Sunday, July 14, 2013

Hoydalar hitt horvna Atlantis


Nú er lív aftur í dalinum fagra og øll eru glað og positiv - ókey, kanska ikki øll. -Við vanda fyri at vera skýrd sum kroniskt negativ broytingarresistent fornleivd, so haldi eg framvegis, at tað er óluksáliga synd, at 2.HF skal niðan í Krákugjógv at ganga í skúla í Hoydølum og at tað er stak keðiligt, at dýrabæra tíðin í fríkorterinum fer til ferðing og frustratiónir, tí parkeringsskipanin eisini er herd. Og sjálvandi er hetta tiltrongt, men ikki stuttligt, tá einki parkeringspláss er at finna, tá tú kemur oman úr Krákugjógv. Mentamálaráðið hevur valt ikki at fylgja tilmælinum frá skúlanum um at økja um talið av lonum, og tað er so teirra raðfesting. Sjálv kann eg bara tiga, tí eg havi ikki 2.HF í ár, so tað mugu tey um ella mugu tey tað? Er hetta ikki eitt felags mál, sum skúlin, ja alt samfelagið tekur undir við? Her er ein grein, sum eg skrivaði um mítt arbeiðspláss herfyri:



So er søgn, at Føroyar liggja norður har í Atlants havi,
hvar í fyrndini lógu hini skaldadroymdu lond,
og prestinnan av Atlantis, klædd í landnyrðing og glaðu,
mánableikar nætur rættir út sína hvítu hond. 

Atlantis munu tey flestu hava hoyrt um – stórbæra fornaldarríkið, sum brádliga sakk í havið og hvarv frá degi til dags eini tíggju áratúsund f.Kr. Mytan er elligomul, men Platon brúkti Atlantis sum dømi um ein idealstat í dialogunum Kritias og Timaios, og seinni er henda sama mytan viðgjørd í hópin av bókum og greinum frá renesansuni og fram til í dag. Seinastu 150 árini hava fleiri leitað eftir horvna Atlantis og summi halda seg hava funnið tað ymsastaðni á klótuni. Tað ljóðar helst løgið, men nú haldi eg, at vit í Hoydølum eru farin at hóma ta fatalu prestinnuna av Atlantis, tað hugsaði eg í hvussu er í gjár, tá útvarpið boðaði frá avgerð mentamálaráðsins um, at tríggir flokkar í Hoydølum komandi ár skulu húsast í Vinnuháskúlanum undir Krákugjógv. Gamaní sýnist prestinnan í skapinum av einum aðalstjóra í mentamálaráðnum (Poul Geert Hansen) ikki eins glógvandi á hesum sinni, men hon er ógvuliga máttmikil fyri tað, tí hon avger gerandisdagin hjá einari rúgvu av menniskjum. Tað eru ikki so langt síðani, at ørkymlandi yvirskriftin "Hoydalar sjúnkar" stóð á permuni í Dimmalætting og í eini ørandi løtu sá eg fyri mær allan skúlan, hitt forngamla gula tuberklahúsið og slitna gráa elementbygningin, musikkhúsið og myndlisthúsið, lonirnar, allar 800+ næmingar, 95 lærarar, 3 skrivstovufólk, 3 kantinufólk, 3 húsavørðar og uml. 10 reingerðarfólk svølgd, horvin av jarðarinnar skorpu, sokkin niður á samfelagsins botn, uttan at nakar ordiliga varnaðist ella legði í tað sum  hendi.

Í veruleikanum sipaði blaðyvirskriftin í Dimmu vistnokk til ta landafrøðiligu sannroyndina, at lendið kring studentaskúlan í Hoydølum er vátt og at bygningarnir tessvegna hava hug at sjúnka. Vátlendið í Hoydølum eru jú gomul tíðindi sama sum nógvir aðrir hølistrupulleikar í Hoydølum, ið hava verið ignoreraðir alt ov leingi. Tá eg byrjaði at arbeiða sum lærari í Hoydølum fyri meira enn tíggju árum árum síðani, vuksu soppar í kjallaranum á gomlu gentukostdeildini, altso ordiligir soppar, prúðir champignonskendir soppar, sum so lystiliga spruttu í rivum í gólvinum og sum vit eygleiddu við ræðslukendum forvitni. Nøkur ár seinni kom eldur í tann bygningin og tessvegna og bara tí fingu vit ein nýggjan, sum mær vitandi ikki er eins gróðrarmikil, tá tað kemur til soppavøkstur, men eg veit tað ikki, tí nú verður tann bygningurin bert brúktur til tónleikaundirvísing meðan vit í myndlist eru farin niðan í gamla læknahúsið uppi við Hvítanesvegin og soleiðis er við øllum í Studentaskúlanum og HF Skeiðnum í Hoydølum, at hvør ein krókur verður gagnnýttur til undirvísingarhøli. At Hoydalar yvirhøvur eydnast og at tað eydnast væl sum undirvísingarprojekt er bert takkað verið greiðum yvirliti hjá umsitingini á skúlanum, góðum fólki og eini øgiligari rúgvu av largesse frá øllum, sum dagliga arbeiða og virka í dalinum fagra, har hugtakið sum sild í tunnu kundi brúkast fyri fleiri hundrað næmingum síðani.

