Eg var í
Steinprenti í gjár og møtti har listamanninum Mariusi Olsen, sum var í gongd
við at gera ársins gávuprent til limirnar í Steinbrá. Enn er bara steinurin
liðugur, men tað sær longu ógvuliga spennandi út, so eg gleði meg at síggja
royndarprentið í morgin. Marius Olsen hevur teknað og laverað, so at eftir
standa 8 myndir á steininum, sum limirnir í Steinbrá fara at kunna velja í
millum. Myndevnini eru ymisk og rættiliga eyðkend fyri listamannin, sum ofta lýsir
menniskju og lands- og býarløg á sín egna serstaka hátt, har kompositiónin saman
við presisiónini í strikuni og muninum millum hvítt og svart ala fram eitt gátuført,
tættað huglag. Hesa ferð er eisini millum myndevnini ein fitt lítil finsk chinchilla, sum býr
heima hjá Marius og unnustuni.
(KP)