Tuesday, February 22, 2011

Til minnis um babba


Ásmundur Poulsen
(1931-2007)

Summi menniskju hava so stóran týdning, at tað næstan ikki ber til at lýsa tey nøktandi. Hetta mátti eg ásanna, tá eg í dag setti meg at skriva hesa føðingardagsheilsanina. Hon er til pápa mín, Ásmund Poulsen, sum hevði fyllt 80 ár dag, hevði hann livað. Eg havi so ómetaliga nógv at siga um hann og áni snøgt sagt ikki hvar eg skal byrja. Men kanska skal eg bara byrja við myndunum, sum høvdu so stóran týdning fyri hann og sum eisini skuldu fáa stóran týdning fyri meg. Tað er vónleyst at royna at vera objektiv í mun til myndirnar hjá pápa mínum, men eg seti nakrar inn her, sum eg sjálv meti vera góðar, umframt brot úr einum føðingardagsteksti.

Úr føðingardagsteksti, tá hann fylti 75:
"Foreldrini hjá Ásmundi vóru Thomina, f.Andreassen, og Hans Jacob Poulsen, bæði av Eiði. Tey vóru seks systkin og í dag er bara Alfred Poulsen eftir. Í 1952 giftist Ásmundur við Esther, f.Poulsen, úr Djónastovu á Eiði. tey fingu tríggjar døtur; Berghild, Halldis og Kinnu. Ásmundur Poulsen var Eiðismaður, men búði í Havn meginpartin av sínum vaksna lívi. Umframt, at hann arbeiddi sum telefonmaður á Telefonverkinum í 27 ár, byrjaði hann í 50´unum at fotografera, og hetta vant uppá seg til foto gjørdist hansara yrki. Hann fór at geva út postkort við myndum av føroyskari náttúru og síðani fór hann eisini at geva út myndabøkurnar "Føroyar í myndum" við teksti hjá Hans Thomsen. Hann tók myndir til øll hugsandi høvi í sambandi við brúdleyp, konga- og drottningavitjanir, skipsdópir, almennar vitjanir, osfr. Hansara myndir  hava verið at sæð í fleiri altjóða tíðarritum sum t.d. National Geographic og prýða somuleiðis bæði føroyskar og útlendskar bókaútgávur. Sum fotografur var Ásmundur Poulsen sjálvlærdur og ferðaðist kring oyggjarnar mangar gangir við sínum Hasselblad myndatóli. Hann hevði eitt serligt myndaeyga og ein serstakan áhuga fyri føroysku náttúruni, sum han fotograferaði gjøgnum sløk fimti ár. Umframt føroyamyndirnar, ið summi kenna frá postkortum og myndabókum gjørdi Ásmundur Poulsen eisini áhugaverdar portrettmyndir, ið sýnast meira eksperimenterandi í stílinum, har hann t.d. arbeiðir við ekspressivum ljós- og skuggaárini...".





































(KP)