Sambært portalinum hevur nú onkur aftur verið eftir einari av standmyndunum hjá Steinunn Þórarinsdóttir, sum eru partur av Summarframsýningini 2013 hjá Norðurlandahúsinum. Sambært vakthavandi á politistøðini er talan ikki um herverk av tí, at einki hendi við standmyndini, sum situr á einum bonki uttan fyri Kunningarstovuna á Vaglinum, men bonkurin, har standmyndin situr, er koppaður. -So vita vit tað til næstu ferð, at standmyndir í Havn eftir øllum at døma skulu vera óvikandi tungar. Eg veit ikki hvat tað er við hesum standmyndum, sum provokerar, tí tær tykjast mær so mildar og vinarligar. Kanska er tað bara tað, at tær eru fremmandar, nakað nýtt, sum kundi verið stuttligt at koppa.
Tað er meira enn harmiligt, at lívsvónbrot/fyllskapur/óhógv hjá onkrum materialiserar seg við oyðileggjandi listahatri, men gleðiligt er at síggja tær langt yvir hundrað viðmerkingarnar (til greinina á portalinum og fráboðan frá Norðurlandahúsinum). Hervið avdúkar herverkið nakað áhugavert, sum er, at hava vit listahatarar og vantandi virðing fyri listini í Føroyum - eingin ivi um hetta, tað sæst frá Vaglinum og niðan í Føroya løgting, ovast í politisku skipanini - so kundi tað eisini sæð út til, at listaelskarar eru við at fjølgast í Føroyum.
(KP)