Ólavsøkan byrjar við teirri søguligu Ólavsøkuframsýningini, sum Listafelag Føroya skipar fyri á hvørjum ári í Listasavni Føroya. "Ólavsøkuframsýningin 2013 - Føroyingar, ið her nú koma saman" fevnir rættiliga breitt. Framsýningin er um somu tíð merkt av felagsskapskenslu, kærleika og speisemi. Hon er sett saman av bæði yrkis- og áhugalist, framsýningin verður sostatt mett at vera bæði favnandi og smøl, djúp og breið. Ólavsøkuframsýningin letur upp ólavsøkuaftan við hóskandi rómi eins og ein góð og gamaldags veitsla, har øll eru hjartaliga vælkomin.
Framsýningin er um somu tíð kuraterað og sensurerað. Millum framsýnararnar eru Zacharias Heinesen, Hansina Iversen, Tóroddur Poulsen, Dennis Agerblad, Silja Strøm, Jóhanna av Steinum, Steinprent, Anna Kathrina Højgaard, Tummas Jákup Thomsen, Marius Olsen, Steinprent, Hanni Bjartalíð og Jóhan Martin Christiansen. Ólavsøkuframsýningin fevnir sostatt um nakað av tí besta, vit eiga av føroyskari málningalist, bæði figurativari og nonfigurativari, konseptlist, foto, tekstillist, videolist, grafitti og grafikki, ið alt samalt verður sett saman við einum úrvali av øllum teim mongu myndunum, sum eru sendar inn til Ólavsøkuframsýningina. Sjálv uppsetingin av framsýningini er rættiliga serstøk og skuldi tryggja framsýningargestunum eina ordans ólavsøkuuppliving, har teir verða undirdýktir í myndum.
Hugsanin aftan fyri Ólavsøkuframsýningina í ár er at taka støði í upprunaliga konseptinum og at blanda avrik hjá leikum og lærdum. Ólavsøkuframsýningin í ár er fjølbroytt og tað munu vera útivið sjeyti ár millum elsta og yngsta luttakara á framsýningini, men tær gomlu málarahetjurnar eru eisini við á framsýningini. Millum áhugaverkini síggjast reproduktiónir av kendum verkum hjá Mikines, Ingálvi av Reyni osfr.
Kjallaramálarin, fjøllistamaðurin og útisetin Tóroddur Poulsen hevur saman við soninum, Lukasi T. Sass ein rættiliga stóran leiklut sum veggjamálari, men harumframt hevur Tóroddur Poulsen eisini oljumálningar við á framsýningini og elasmáar vatnlitamyndir, ið leiða áskoðaran oman í kjallaran, har "Harra Hol" heldur Ólavsøku aftur við syruta videolagnum, sum áhugaverdi listamaðurin Dennis Agerblad úr Vestmanna hevur gjørt til yrkingina "Flaggið/Flaget" hjá Tóroddi Poulsen. Hefyri gav hann út fløgu við tulkingum av yrkingum hjá Tóroddi Poulsen á føroyskum og donskum. Óskikkiligi "Harra Hol" er afturvendandi figurur í myndaheiminum hjá Tóroddi Poulsen, hann er útgjørdur við signaturinum hjá einum listamanni, ið kallar seg Bi Zarré og er altíð eyðmerktur ©Túalfagralandmíttproductions. Tóroddur Poulsen eigur somuleiðis myndina á plakatin, sum verður framleidd til Ólavsøkuframsýningina. Í serstaka verkinum "Sunnumorgun" hjá Tummas Jákupi Thomsen úr Gøtu hómast sama slag av kerligum speisemi í rúmligu installatiónini, sum ímyndar eitt fittligt bygdarlag við pílahúsum, kirkju og bilum.
Kjallaramálarin, fjøllistamaðurin og útisetin Tóroddur Poulsen hevur saman við soninum, Lukasi T. Sass ein rættiliga stóran leiklut sum veggjamálari, men harumframt hevur Tóroddur Poulsen eisini oljumálningar við á framsýningini og elasmáar vatnlitamyndir, ið leiða áskoðaran oman í kjallaran, har "Harra Hol" heldur Ólavsøku aftur við syruta videolagnum, sum áhugaverdi listamaðurin Dennis Agerblad úr Vestmanna hevur gjørt til yrkingina "Flaggið/Flaget" hjá Tóroddi Poulsen. Hefyri gav hann út fløgu við tulkingum av yrkingum hjá Tóroddi Poulsen á føroyskum og donskum. Óskikkiligi "Harra Hol" er afturvendandi figurur í myndaheiminum hjá Tóroddi Poulsen, hann er útgjørdur við signaturinum hjá einum listamanni, ið kallar seg Bi Zarré og er altíð eyðmerktur ©Túalfagralandmíttproductions. Tóroddur Poulsen eigur somuleiðis myndina á plakatin, sum verður framleidd til Ólavsøkuframsýningina. Í serstaka verkinum "Sunnumorgun" hjá Tummas Jákupi Thomsen úr Gøtu hómast sama slag av kerligum speisemi í rúmligu installatiónini, sum ímyndar eitt fittligt bygdarlag við pílahúsum, kirkju og bilum.
