Thursday, July 4, 2013

SUMMARFERIULISTIN 2 - sól og ungdómur


Nú er summarið endiliga komið, henda ljósa góða tíð, sum vit stóran part av árinum bíða eftir. Vit hava frí og kunna løða okkum upp aftur við ljósi og orku. Vit á listablogginum ætla okkum uttanlands at halda summarfrí, men bloggurin verður røktur óansæð. Hesa vikuna fagna vit summarinum við summarferiulist og í dag hyggja vit at einari fantastiskari mynd hjá danska listamanninum J.F.Willumsen frá 1909 har listamaðurin hevur málað nakrar dreingir á eini strond. Myndin eitur "Sól og ungdómur" og móttøkan av henni, tá hon varð avdúkað í 1910, var ikki ótreytað positiv. Í okkara krymputu tíð kunnu vit kanska billa okkum inn, at mótstøðan kom av øllum nakinleikanum, at dreingirnir ikki eru í klæðum, men so var ikki. Skagensmálararnir høvdu jú í upp til 25 ár frammanundan málað nakin børn á strondini í teirra vøkru impressionistisku myndum. 

Í mun til myndina hjá Willumsen, eru dreingirnir í størri mun partar av teirra umhvørvi í myndini, sum P.S.Krøyer málaði í 1892. Dreingirnir hjá Willumsen tykjast nógv meira sansaligir, til reiðar at taka yvir náttúruna. Krøyer sigur søgur í myndum, vit fylgja dronginum, sum kemur vinstrumegin og síggja á herðunum hvussu kaldur og óttafullur hann er. Formliga miðsavnar Krøyer seg fyrst og fremst um ljósið, um aldurnar við glitrandi silvitni, sum speglast í bláum á dreingjakroppunum. Dreingirnir gerast á henda hátt partur av váta umhvørvinum. Dreingirnir hjá Willumsen eru fastari í skapinum, teirra anatomi er týðiligari og spenti formurin á kroppunum í sólini ger kropparnar sjálvstøðugar og avbjóðandi á sama hátt, sum myndin ikki er eins løtt at avmarka stílsliga og tann hjá Krøyer. Anatomiskt eru figurarnir klassiskir á at líta, men skugga- og litárin tykjast antirealistisk, mynstrini savna seg í slættar, dekorativar flatar í vitalistisku lýsingini.