogisku hálvfjersarakollveltingini, hvørs floyalsmjúku hond vit fingu varhugan av gjøgnum praktikantar, tá okkara egnu lærarar vóru sjúkir ella av onkrari orsøk ikki fingu møtt. Stór var eydnukenslan ta løtuna, tá blíðskapur og hugni valdaði í floksrúminum. 

Javnan hoyrast røddir tosa um autoritetsmissin, sum okkara samfeløg hava verið fyri síðan sjeytiárini, at hann er av tí ringa. Eg fekk um endan á svarta skúlanum, tíverri og eri sannførd um, at vit ongantíð mugu aftur til hann, hvussu so nógvar túsund ferð betri, kinesiskir skúlanæmingar duga enn okkara.  

Í svarta skúlanum sýnast ljósglæmurnar í einum tílíkum gerandisdegi ómetaliga bjartar og góðar. Eg veit ikki um eg kann siga, at onki er so ringt at tað ikki er gott fyri okkurt. Nei, tað ber als ikki til í hesum førinum, men tá eg nógv ár seinni fór undir at lesa, hevði eg altso eina øðrvísi afturkennandi fatan av skilinum á Metropolitanskúlanum enn míni donsku medlesandi, tá vit lósu Scherfig. Teir høvdu ilt við at fata tað, mínir donsku javnaldrar, at eg hevði gingið í einum skúla, har harðskapur mótvegis børnum var góðtikið pedagogiskt amboð. Fru Jacobsen lærdi okkum tabellina og var nokkso modernað, tí mitt í uttanatlæruni skuldu vit reisast og gera fimleik á staðnum, tí tað var gott fyri heilan, segði Fru Jacobsen. Og Bette var í grundini genial, tá hon segði søgur meðan hon teknaði við farvukritum á talvuna. Farvukritini elskaði eg og tey myndaðu fyri meg tær bestu løturnar í skúlanum á Frúutrøð. Tíverri eri eg farin at minnast betri við árunum og veit, at harðskapurin var eins ítøkiligur realitetur, sum farvukritini hjá Bette

Morgunsangin á Frúutrøð minnist eg við serligari gleði sum smáir glottar í myrkum døgum, og summar sangir minnist eg betri enn aðrar, t.d. tann fína um somu tíð ekstatiska og jarðbundna sálmin "Sí, úr havi rísur nú morgunsól" hjá Jacob Knudsen í frálíku týðingini hjá Axel Tórgarð, eg seti til stuttleika báðar versiónirnar inn her. Sangurin er ein eftir øllum at døma verðslig hálovan av nátturumáttinum (sólarljósinum) og av kærleikanum til tey kæru, samstundis sum hann á abstraktan hátt viðger deyðan, sum í sær sjálvum ikki íbirtir nakran vanda so leingi sum morgunin, tvs. uppreisnin er til.


1.Sí, úr havi stígur nú morgunsól,
roðandi hon logar á heyg og hól.
Sólarglæman ljómar um høv og lond,
nú tá ljósið lendir á heimsins strond.

2.Eg vil lætt og frítt draga andadrátt,
syngja Guði lov, nú er horvin nátt;
bera honum tøkk hvørja morgunstund,
hóast synd og deyða er ljós mín lund.

3.Bera honum tøkk, tí tá sólin rann,
eg í sál og likami kenni kann
sæla troyst og ugga fær sálin mín,
bert eg sigi trygt: Verði vilji tín.

4.Tori eg at fevna teg, stundin sæl,
nevna teg við nøvnum, mær líkar væl,
nøvn, sum mínum kærleika siga frá:
móðir, systir, unnusta, hjartans trá.

5.Ljóshav eftir ljóshav at himni ber,
hagar lotið kemur nú morgun er
sum var ljósið andin, mær fell í lut
Á, tú mildi skapari, faðir, Guð.

6.Lat meg bara fara um náttmyrk høv,
lat meg bara stevna at míni grøv,
lívsins Guð meg verjir á mínum veg,
og úr deyðans hondum hann frelsir meg.

7.Sí, tá rísur sólin úr havi brátt,
maktast myrkurs megi og deyðans nátt,
sigursljómur ljóðar um høv og lond,
stilt nú ljósið stendur á lívsins strond.

Jacob Knudsen 1891. Axel Tórgarð 1945.



Se, nu stiger solen af havets skød

1.Se, nu stiger solen af havets skød,
luft og bølge blusser i brand, i glød,
hvilken salig jubel, skønt alt er tyst,
medens lyset lander på verdens kyst.

2.Jeg vil ånde luften i fulde drag,
synge Gud en sang for den lyse dag,
takke ham, at morgnen mig end er sød,
at mig dagen fryder, trods synd og død.

3.Takke ham, som gav mig, når sol står op,
selv at føle morgen i sjæl og krop,
at al mørkhed svinder og sjæleve,
blot jeg trygt vil sige: Din vilje ske!

4.O, at jeg tør favne dig, skære dag,
kalde dig med navne, min sjæls behag,
alle gode navne, som bedst jeg ved:
moder, søster, elskte, min kærlighed!

5.Lysvæld bag ved lysvæld i himlen ind,
did, hvorfra den kommer nu, morgnens vind,
ret som om det ånded af lyset ud -
o, du milde Fader, min skaber, Gud!

6.Lad mig nu kun drage ad natmørkt hav,
lad mig ikkun stævne imod min grav.
Livets Gud mig skærmer, jeg er hans barn,
ud hans hånd mig river af dødens garn.

7.Se, da stiger solen af hav på ny,
alle dødens skygger for evig fly!
O, for sejersjubel, for salig lyst:
lyset stander stille på livets kyst!



(KP)