Jóhonnu av Steinum kenna vit sum dugnaligan og vælumtóktan sniðgeva úr Havn, sum býr í Keypmannahavn. Hetta er fyrstu ferð, hon tekur lut við myndlist, sum hevur fingið heiðursplássið undir liðini av sjálvum nestorinum innan føroyska list, grundleggjaranum av føroysku myndini av bygdini við sjóvarmálan. Men meðan Zacharias Heinesen skapar glitrandi mynstur á løriftinum við støði í náttúrunar ljósi og vætu, fer Jóhanna av Steinum hin vegin, tá hon umskapar mynstur til eitt slag av rúmligum stjørnukortum, sum eru bundin og sum hon hevur gjørt við íblástri í figuratiónum hjá Hanna Bjartalíð, ið er úr Klaksvík, men hevur búð í Finnlandi í mong ár. Tey trý træobjektini hjá Hanna Bjartalíð minna eitt sindur um smáttur ella lívbjargaratorn, men tey eru í veruleikanum uttan funktionalitet eins og hugtakandi kvirrar og kenslubornar standmyndir úr lívrunnum endurnýtslutilfari. Mynstrini hjá Silju Strøm úr Vestmanna bera av øllum í fínleika í tveimum smáum myndum, sum ikki tykjast endurspegla veruleikan, men sum onkursvegna viðgera tað menniskjagjørda og kunstiga.
Ólavsøkuframsýningin 2013 er sett saman av fleiri smærri framsýningum, t.d. hevur kuratorurin valt út myndir í Steinprenti út frá heitinum "Hvør fuglur letur við sínum nevi". Grafikkúrvalið er á so mangan hátt dømi um fjølbroytnið í framsýningini, sum eisini telur útlendskar framsýnarar. Umframt fuglar er eisini vorðið pláss til nakrar fínar, humoristiskar seyðalýsingar hjá Fríðu Matras Brekku, sum saman við Jan Andersson hevur Steinprent á Skálatrøð í Havn. Náttúra og serliga fuglar hugtaka danska listamannin og veiðumannin Svend-Allan Sørensen, og tað sama ger amerikanski rithøvundurin Henry David Thoreau og hansara tankar um einfaldan livihátt, sum vórðu lýstir í víðagitnu bókini "Walden - Life in the woods". Men tó at myndirnar hjá Svend-Allan á ein hátt eru einfaldar, innihalda tær einki naivt ynski um at venda aftur til náttúruna. Heldur er talan um subtilt og rættiliga poetiskt skemt av tí álvarsliga slagnum, og myndirnar eru konseptuellar. Talan er til tíðir um tautologiskar staðfestingar, har tað á ymsan hátt verður sipað til tað sama fyribrigdið. Á sama hátt stendur orðið FUGL skrivað á dekorativu fuglamyndini hjá danska listamanninum Erik Heide, sum hevur vitjað í Føroyum og sum í fleiri umførum hevur arbeitt í Steinprenti.
Partar av Ólavsøkuframsýningini 2013 eru eins og tysjandi aldur av myndum, meðan framsýningin aðrastaðni er meira stýrd og einføld á sama hátt og vanligar yrkislistaframsýningar. Marius Olsen og Hansina Iversen eru bæði úr Havn, hann býr í Finnlandi og hon í heimbýnum og tey sýna hvør í sínum lagi fram fýra dygdarverk, sum tó at tey eru ávikavist figurativ og nonfigurativ, tala til hvørt annað og skapa eina fjálga og klára harmoni, ið breiðir seg um alt framsýningarrúmið yvir til tey vøkru, men meira hugsaðu verkini hjá Jóhan Martini Christiansen. Hansara trý tekstillistaverk eru seymað burtur úr seingjarklæðum hjá listamanninum, sum arbeiðir eitt sindur øvugt av readymade. Verkini eru ikki klár, fyrr enn listamaðurin er liðugur at seyma og forma tey eins og smáar søgur um tilveruna, sum hanga uppi á vegginum. Ólavsøkuframsýningin umboðar okkum øll, hetta sæst ikki minst í rørandi fotomyndarøðini hjá Onnu Kathrinu Højgaard úr Havn, sum vísir á vakurleikan í teimum ymisku tíðarskeiðunum í lívinum. Portrettmyndirnar av eini kvinnu, sum hevur mist hárið av sjúkuviðgerð eru stórslignar lýsingar av skroypiligu tilveruni.
Komið øll og upplivið hesi nevndu verkini, umframt hópin av øðrum verkum á Ólavsøkuframsýningini 2013 - Føroyingar, ið her nú koma saman. Kurator: Kinna Poulsen. Listafelag Føroya skipar fyri. Stuðlað framsýningini: Okkara og Føroya Bjór. Fernisering verður ólavsøkuaftan 28.juli klokkan 15. Framsýningin er opin frá klokkan 14-20 ólavsøkuaftan og ólavsøkudag.
Kinna Poulsen