Ein skortlitt kúgv við garðaliðið leingist heim og beljar,
í ánni spæla skóleys børn, tey floyta fliðuskeljar -
Nú fellur døgg á gras og sev, í á og tjarnir kransa,
og fram við mýrum millum húsa, mýggjabitar dansa.
Í túninum ein sprøklut høna skrukkar enn og skavar
og skeitir eftir sólini, ið skeivt á fjalli stavar.
Ein maðkamola stund um stund úr skavinum hon tekur
um høga tindin spakuliga mjørkatámið rekur.
Og starin flákrar syngjandi í kring á grønum taki.
Har kemur maður gangandi við torvleypi á baki,
ein lítil piltur, fet um fet, man móti honum tita.-
Hann puttin ber í vinstru hond, í høgru køkubita.
Ein kráka sær so friðarlig á kirkjuspíri situr,
hon lítur móti vestri út, har skiftandi er litur;
tí hvørt sum sól av loftarhædd at havinum seg flytur,
so fáa skýggini teir føgru reyðu, gyltu litir.
Í kvøldarglæmu glógva en hvør nøva og hvør tangi.-
Um allar leiðir er ein fínur, frískur summarangi.
Nú hvørvur ljós, nú kámast land, nú gránar víða havið,
og tagnar eina stund alt ljóð; tí sólin fer í kavið.
Mynd: Ásmundur Poulsen
Yrking: Hans Andreas Djurhuus.
(KP)