Sannleikin er tann, at eg nú í skjótt 11 ár havi arbeitt á einum skúla, sum ongantíð hevur verið savnaður saman á einum stað, av tí at einki høli í skúlanum rúmar okkum øllum. Eg havi vant meg til hetta júst sum eg havi vant meg til at standa í endaleysari kø í kantinuni, sum hevur við sær, at seinastu næmingarnir mugu eta í tímanum. Eg havi eisini roynt nakrar ferðir ikki at sleppa á ves, tí tey tvey læraravesini ikki nøkta tørvin. Eg havi somuleiðis vant meg við at vera í teirri heldur ondleysu ítróttarhøllini, har vit uttan nakað serlig trúvirði syngja "vivat accademia", meðan pisurnar í føroyskum klæðum fáa endaliga prógvið fyri lokið miðnám. Okkara credo má meira enn nakað vera, at innihaldið er meira umráðandi enn karmarnir og higartil hevur gingist rættiliga væl í mun til verandi umstøður, tó at eg ikki haldi, at virðingin fyri skúla og skúling sýnist serliga stór í okkara samfelagi. Tá eg byrjaði at arbeiða í Hoydølum var nógv tos um hvørt vit skuldu vera verandi har ella um vit skuldu vera partur í nýggja risastóra deplinum. Sagt var okkum, at okkara meining hevði týdning og tessvegna vóru fundir hildir og uppskot um hetta og hatta vórðu løgd fram, inntil meirilutin av lærarunum avgjørdi, at vit høvdu hug at halda fram í Hoydølum. Sjálvt um hetta slagið av tykis-demokrati hevur nógva spilltíð við sær haldi eg, at nógv okkara allíkavæl vóru glað fyri at síggja eitt lítið sindur av vilja, raðfesting og virðing fyri skúlanum endurspeglast í politisku skipanin, tá avgerð kom um at seta spakan í Marknagil. Men bíðitíðin er øgilig og næmingatalið økist á hvørjum ári. Fyrradagin fingu vit endaliga fráboðan um, at tríggir flokkar í Hoydølum hetta komandi skúlaárið fara at halda til á Vinnuháskúlanum. Tað gongur beinleiðis í móti tí, sum skúlin ynskir og tilmælum frá fyrrverandi rektaranum, Mikkjali Helmsdal, sum mælti til, at fleiri av teimum fyribils skúlastovunum verða bygdar, tí tær lonirnar, sum vit hava frammanundan, hava riggað serstakliga væl.

Eg haldi, at tað er heilt ómetaliga synd í teimum umleið 75 næmingunum, sum ikki sleppa at vera partar av heildini í teirra egna skúla. Sosialt hevur hetta eyðvitað stóran týdning, men eisini frálæruliga verður tað ein trupulleiki hjá teimum, at tey ikki kunnu renna oman í bókasavnið, til lestrarvegleiðingina, á skrivstovuna osfr. tá tey hava tørv á tí. Eg veit ikki hvat verður gjørt viðvíkjandi serstovum til alisfrøði, evnafrøði, tónleik, myndlist osfr. men vit hava roynt tað áður, at partur av næmingunum húsaðist í Eysturskúlanum og Skúlanum á Løgmannabreyt. Tá vóru nógvir pengar brúktir til taxabilar, friður verið við tí, tá ber hóast alt til at hvíla seg eitt sindur, men eg rokni altso ikki við, at nakar hevur hug at fara út í tílíkt aftur; at brúka steðgin millum tímarnar at fartast aftur og fram millum skúlar í vónleysari leitan eftir parkeringsplássum osfr. Úrslitið er, at næmingarnir fáa ein lærara, sum er meira stressaður enn annars og tað er ikki gott fyri nakað. Vit hava higartil í Hoydølum verið ómetaliga samstarvsfús, men nú ivist eg í um næmingarnir finna seg í hesi nýggjastu ráðagerðini hjá mentamálaráðnum, tað er hóast alt teirra framtíð, tað snýr seg um.

So er søgn, at teir sum síggja prestinnu av Atlantis,
henni fylgja til dýpsins bláu dreymahallar heim,
og hon brosar teir í blund og teir kransar við Eranthis,
meðan næstrafólk og frændur gráta og syrgja yvir teim




(KP)