Eftir Bárð Jákupsson
Zacharias og eg vuksu upp sum grannar undir Varða, men hann hoyrdi sum vera man til teir stóru dreingirnar, sum man ikki spældi við. Tað sum teir fingust við, vóru spennandi loyndarmál, vit smærru máttu bíða til okkara tíð kom. Zacharias má hava verið kringur og fimligur, eg minnist hann koma dundrandi á súkklu oman eftir teirri smølu og knortlutu Varðagøtu frá Albert og fram við viðarlundini, hann hevði føturnar á pedalunum, men traðkaði aftureftir, tí hann sat ikki á saðlinum, men uppi á stýrinum og vendi bakið frameftir. Stundum kveitti hann aftur um seg - tað vil siga frameftir - til tess at síggja holini í vegnum og stýra uttan um tey, hendurnar hevði hann útrættar at balansera við. Hetta sá hættisligt út og William gloppaði vindeyganum og bað hann gevast. Kanska kundi hann havt eina framtíð sum akrobatur, í øllum førum hevur hann haft ein íbornan ans fyri at finna neyva javnvág. Nú meira enn ein hálv øld er fráliðin og ríkiliga tað, vita vit, at hetta er eitt av hansara listarligu eyðkennum.
Tann fyrijáttandi gandur, ið hekk uppi við húsið hjá tí musikalska skaldinum, teknaranum og málaranum, hevði kveikt ein strong í miðlingasoninum. Vit vistu at Zacharias teknaði og málaði, og nú frættist ímillum okkum børn, at nakrar tekningar hjá honum vóru komnar við á Ólavsøkuframsýningina. Hetta hevur verið í 1951 - tá var hann bara 15 ára gamal, og vit sóu nakað stórt í hesum. Hetta man hava verið orsøkin til, at eg 7 ára gamal fór á mína fyrstu Ólavsøkuframsýning, og enn minnist eg væl hesar blýantstekningar - einar tríggjar fýra, haldi eg - keipumyndir av andlitum, trøllakendir skortar. Løgið at hugsa sær - í mínum huga hevði framsýningin hjá Listafelag Føroya, ið pápi Zacharias varðaði av - altíð verið ein sjálvsagdur táttur í Ólavsøkuhaldinum - nú hevur hon 58 ár á baki - men siðurin var jú ikki gamal tá. Fyrsta Ólavsøkuframsýningin varð hildin í 1948, onnur í 1950, síðan hevur hon verið á hvørjum ári, Zacharias er sostatt longu umboðaður í triðju framsýning og so at siga vaksin upp við Ólavsøkuframsýningini. Og her kom hann at eiga mong spor,
ganga til handa, tá ið William, Janus, Fraser, Hanus og aðrir góðir menn tóku sær av hesum fyri Listafelagið. Tá ið Listaskálin kom í 1970, var Zacharias sjálvsagdur at stíla fyri saman við Janusi Kamban. Hann er tikin úr leikum at fáa myndir at hóska saman og skipa fyri uppheinging. Men miðskeiðis í 1970árunum, um tað mundið, eg tók við eftir Janus, legði hann frá sær - segði seg hava fingið vaml av onglum og stáltræðrum - eg skilji hann væl. Nú vildi hann sleppa øllum óviðkomandi putli og savna seg um sína list.
