Wednesday, July 31, 2013

Keisarans nýggju klæðir á tjóðpallinum

 
Tað er ein avbjóðing fyri mong okkara at lurta ordiliga, tá onnur tosa. Til dømis lurtaði eg ikki serliga væl, tá prestur prædikaði í dómkirkjuni ólavsøkudag, men eina løtu áðrenn nakrar keðiligar dómadagsfrasur gjørdi, at eg heilt misti uppmerksemið, helt eg, at hann var í holtur við at avmontera materialismuna.

Eina tílíka skjóta lítla avmontering kundu vit trongt til her heima. Vit hava nevniliga fingið nýtt sjónvarp. Eitt smartvarp kalla tey tað. Men so smart er tað nú heldur ikki, tí vit hava havt tað í ein heilan mánaða og eg havi ikki fyrr enn nú funnið út av hvussu mann finnur Kringvarp Føroya. Vit hava  heldur ikki havt nógva orsøk til tað, tí umframt, at ongi tíðindi eru at finna á hesari rásini, má eg tíverri staðfesta, at hon heldur ikki er kappingarfør, tá tað kemur til at fanga uppmerksemið hjá børnum ein hálvan tíma av og á hesar drúgvu feriudagar
Kringvarp Føroya hevur ein risa fyrimun, sum ongar aðrar rásir hava, henda rásin er á føroyskum. Málið, sum okkara børn fata veruleikan ígjøgnum. Kringvarp Føroya hevur eisini tann fyrimunin, at tey hava nøkur dugnalig fólk, ið gera góðskutilfar til børn, men kappingin er allíkavæl ov hørð frá útlendsku rásunum, sum í størri mun satsa uppá at koma við góðskutilfari til børn.

Men, vit hava tíbetur Tjóðpall Føroya, sum hetta summarið hevur valt at satsa uppá góðskutilfar til børn, nevniliga uppsetingina hjá Katarinu Nolsøe og Hans Tórgarð av ævintýrklassikaranum Keisarans nýggju klæðir. Henda uppsetingin er bygd á tað týdningarmesta, nevniliga virðing fyri børnum. Men hon er somuleiðis bygd á ein serstakan ans fyri at raka beint á ein serstakan barnahumor, ans fyri at halda uppmerkseminum hjá børninum, ans fyri tí svaka og tí poetiska, skjóta og seina, einfalda og rokaliga, fyri tí lætta og fyri tyngd. Tí sjálvt um leikurin er deiliga lættur, er hann eisini tungur. Katarina Nolsøe og Hans Tórgarð geva ikki bara børnunum eina stuttliga uppliving, men eina nuanseraða og fleirtýðuga mynd, sum fær hjálpt teimum við at fata henda heimin og menniskjuni, fata materialismunnar árin á menniskju, fata fáfongdina, fata maktmál og guddómliga narsissismu.

Einki verður penslað út á ovurpedagogiskan hátt, men alt er har allíkavæl, eitt smartvarp, sum ikki er smart, ein prestur, sum brúkar ræðuorð, vaksin, sum ikki lurta, tá onnur tosa, politikarar sum marsjera gjøgnum býin í teirra fínasta skrúð og eitt fólk, sum ikki evnar, torir ella vil steðga teimum fyrr enn sjálvgleðin er total.

Tað kunnu vit sjálvandi eisini takka H.C. Andersen fyri, sum hevur skrivað eitt ævintýr, sum heldur ótrúliga nógv ár eftir at tað er skrivað. Men H.C. er ikki her, so í staðin takka vit Tjóðpalli Føroya, Katarinu Nolsøe og Hans Tórgarð.

(IS)