Friday, February 25, 2011

Freistingar í vikuskiftinum


Damubløðini siga tað so væl; Vikuskiftið inniheldur ofta fleiri karloriur enn gerandisdagurin og tað skal tað eisini vera pláss fyri inn í millum. Á Listablogginum eru vit ikki eins syndartilvitaðar sum damubløðini og tveita okkum púra uttan ringa samvitsku út í freistinarnar í vikuskiftinum. Vit loyva okkum enntá - uttan ávaringar um tjúkk lør og einum harav fylgjandi lívi í vónleysum einsemi - at viðmæla lesarum okkara at gera tað sama.

Tí hetta vikuskiftið bjóðar uppá fínar freistingar. Serliga gleða vit okkum til ”Meðan vit bíða eftir Godot” á Tjóðpallin og til at enduruppliva framsýningina hjá Hanni Bjartalíð, sum læt upp síðsta fríggjadag í Steinprenti og sum ikki kann síggjast ov ofta, tí hon er einki minni enn fantastiskt.



Hósdagin læt Philippe Carré upp framsýningina “Smiðjan” í Smiðjuni í Lítluvík. Framsýningin er opin frá 24. februar til 1. mars, frá kl. 15 til 18. Á framsýningini eru tvær røðir av myndum. Tann eina eru prent-klipp, har myndevnini eru ymsar bygdir í Føroyum. Hesar eru eitt slag av ikonum. Tøkni í hesum myndunum er rættiliga serstakt, eitt bland av brotum av linoleumsprenti, klippi og akrylmáling á grovt lørift. Hin røðin eru støð í Havnini, har støðini eru nýtt sum ein pallseting. Myndevnini eru bygd út frá matrikulkortum og hugskotinum at vera og ganga á staðnum, ella at vera á einum stað og kensluna av tí týdningarmesta kring teg, tað sum eyðkennir staðið. Søgan hjá staðnum spælir eisini ein leiklut.Tøkni nýtt í hesi aðru røðini er eitt samanspæl millum tekning, pappírsklipp og litseting við tusj, akryl og vatnlitum.



Fríggjadagin 25. februar kl. 16 til 18 letur ein framsýning við verkum hjá Amariel Norðoy upp í Galerie Focus í Gríms Kambansgøtu 20 í Havn. Holgar Jacobsen undirheldur við gittara og sangi undir ferniseringini.

Amariel Norðoy er málari og grafikari. Hann hevur sýnt fram ymsa staðni í Europa, USA og Japan, hann er útbúgvin skipasmiðjur. Det Kongelige Danske Kunstakademi, København, 1977-83. Grafiskt skeið, Finland, 1984. Hann hevur m.a. prýtt skúlan í Porkeri, Lágargarð, Tórshavn. Samuels Kirkjuna í Keypmannahavn. Prýtt ymisk tíðarrit, bøkur og plátu- og fløguhúsar. