Saturday, February 26, 2011

Skipslastir av list...


Sum heild haldi eg, at føroyingar sýna sera stóran áhuga og virðing fyri listini og at vit í ógvuliga stóran mun fegnast um okkara listafólk - og so kann tað í grundini vera líka mikið um Carl Jóhan Jensen skrivar seytjan reglur um dagin ella Tóroddur Poulsen skrivar eina. Tað kvantitativa hevur ongan relevans. Og somuleiðis verður tað góðskan, sum verður avgerandi, tá Bókmentaheiðursløn Norðurlandaráðsins verður latin í apríl og hvør veit um ikki vit tá hava ein kjans? Tað hevði verið ómetaliga stuttligt at vunnið aftur og tá hevði listafagnaðurin helst verið sannførandi einmæltur frá politikarum sum frá fjølmiðlum. Í øllum førum er tilnevnda bókin, Útsýni eitt ómetaliga gott yrkingasavn. Yrkjarin og multilistamaðurin Tóroddur Poulsen er sum kunnugt sera aktivur og vit hava her á blogginum fleiri ummæli og umrøður av hansara bókum, myndlist og fløgum. Fyri nøkrum árum síðani var Tóroddur ikki minni virkin og gav tá út yrkingarsavnið við spektakulera  heitinum "Hvat hevði Munch verið uttan Dupultkvartettina í Ebenezer?”. Eisini høvdu hann og Bjarne Werner Sørensen framsýning í Norðurlandahúsinum. Tá skrivaði eg greinina niðanfyri:


Effektiv føroysk mentanarimperialisma er neyvan komin fyri nógva aðrastaðni enn í høvdunum á ovurhugaðum studentum, sum hildu fast uppá at hava tað turra tjógvið við í taxabilinum á veg inn á Skarv. Nú býðst høvið til at uppliva sama forkunnuga rák í Norðurlandahúsinum í Havn í fantastisku meldurmyndunum hjá Tóroddi Poulsen við heitunum: “Meðan vit læra jørðina føroyskan dans” og “Tá vit hava lært jørðina føroyskan dans”.

Tað er ikki hissini virksemi, yrkjarin og myndlistamaðurin Tóroddur Poulsen fær av skafti hesa tíðina. Í Norðurlandahúsinum hanga 44 av hansara grafisku verkum og 13 onnur steinprent vóru umboðað á frálíku framsýningini, sum Grafiski Verkstaður Føroya hevði í Listahøllini á Tórshavnar Skipasmiðju. Harumframt hevur Tóroddur Poulsen eisini givið út yrkingasavn, hvørs dygd tykist javngóð udirhaldsvirðinum, sum er eyðsæð í eini bók við heitinum: “Hvat hevði Munch verið uttan Dupultkvartettina í Ebenezer?”. Eins og aðrar orðingar og yrkingar hjá Tóroddi tykjast íblástar av veruligum hendingum, bæði vanligum og meira absurdum, er orðingin í heitinum møguliga íkomin av margháttliga mentanarsamanbrestinum í Listaskálanum her fyri, tá navnframi sangbólkur brøðrasamkomunar óvæntað, men vakurt sang til upplatingina av framsýningini “Tregans blóma” við myndum hjá norska provokatørinum og sálarmálaranum Edvardi Munch; hann, ið gav útsøgn Nietzsches um deyða Guðs og einsemi menniskjans myndaligan ham t.d í myndini “Skrik”.