Eg fari aftur til 1951 - Ein annar musikalskur merkismaður, ið hevði sítt pláss og spældi sín leiklut í tí hugkvæma musikalska - "williamska" umhvørvinum ið gjørdi Havnina til nakað serligt, var Verland Johansen. Eins og aðrir musikarar, ið hoyrdu til hetta univers, var hann sjálvlærdur, men hann kundi spæla upp á hvørt ljóðføri, hann fekk upp í hondina - í Gogguni spældi hann klarinett. Í Tórshavnar Musikkskúla hugtók hann við sínum vakra og fyndiga sello- og basspæli og hann endaði sum kunnugt við at smíða kirkjuorgul. Verland var sera hegnigur snikkarameistari, og til hansara fór Zacharias í snikkaralæru. Ein eldri bróðir mín var byrjaður sum lærlingur har nakað frammanundan. Onkur kann spyrja, hví eg nevni hetta, men ørindini eru at siga frá eini lítlari søgu: Á hvørjum ári plagdu øll sveinastykki at verða sýnd fram í Tórshøll um tað mundið, tá ið nýggir sveinar vórðu klaktir, og eg minnist, at vit smádreingir leitaðu okkum fram til sveinastyklkið hjá Zachariasi - eina kommodu. Tað ið vit ikki kundu síggja, men sum ein annar grannadrongur - Heri Mørkøre, ið nú er landsapotekari - visti at siga, var at Zacharias hevði verið so óheppin at pussa eitt hol í finerið, men her kom listarliga handalagið honum til hjálpar, hann gjørdi ikki vandari enn at mála ein kvist útyvir har ið holið var, og skuðimeistararnir ánaðu ikki óráð. Hugflogið var í lagi.
Vit hildu tað vera spennandi - og í mær vakti tað ein serligan ófrið - at Zacharias gjørdi av at verða listamaður. Hann fór á listaskúla, fyrst í Reykjavík, síðan í Keypmannahavn. Tá ið hann vitjaði heima í summarfrítíðini sóu vit, at hann hevði fingið sær eitt fínligt listamannafippskegg, og har hendi mangt spennandi í túninum hjá Lisu, eitt nú hugdu vit smádreingir at, meðan hann smíðaði ein skulptur burtur úr greinum úr Viðarlundini.
Poul, sonur Verland, og eg vóru javnaldrar og vit vóru altíð saman, síðan vit hittust í millumskúlanum. Ein dagin - tað hevur verið miðskeiðis í 1950árunum - bað Poul meg koma inn í stovuna at síggja ein modernaðan málning, ið Verland hevði keypt frá sínum gamla lærlingi. Hann gjørdi meg kløkkan og bilsnan - hevði ongantíð sæð nakað so pastost málað áður - ein tjúkkur óslættur hvítur flati við málingaklumpum í og nøkrum svørtum vatnrøttum strikum - eitt landslag var tað, skip í Nólsoyarfirði. Og ramman var bara flatir listar negldir uttanum. Hetta var alt nýtt og øðrvísi - og eg minnist ikki rættiliga, kanska helt eg myndina vera ræðuliga. Men hvussu er og ikki - hetta var eitt sjokk - og nú kann eg ikki lata vera við at hugsa, at júst slíkir skelkir hava stóran týdning fyri listarliga menning. Løgið, at tað mangan júst er tað óskiljandi, ein minnist, og tað gevur júst meining, at tú hevur eitt heilt lív til at grunda yvir tað, ið tú ikki "skilti". Sum frá líður gerst ein meira og meira greiður yvir, at tað at "skilja" er eitt ógvuliga ivasamt krav. Hvat kann eitt menniskja í veruleikanum "skilja"? Í nútímans frálæru verður stórur dentur lagdur á, at næmingurin skilur alt - hetta er misfatað - nú eg havi livað eitt lív vildi eg ikki verið fyri uttan alt tað, eg ikki skilti, og eg eri takksamur fyri, at eg slapp at vera einsamallur við mínum iva. Hvør ógreiddur spurningur hevur elvt til ein nýggjan, tað hevur givið lívinum innihald. Listin er ein lívslong avbjóðing.
Tíverri havi eg ikki havt høvi til at síggja hendan óskiljandi málningin aftur, nú fimti ár seinni og Zacharias fyllir sjeyti. Men Oddvør Johansen, rithøvundur og urguleikari, dóttir Verland, sigur, at Verland keypti ikki bara ein, men tveir málningar, og hin hevur hon víst mær (nú varð eg ikki tikin av fótum). Oddvør sigur seg eisini hava verið skelkað, tá ið pápi hennara kom heim við málningunum, men hann skuldi tá siga: "Bíða bara, um 25 ár fert tú at síggja nakað í hesum myndunum". Soleiðis skal tað sigast!
úr bókini ZH06