Nú heldur onkur spentur lesari kanska, at Picasso verður sýndur fram í Galerie Focus, men so er ikki. Hjá Marionnu í Focus er framsýning hjá Jónu Rasmussen at síggja í løtuni og seinni í februar verður Amariel Norðoy á skránni. Nei, orsøkin til at Picasso er í fokus er, at nógvar framsýningar vísa at áhugin er stórur fyri heimskenda listamanninum í løtuni.
Modernistiski meistarin Pablo Picasso (1881-1973) rúgvar so mikið væl upp í listini í 20.øld, at tað næstan tykist óyvirlítandi og strævið, men bara inntil tú hyggur at teimum einstøku verkunum sum altíð eru góð og áhugaverd. Listasøguliga er hann kanska serliga kendur fyri kubismuna. Hetta ómetaliga týdningarmikla listarákið, sum hann fann uppá í 1908 við myndini "Frúnnar úr Avignon", sum vit hava skrivað um her á blogginum áður. http://listinblog.blogspot.com/2010/08/frammanfyri.html
Men Picasso fann uppá nógv annað kollveltandi.
Bæði MOMA í New York og Louisiana í Humlebæk hava stóra spanska flogvitið á skránni í løtuni og av tí, at hansara verk er so mikið stórt og fjølbroytt sum tað er, at talan er um tvær sera ymiskar framsýningar. Í New York sýnir MOMA fram kollveltandi gittarasamansetingarnar, sum Picasso gjørdi frá 1912 til 1914. Hesar kvirru tulkingar av einum ljómandi leikføri vóru eitt slag av standmyndum ella assemblage, sum heimurin ongantíð áður hevði sæð.
Eitt av mongu sitatunum frá Picasso ljóðar: "Málningar verða ikki skaptir til at pynta veggir við, men sum eitt verndar- ella álopsvápn móti fíggindanum". Picasso var sosialt sinnaður og samfelagsligt áhugaður. Hann var friðarelskandi maður og teknaði eitt nú friðardúgvuna, ið prýddi steinprentið, sum var brúkt til plakat á friðarráðstevnuni í 1949.
MOMA NY Picasso: Guitars 1912–1914 inntil 6.juni 2011
Louisiana Humlebæk: Fred og frihed inntil 29.mai 2011
SMK, Kobberstiksamlingen Keypmannahavn: Picasso. Fortællinger fra Labyrinten inntil 27 februar 2011
(KP)
Al god kunst er politisk, al politisk kunst er dårlig'