Wednesday, February 2, 2011

Formaðurin í LISA talar at Gerhardi

So leyp Gerhard aftur á listafólkini


Sandoyartingmaðurin, Gerhard Lognberg, hevur í seinastuni víst Føroya fólki, hvussu einfaldur politikari, hann er. Flestir føroyingar taka ikki undir við sjónarmiðum hansara. Tað er bara tað, at nógvir føroyskir veljarar, ið hvussu so er einir 600, ið hava valt hann, eru eins einfaldir og Gerhard Lognberg.

Tað er ótrúligt, at ongin í javnaðarflokkinum talar at. Kanska eru tey troytt av at tala at hesum sokallaða politikaranum, ella tora tey ikki at svara honum aftur, tí kanska fer hann at møta upp á fundum. Óansæð, so er hann valdur á løgting fyri javnaðarflokkin, og tá ið ongin javnaðarmaður ella kona talar at, so er tað tí, at tey samtykkja.

Vit hava eina íløguskipan í Føroyum, sum veitir listafólkum tíð og frið at arbeiða og framleiða sín listaverk. Henda skipan er umleið helmingurin av samlaðu játtanini til Mentanargrunni landsins, og verður hon veitt sum starvslønir til listafólk. Hin helmingurin verður játtaður sum stuðul til mentanalig tiltøk og listaligar verkætlanir av ymiskum slagi. Nevndin í Mentanargrunni landsins metir útfra teimum umsóknum, sum koma inn, hvør umsøkjari eigur at fáa starvsløn. Eitt listafólk kann fáa starvsløn frá einum mánaði til trý ár. Mánaðarlønin er hin sama sum hjá lærarum.

Tað gleðiliga er hent, at aftur í ár hava listafólk fingið starvslønir. Í ár vóru játtaðar 2,6 milliónir krónur í starvslønum til listafólk. Eg veit ikki hvaðani Gerhard Lognberg hevur fingið talið 3,4 milliónir krónur til starvslønir frá, men hevði Gerhard gjørt sítt arbeiði nóg væl, so visti hann at siga okkum hetta sjálvur. Eg kann siga Gerhardi, at hinar 800.000 krónurnar, eru játtaðar til mentanaligar og listaligar verkætlanir og ikki til starvslønir.

Við hesum veit Gerhard nú eitt sindur um Mentanargrunn landsins, og hvussu henda íløgan er skipað.

Gerhard Lognberg heldur, at starvslønirnar til listafólk kundu verið betur brúktar onkra aðrastaðni, til dømis í fiskivinnuni, at flyta avvarandi til Danmarkar við sínum kæru sjúku ella til trygd á sjónum. Við hesum logikkinum, so kundu tær 27 milliónirnar til ítróttarhøll á Sandi verið settar í fiskivinnuna ella aðrastaðir, har tær høvdu gagnað betur, men sum flest øll vita, so er samfelagið ikki so einfalt bygt upp, at eitt heilt øki skal strikast av fíggjarætlanini, tí at ein politiskur ráksnúningur heldur seg hála nakrar atkvøður afturat til sín, við at siga, at onnur høvdu havt meira brúk fyri júst hesum pengunum. Sjálvandi eiga avvarandi at sleppa at fylgja sínum sjúku til Danmarkar, fiskivinnan eigur eisini at kunna virka innan fyri góðar karmar og sjómenninir eiga at hava eitt trygt arbeiðspláss. Orsøkin til, at vit hava politikarar í Føroyum, er fyri at skapa grundarlag fyri slíkum, ikki við at siga, at nú hava listafólkini fingið sín møguleika í samfelagnum og nú er tíð til, at onkur annar fær ein møguleika. Hetta bíbilskt politiska rákið, har høgra hond ikki veit, hvat vinstra ger, tykist at eyðkenna politisku atgerðirnar hjá Gerhardi Lognberg.

Tað er langt úti, at Gerhard Lognberg heldur tað, at ein íløga á 3,4 milliónir krónur til list og mentan hava skyldina í, at fiskivinnan ikki klárar seg. Heldur hann tað, so hevur hann ikki bara ein politiskan trupulleika, men eisini ein mennsikjaligan og vitbornan trupulleika.

Kanska Gerhard Lognberg stúrsar við, tí at eg havi nevnt játtanina til Mentanargrunn landsins fyri eina íløgu. Tað er við vilja. Í øðrum londum hava tey rokna út, hvussu nógv eitt samfelag fær burturúr hvørjari krónu, ið verður játtað til list og mentan. Ein játtað króna til list og mentan gevur 10 krónur aftur til samfelagið. Tað vil siga, at tær 3,4 milliónurnar, sum herfyri vórðu latnar listini, fara at geva samfelagnum 34 milliónir. Hetta er ikki stuðul, ið verður latin teimum, sum onki framleiða, hetta er ein íløga, har fólk skapa listaverk og skipa fyri mentanartiltøkum, ið gera Føroyar til eitt fjølbroytt og ríkari samfelag, har fólk hava annað at gera, enn bara arbeiða og sova.

Sum formaður í Listafólkasambandi Føroya, fari eg ikki at lata hetta fara aftur við borðinum, at ein politikari, ið eigur at standa fyri frælsi, javnaði og brøðralagi skal arbeiða fyri at hála livigrundarlagið undan limunum í LISA við teirri grundgeving, at onkur annar kundi brúkt játtanina. Verkamaðurin fær ikki eitt betri lív, um tú tekur starvslønarjáttanina frá listafólkunum, Gerhard Lognberg.


Oddfríður Marni Rasmussen
Formaður í Listafólkasambandi Føroya