Wednesday, February 2, 2011

Miðvikukvøldslestur í Sirkus



Í kvøld, kyndilsmessukvøld, fer Alexandur Kristiansen at lesa upp úr verkum sínum á Sirkus í Vágsbotni. Alexandur Kristiansen er eitt av okkara virknastu og fjølbroyttastu skaldum og evnar at yrkja og enduryrkja í øllum hugsandi stílum. Síðani hann kom fram alment við fyrstu yrkingum sínum í seinnu helvt av trýssunum hevur hann greitt mangt valaverk úr hondum: yrkingasøvn, barnarímur, týðingar o.s.fr. Av yrkingasøvnunum kunnu m.a. nevnast Jomfrú við ongum bróstum (1972), Várt dagliga lív (1979), Staksteinar (1990) og Gud er danskari enn Guð (2003). Sum nevnt er Aleksandur Kristiansen eitt fjølgávað, ikki at siga fjølkunnugt, skald og fevnir bæði út yvir at kalla øll kend yrkingasløg í okkara tíð bæði heimlig og útlendsk. Hann kann hvørt um annað tamba máltolið hjá lesaranum og yrkja so greitt og beint fram at hvørt mansbarn skilur og gera tað við fynd og dýpd.

Miðvikukvøldslesturin hesaferð er tann tíggjundi í røðini og vónandi fara tit, góðu skaldskaparvinir, at møta mannsterkir á Sirkus hetta kyndilsmessukvøld 2011.

Vinarliga
Nevndin í Rithøvundafelagnum


Yrkingar:
http://listinblog.blogspot.com/2010/12/maur-og-malningur.html

http://listinblog.blogspot.com/2010/08/standmyndir.html