Refleksjón snýr seg so herliga nógv um list fyri tíðina. Í seinastu sending byrjaði ballið við einum fínum portretti av the grand old man í føroyskari leiklist, vegaranum og kristna fríteinkjaranum Eyðuni Johannesen og harumframt var eisini áhugavert at hoyra tey bæði, Guðruna og Bartal, sum vunnu tónleikakappingina Sement og viðmerkingarnar frá dómarunum. Kjakast varð í sjónvarpsstovuni um listastuðul og filmslistin varð eisini nevnd at enda. Onkursvegna hevur virðingin fyri listini ella mangul uppá sama verið eitt høvuðstema í fjølmiðlunum í seinastuni. Í portrettsendingini um framúrskarandi málaran Zacharias Heinesen greiddi hann m.a. frá hvussu lítið pápi hansara var virdur fyri sína skriving, sum fólk ikki mettu at vera veruligt arbeiði. Eyðun Johannesen leikstjórnar Meðan vit bíða eftir Godot, ið verður frumsýndur fríggjadagin á tjóðpallinum. Eyðun greiddi somuleiðis frá, at tá hann byrjaði var tað hugburðurin mótvegis hugsanini um eina yrkisleiklist, ið var størsta forðingin. Hann søkti fíggjarligan stuðul frá vinnulívi og politikarum og hann minnist serliga eitt aftursvar frá Tryggingini, sum var vanvirðandi og sum gekk út uppá, at Tryggingin ikki kundi droymt um at stuðla nøkrum, sum brúkar sítt lív uppá nakað so lágt sum at standa og skapa sær á einum palli. Eyðun Johannesen legði aftrat, at hann bæði vónaði og væntaði, at Tryggingin hevur broytt hugburð.
Nú havi eg ongan møguleika fyri at vita hvussu Tryggingarfelagið Føroyar hevur tað við leiklistini, men eg veit at tey hava so mikið stóran áhuga og virðing fyri myndlistini, at tey fyri kortum valdu tey at leggja eina fantastiska mynd hjá Rannvá Kunoy aftrat teirra virðismikla savni, sum telur Mikines, Steffan Danielsen, Ingálv av Reyni, Zacharias Heinesen, Tommy Arge, Marius Olsen og nógv annað gott. Avgerðin at ogna sær myndina "Sufferer" (2010) var djørv. Samanborið við aðrar føroyskar listaframsýningar, var Summarframsýningin hjá Rannvá Kunoy í Norðurlandahúsinum so mikið øðrvísi, at summi ivaðust um nakað kundi vera í hesum ljósu, løttu myndum, annað enn luftig og innihaldsleys estetisisma. Hesir listaáskoðarar hava kanska ikki lætt við at sleppa takinum í okkara sansaliga og ítøkiliga umheimi, í menniskjanum, náttúruni, húsunum, sum føroysk listafólk hava tikið støði í síðan byrjanina. Orsakað av okkara stuttu listasøgu gerst tað møguliga torført at taka støðu til meta-list, tvs. list, ið sipar til aðra list. Reaktiónirnar sigast somuleiðis at hava verið ógvusligar, tá omanfyri nevndi leikur hjá Beckett var framførdur á fyrsta sinni í Sjónleikarhúsinum í 1962 og nú verður spennandi at síggja fríggjadagin um nakað er broytt ella hvat er broytt, tí lítið er at ivast í, at bæði uppseting og áskoðarar eru broyttir.
Innan heimslistina hevur málningurin sum kunnugt verið deyðadømdur fleiri ferðir. Men hóast t.d. minimalisma, installatiónslist og bad painting eru heiti á myndlistarákum, ið hava verið tekin um myndakreppu, er myndin í dag eins livandi partur av myndlistini sum nakrantíð. Samtíðarlistin er sum heild vorðin heldur torfør at fata, tí hon er kontekstuell, tá hon relaterar, kjakast og finnst at samstundis sum hon er tung av týdningum innan sera ymisk øki, antin tað er politiskt, sosialt, lingvistiskt, filosofiskt, semiotiskt ella okkurt heilt annað.
Allíkavæl kunnu vit øll fáa nakað burturúr myndunum hjá Kunoy, sum alt fyri eitt rúnarbinda áskoðaran við vakurleika og einum illusionistiskum myndarúmi, sum at byrja við tykist endaleyst. Listakvinnan bjóðar eisini áskoðaranum at møta hennara myndum við teirra egnu upplivingum: ”Tað, sum áskoðararnir bera við sær í teirra tulking av myndunum, er eins umráðandi sum tað, eg geri við løriftið”. Og tað er veruliga ein sannroynd, at myndirnar broytast, tá tú hevur hugt eina løtu. Sum skýggjlíkar formatiónir spreiðast og savnast tær í huga áskoðarans til alskyns myndevni; ein kanin, ein kona og eitt høvd umbroytast meðan tú hyggur og brádliga síggjast eisini í summum myndum bókstavir og brot av orðum, ið daga fram úr myndarúminum. Tú fært kenslu av einum stórslignum og djúpum metafysikki, samstundis sum okkurt í myndunum minnir teg á, at hetta eru bert myndir, eins flatar og tær flatastu hjá Andy Warhol. Sum áskoðari er tín leiklutur eins umráðandi og tann hjá listakvinnuni og loyvir tú tí, kunnu myndir hennara gerast ein stór, vitskuvíðkandi uppliving
Var Summarframsýningin í sær sjálvum djørv og øðrvísi, er stóra pinklitta myndin Sufferer 2010 (142x183 cm) tað ikki minni og tí er tað at fegnast um, at Kristina Háfoss og Gunnar í Liða frá Tryggingarfelagnum gjørdu av at ogna Tryggingini hesa myndina, so at hon verður verandi her í Føroyum. At síggja til er myndin at líkna við ein stóran, ófantaligan ljósareyðan blett, ið breiðir seg um snjóhvíta løriftið. Men hyggur tú eina løtu, savnar bletturin seg til eina portrettmynd ella tvær profilmyndir, ið sum eitt Janushøvd skoðar til báðar síður. Formurin er átøkur gomlum bringumyndum úr arkaiskari tíð ella úr Persia og samstundis er liturin so ómetaliga óklassiskur. Og tú skalt heldur ikki vera serliga Freudforvirraður fyri at síggja eitt frekt fallossymbol í monumentalu myndini av hesum fatta, rundleidda ljósareyða liminum. Heitið "Sufferer" er eitt sagnorð, sum er gjørt um til eitt navnorð: "Líðari" (av líðing) og er í ófrættakenda týdningi sínum eisini í andstøðu til allan tann ljósareyða candy floss lættleikan. Ljósareyð skapið stendur ikki í stað men flýtur og gevur tú tær sjálvum høvið og hyggur eina løtu aftrat sær tú tað, sum tú ikki sást fyri løtu síðani, eins og tú kanska sært tað, tú í grundini ikki sært, meðan tú møguliga ikki ert vís í, at tú sært tað, tú í veruleikanum sær. -Vit ynskja Tryggingarfelagnum og okkum øllum hjartaliga tillukku við listaverkinum.
(KP)