Friday, February 11, 2011

Vatnið og ljósið



Paul Cézanne (1839-1906) varð ivaleyst ovfarin, kom hann nakrantíð til Havnar og á gátt í føroyska listasavninum í Gundadali. -Kann tað veruliga passa, hevði hann grundandi spurt seg sjálvan, framman fyri myndini “Skálabeiti” (1948) hjá Ruth Smith, -at listafólk í hesum fjarskotna oyggjalandi hava somu listarligu hugsjónir sum eg? Framman fyri myndini “Vár” (1982) hevði hann nikkað játtandi fram fyri seg, meðan hann samstundis kanska øtaðist yvir víðgongda dámin í hesum verki. Tað eru jú hundrað ár síðani Cézanne doyði og sostatt eru góðar grundir til, at hann hvørki náddi at vitja eitt føroyskt listasavn, eins og hann ikki av álvara slapp at uppliva velduga árinið, hansara sermerkti máliháttur fekk á modernaðu myndlistina frá kubismuni hjá Picasso og Braque og víðari til nonfigurativa myndlist. Og hóast vit, sum kenna listamannin, ið málaði “Vár”, neyvan vildu skýrt hann víðgongdan, kunnu vit afturlítandi ásanna, at hóast summi fet vóru so stillfør, at tú næstan ikki legði tey til merkis, er ein støðug menning farin fram í lívsverki Zacharias Heinesens (1936).

Afturat tekning, vatnlitamáling, steinprenti og ymiskum prýðisuppgávum, hevur oljumálningurin sítt týdningarmikla pláss í framleiðslu Zachariasar. Hansara kendu kompositiónir við fýra- og trýkantaðum fjøllum og húsum í bjørtum litum hava at kalla myndað skúla innan føroysku myndlistina, so mikið sum ein nú kann tosa um skúla í einum listaskúlaleysum landi. Myndevnið, ið støðugt upptekur hann, er bygdin við havið. Huglagið tykist ljóst og bygnaðurin er luftalsliga einfaldur. Umráðandi innihaldsliga sæð tykist mótsetningurin millum stórt og smátt, millum ta stórbæru náttúruna og tey evarska smáu húsini. Hóast Zacharias Heinesen á sama hátt sum impressionistarnir í 1870´unum fæst við at skráseta náttúruna undir skiftandi ljósviðurskiftum, er eyðvitað stórur munur millum tær naturalistisku og objektivt hugsaðu myndirnar hjá impressionistunum og so flatumálaríið hjá føroyska listamanninum, ið m.a. er íblást av klassiskum modernistum sum Matisse og Picasso. Tó at tað snýr seg um figurativar náttúrulýsingar við konkretum heitum (t.d. ávís staðarnøvn), eru hesar myndirnar rættiliga abstraktar. Landslagsmyndevnið tykist vera nýtt sum eitt høvi til at mála litir á eina flatu eftir einari ávísari listarligari hugsan og skipan. Ofta eru grundlitirnir umboðaðir; gulir og reyðir litblettir festa í bláar og grønligar flatur, sum eru uppbygdar av fleiri litløgum soleiðis, at myndaflatin er líkur einum samansettum teppi. Í skitsum, tekningum og vatnlitamyndum tykist tilgongdin sum heild meira naturalistisk enn í málningunum.

Ljósið hevur ein serligan leiklut í málningum Zachariasar og er kanska besta dømi um, hvussu abstraktar hesar myndir ofta eru. Í staðin fyri at avmynda náttúrligt ljós og árinið, tað hevur á fjøllini, fjørðin, bøin osfr., kann mann siga, at myndirnar framleiða eitt egið ljós, sum liggur aftan fyri og skínur út ymsastaðni í myndaflatanum gjøgnum tey mongu løgini av máling. Tey uttastu, pastosu málingaløgini, ið eru strokin ella spartlað á løriftið, geva myndayvirflatuni ein ruflutan dám, ið leggur dent á tað tilfarsliga í myndini og sum fangar ljósið í framsýningarrúminum. Tá bæði hesi ljósbrigdi spæla saman við teimum bjørtu litunum skyggir allur myndaflatin á gátuføran hátt, ið tykjast innlima alt ljós og alla vætu í okkara váta landi. Serstaka ljósið ber saman við mótsagnunum millum stórt og smátt, millum veruleika og óveruleika, fram eina takksama, panteistiska kenslu, ið gevur hugasamband við alfevnda dropan hjá Karsteni Hoydal.

úr bókini ZH06

(KP)