Friday, July 19, 2013

Punktumdagur


Eg skal ikki viðmæla nakrari reklamufyritøku at seta meg í starv, tí eg havi sitið heilt ónatúrliga leingi og roynt at finna uppá ein reklamutekst til mentanarblaðið hjá Dimmalætting, punktum.fo, sum kemur út í dag. Uttan úrslit.

Men eg haldi, at tit skulu keypa blaðið allíkavæl. Tí Knút Háberg Eysturstein hevur ummælt Føroyar 5.2, Vár í Ólavsstovu hevur ummælt Vencil, Meinhard Jensen hevur ummælt nýggju fløguna hjá Kára Sverrisson og Leivur Thomsen hevur ummælt bók um føroyskan metaltónleik. Marita Dalsgaard hevur skrivað um leiklist, Bárður Dam í Baianstovu um byggilist og Zakaris Svabo Hansen um mál. Kinna Poulsen hevur skrivað stórt tema um summarlistina, Mikkjal Helmsdal hevur skrivað grein um listina í skúlahøpi, Øssur Winthereig hevur skrivað miðlabrodd og Oddfríður Marni Rasmussen svarar eini ørgrynnu av spurningum. Eisini er ein samrøða við Jenny Johannessen, eitt heiðursorð og okkurt um eitt gamalt sjúkrahús í Berlin og pylsur í Sandagerði, haraftrat er mánaðarmyndin og listakaldendarin, so har eru nokk so nógvar grundir til at keypa blaðið, haldi eg.

(IS)