Í gjár greiddu vit frá, at Hanni Bjartalíð hevur fernisering í Steinprenti fríggjadagin millum 16 og 18 og at Helena R.Heinesen fer at syngja og spæla í hesum sambandi. Nú frætta vit, at listaframsýning eisini verður beint hinumegin Skálatrøð í Sirkus í Gríms Kambansgøtu 2, sum letur upp klokkan fimm og eisini her kunnu tónar njótast aftur við myndunum.
Tað er tónaskaldið og tónleikarin Rasmus Rasmussen, sum í løtuni fyrireikar ta fyrstu framsýningina hjá sær, sum letur upp í Sirkus fríggjadagin 18. februar 2011 kl. 17.00.
Rasmus vísir fram fotomyndir, sum eru tiknar í 2011, og sum eru prentaðar á lørift. Íblásturin er heintaður frá føroyskari náttúru og norskum black-metal tónleiki frá 90'unum.
Til upplatingina fríggjadagin kl. 17 verður borðreitt við bæði kaldari og heitari vætu til góman.
Nýggjasta fløgan hjá Rasmusi, Blágrøna Ljósmyrkrið, sum kom út seint í 2009, verður at hoyra, meðan ferniseringin fer fram.
(KP)
http://listinblog.blogspot.com/2011/02/gullnam.html