Mjúki føroyski summarmjørkin hevur við sær, at flogferðslan umvegis floghavnina í Vágunum er nógv tarnað hesar dagarnar og tað var hon eisini í gjár, tá eg við familjuni vendi heimaftur eftir stuttan jazzsummarferiusteðg í danska høvuðsstaðnum. So er at vera tolin og tað vóru vit eisini í ein so mikið stóran mun, at gjárdagurin gjørdist fullur av stuttligum óvæntaðum gleðisløtum. T.d. einaferð í nátt, tá flogfarið brádliga og uttan nakað roks lendi í okkara kæra heimlandi og ikki minst hálvanannan tíma áðrenn, tá Atlantic-serveringin vísti seg frá sínari bestu síðu við lekrum sushi við føroyskum laksi frá Hiddenfjord og ísakøldum hvítvíni afturvið.
Eri altíð spent at lesa blaðið, sum liggur umborð á flogførum. Haldi ofta, at greinirnar eru góðar og áhugaverdar og ofta er myndagóðskan og pappírsgóðskan av allarfrægasta slag. Mær dámar sera væl at blaða í teimum glitrandi, tjúkku dygdarpappírssíðunum og lesa greinar t.d. um okkurt áhugavert, sum gongur fyri seg í býnum, sum eg eri á veg til.
Tað er flott, at eisini okkara Atlantic Airways megnar at geva eitt tílíkt vakurt blað út og hesa ferð hevur Atlantic Review m.a. Milano á breddanum, tað er upplagt, nú Atlantic vaksur um sínar destinatiónir. Greinin um Milano er sera breið og harvið eisini eitt sindur grunn og óáhugaverd. Greinin um Vestmannabjørgini er eitt sindur meira miðsavnað og áhugaverd og tað sama kann sigast um greinina um tað svimjandi gullið, sum er skrivað við støði í makrelósemjuni. Greinirnar eru sum heild deiliga ymiskar og eg haldi sum heild, at tað er fínt, at støðið er soleiðis, at tey flestu skilja innihaldið.
Høvuðsgreinin, sum permumyndin við teimum báum glasfuglunum sipar til, snýr seg um føroyska glaslist, men her fer støðið altso eitt petti niður um tað rímiliga. Gamaní hevur greinaskrivarin rætt í, at at glas er vorðið sera vælumtókt tøkni hjá einari rúgvu av kreativum fólkum í Føroyum, sum klippa og mála glas. Tríkantaðir fuglar við stórum rundum eygum eru serliga vælumtóktir, eg gangi út frá, at orsøkin til tað er, at teir ikki eru serliga torførir at gera, ein tílíkur sum er avmyndaður vinstrumegin stóð á permuni á einum donskum Panduro Hobbyblaði fyri nøkrum árum síðani og eg havi seinnu árini sæð rættiliga nógv dømi um hesar glaslutirnar, ið fólk tykjast ómetaliga glað um.
https://www.google.com/search?q=glaskunst&source=lnms&tbm=isch&sa=X&ei=tdDeUZnHJIa57Ab7mIDIAQ&ved=0CAcQ_AUoAQ&biw=1280&bih=709
(s.40 í Atlantic Airways Summar 2013 í greinini Faroese glass art spreading joy, sum Uni Arge skrivaði)
(KP)