Friday, July 19, 2013

The most amazing thing may appear...

Vóngóða orðingin kemur fyri í sanginum "If you wait" á fløguni "Story Music", sum Teitur gevur út í september. Spakuliga verður hesin sangurin laðaður upp orð fyri orð: "If you wait a little longer than you normally would, the most amazing thing may appear". Og tað er júst tað, sum serstaka universið hjá Teiti snýr seg um; um steðgir, um at bíða eitt bil, um at drála og at finna tað stórsligna í uppihaldum, seinkingum og at steðga á í gerandisdegnum og eina løtu vera tilvitað. Nýggja fløgan varð framløgd í dag í Studio Bloch, har meginparturin av henni er upptikin. Og ja, vit bíðaðu eina góða løtu eftir útlendsku pressufólkunum til tað ikki varð bíðað meira. Christian Ulf-Hansen er umboðsmaður hjá Teiti, hann legði út við at greiða frá um verkætlanina, síðani tók Teitur sjálvur yvir og greiddi m.a. frá hvussu stóran týdning tað hevur fyri hann, at fløgan varð innspæld her í Føroyum og síðani fingu vit ein forsmakk uppá fløguna, sum varð spæld úr enda í annan. Vit fingu eisini høvið at hoyra tríggjar liveframførslur, ið vórðu upptiknar.

At sita og lurta saman við eini rúgvu av fremmandum fólkum er sjálvandi ikki optimalt, eitt sindur av ónáðum er og sjálvt um eg eri av tolnastu fólkum, eru míni oyru eftir øllum at døma rættiliga hyss. Øll klikkini og bippini av speglrefleks- og talgildum tólum órógvaðu meg nógv, so eg gleði meg til at fáa eitt eintak av fløguni heim við, so eg kann lurta í friði og náðum. Av tí, eg fekk samlað meg um, var eg serliga hugtikin av einum einføldum lítlum lagi við heitinum "Gone fishing", sum eg haldi vera ein typiskan Teitsang, sum er sorgblíður og sterkur við einum pinkalítlum tema, ið brádliga vaksur og fær stóra, tilveruliga dýpd. Stórorkestreraða lagið "It´s not funny anymore", sum Van Dyke Parks hevur útsett, er nakað heilt annað aftur. Tað er upptikið í Hollandi m.a. við Holland Baroque Society undir leiðslu av Nico Muhly. Van Dyke Parks er heimskendur, serliga frá samstarvinum við m.a. Brian Wilson frá Beach Boys og hann hevur eftir øllum at døma eisini áhuga fyri tónleikinum hjá Teiti, tí hann hevur skrivað til føroyska listamannin fyri at spyrja um hann kundi útseta eitt av hansara løgum.

Annars tykist tað sum fevnir henda fløgan rættiliga víða frá contemporary kompositión til meira "vanligar" syngjandi poppballadur. Hetta er næstan sum eitt slag av Velbastað World Music, singer songwriter við gjøgnumarrangeraðum tónleiki, kórum, allahanda leikførum, samansetingum og felagssangi og føroyskum dansistevum og øllum møguligum tilsipingum bæði út í heim og heimaftur og nógv av tí tykist rættiliga originalt. Eg gloymdi meg burtur og helt meg brádliga vera staddan í onkrari grottu hjá Kristiani Blak við havljóði og leikandi blokkfloytutónum. Tað er blokkfloytumeistarin Michala Petri, ið spælir blokkfloytu og hetta borgar fyri góðsku á sama hátt sum hinir tónleikararnir, teknikarar, ljóðbland osfr. Meira um hetta, tá fløgan er komin út.

Heimliga útgangsstøðið hevur greidliga stóran týdning fyri listamannin og mitt í tónleikinum er ein lítil frásøgumynd ella kollasja við ymiskum føroyskum ljóðbrotum, eg helt meg hoyra tíðindamannin Høgna Djurhuus og eitt brot burtur úr "Sig mær hví er foldin føgur" hjá Sunleif Rasmussen, umframt onkran morgunlestur, men eg gleði meg at hoyra hetta umaftur, tí eg fekk verri enn so alt við. Skal eg meta eftir tí, sum eg havi hoyrt í dag, haldi eg, at vit skulu bíða eftir fløguni hjá Teiti í tolni og góðum vónum um, at the most amazing thing may appear, tá hon kemur út.




(KP)