Fyrsta yrkingin í nýggja savninum slær eitt tilveruligt tónaslag, sum klingar gjøgnum alt savnið. Yrkingaheimurin tykist merktur av sorgblídni og næstan tunglyndi í støðum, har ivin altíð er hjástaddur, eins og lívið ofta tykist eygleitt við ávísum fjarleika úr fortíðini, ella úr sjúkrasongini gjøgnum deyðans relieff. Tað speiska og tað skemtiliga, sum eyðkennir Tórodd Poulsen, er væl umboðað, hóast tónin sum heild tykist myrkari og meir álvarsligur enn í undanfarandi søvnum. Sjúka og deyði fylla nógv, bæði hjá yrkjaraeg´num og tann hjá teimum kæru. Deyðin hevur eisini gjørt um seg í undanfarnum savnum, men á øðrvísi hátt enn í hesum, sum meira bendir á ein hug til uppgerð og til at fyrihalda seg sakliga til fyribrigdið nú “Veruleikastjórin hevur stongt dreymin”. Ein tann mest rørandi yrkingin í savninum er hon, ið er ognað deyðu systrini: “ Eg sakni teg líka nógv sum tá tú fyrstu ferð fór frá okkum / og síggi teg í skýnum sum tá vit vóru børn / forvitin og óttafull við søgum í eygunum / og lívsglaðum látri úr tínum breiða vakra munni. / Um einki skýggj er hómi eg teg halda í eini sólstrálu ella eg síggi teg falla / millum kavaflykrurnar og lendir trygt saman við teimum / og eg hoyri teg í mjørkanum har tú ansar eftir mær / tá vit enn vóru lítil..” (s.55). Eingin ivi er um, at alt hongur saman onkursvegna, spurningurin er bara um nøkur hægri meining er í tí og um nakar hægri myndugleiki ræður, tá ið samanum kemur. Yrkjaraegið trýr upp á tað ítøkiliga; skip, grótbrot, kioskir, pylsuvognar og: “á stjørnuskot og / motorsúkklur við gulum síðuvogni / eg trúgvi á følnað bløð / og eitt lítið sindur av gudi ..” (s.29). Gud gevur altso meining, men tað gera halgisiðir menniskjans ikki: “skilji ikki hví / vit skulu niður á knøini / at tyggja títt likam / og drekka títt blóð / tað kennist ikki ekta / breyðlikamið / smakkar ikki væl / (ov lítið salt?) / og blóðið er heldur ikki gott / ov lítið ella als einki alkohol...” (s.42). Fyrst og fremst verður hildið fast í ivanum, hjartavininum, sum saman við tí einfalda og banala eyðmerkir fleiri yrkingar, t.d.: “trívist so væl / har eg ikki grynni / blívi eitt sindur vátur / men hvat ger tað / tá eg aftur fyri fái / upp í nógvar skipslastir / av spraklandi yrkingum? /”. (s.9)

Bæði í myndum og yrkingum sínum sýnir Tóroddur Poulsen ein serligan ans fyri tí ljóta, sum kann vera neyðugt til tess at greiða frá tí vakra, sum yrkjarin eisini øll árini hevur torað at givið seg í holtur við. Málsliga tilvitið er samsvarandi estetiska formtilvitinum í framúrskarandi yrkingum sum t.d. “Morgun” og “Lítil Vetrarmynd”, sum er uppbygd kring Ikaros-myndevnið, ið kemur fyri í fleiri av nýggju yrkingum Tórodds, sum allar tykjast rættiliga visuellar, eins og myndirnar hinvegin eru poetiskt løddar, bæði tá tað snýr seg um heiti og úttrykk sum heild. Einki tóroddskt yrkingasavn uttan eina speiska viðmerking til ummælarar og bókmentafólk og hesa ferð fellur allur heiðurin til Kim Simonsen, sum fær heilar tvær yrkingar oman yvir seg; “Wannabe” og “Pseudsider” og sum heitini kanska geva ábending um, er hvørgin meint sum nakað heiðurskvæði: “plussiliga fekk eg hetta innfallið / at skriva tað ultimativa diktið / tað kom yvir meg eitt henrívandi eygablikk / eg sat uppi yvir kompjútarinum og leitaði eftir / onkrum interessantum begrepum og ismum / við intuitivari hensikt sum mál / og pregað av dublativari innsikt..”. Hendan seinna yrkingin er eyðvitað ein parodi uppá skriviháttin hjá Kim, sum næstan tykist órein, men bert inntil veruleikin sum ikki einaferð kollgongur fiktiónini í greinini hjá Kim Simonsen sjálvum: “At tora at siga okkurt vakurt aftur”, sum av óvissum ávum er lend í nýggjastu útgávuni av “Nordisk litteratur” bæði á donskum og enskum. Greinin skal eitast at taka saman um rák í føroyskum bókmentum, men snýr seg í staðin um okkurt ógvuliga óítøkiligt, sum møguliga gongur fyri seg í uttasta útjaðara í einum nýbroti, sum veruliga krevur ein einoygdan kikara, skalt tú fáa eyga á tað her heima.

Tað, sum undrar og sum tú leggur til merkis í sambandi við framsýningina "Súgur", er hvussu ógvuliga ymiskir teir tveir framsýnandi listamenninir eru. Ikki er tað fyrstu ferð, hesir báðir ganga saman í listarligt parlag, men ongantíð áður hevur munurin teirra millum verið so sjónskur. Fyrstu ferð eg upplivdi Tórodd Poulsen og Bjarna Werner Sørensen framsýna saman, var á forvitnisligu framsýningini “Corda Atlantica”, sum teir høvdu saman við Anker Mortensen í Rampen í Keypmannahavn. Tá tóktist leikluturin hjá Tóroddi meira fastlagdur enn nú; hann var tann visuelt hugaði Yrkjarin við stóra Y, sum framsýndi saman við tveimum myndlista(vin)monnum. Hann sýndi tá fram yrkingar og yrkingafragment, sum við spritttusj, brúnum klistribandi og einglablóði vórðu myndlistarliga tulkað. Tá var ein ávísur munur væntaður frammanundan millum yrkjara og listamenn. Og kanska er tað hetta, sum er orsøkin til, at munurin millum Tórodd og Bjarna sýnist so týðiligur í dag; at Tóroddur Poulsen á framsýningini “Súgur” í Norðurlandahúsinum stígur fram sum fullborin myndlistamaður við egnum myndlistarligum úttrykki, ið liggur fjart frá, men sum allíkavæl samskiftir merkiliga væl við myndamál Bjarna W. Sørensens eins og vit sóu tað í upprunagrafiska bókaverkinum “Villvísi”, sum báðir listamenninir gjørdu í felag í 2001 á Grafiska Verkstaði Føroya. Framsýningin er lutfalsliga stór og fevnir um tilsamans 67 verk, harav Tóroddur Poulsen eigur størra partin (44 verk).

Verk hjá Bjarna sóu vit seinast á Heystframsýningini herfyri, har hann sýndi fram bæði málningar og grafikk. Í Norðurlandahúsinum sýnir hann fram ymisk sløg av grafikki, stein- og koparprent, umframt pigmentprent, ið er eitt slag av teldugjørdum grafikki. Myndirnar eru nonfigurativar við rundum, organiskum mynstrum, sum flætta seg inn og úr hvørjum øðrum. Eingin ivi er um, at listamaðurin, sum hetta hevur gjørt, er heimilaður við hollari útbúgving og royndum. Myndirnar hava allar eitt sera snøgt, slætt, gjøgnumhugsað og professionelt úttrykk, sum tykist øvut spontanu, barnsligu, freku og í støðum ljótu og anarkistisku myndunum hjá Tóroddi Poulsen. Sum heild tykjast ógvisligu mótsetningsviðurskiftini at vera til gagns fyri myndirnar hjá báðum listamonnunum.

Tað var einaferð mitt í hálvfemsunum, at gongd kom á myndlistarligu royndir Tórodds, men í veruleikanum hevur myndlistarligi áhugin altíð ligið frammarlaga hjá honum. Meðan hann skrivar yrkingar vaksa smáar tekningar óavvitandi fram millum orðini. Smáir súkklarar ella fet ella stólar geva seg sveimandi til kennar millum orð og aðrar tekningar á pappírinum. Summi halda myndlistarliga úttrykkið hjá Tóroddi vera provokerandi, so lætt og ómakaleyst tað tykist. Til tað er at siga, at tað lætta sjálvsagt ikki er tað lættasta at fáa fram.

-Síðan eg skrivaði greinina eru fleiri bøkur, framsýningar og fløgur komnar frá Tóroddi Poulsen, sum í næstum fer at framsýna eina rúgvu av akvarellum á Sønderjyllands Kunstmuseum. Eg seti at enda inn nakrar fotomyndir, sum eg tók á framsýningini Steinsetingar í Listahøllini 2009.
(KP)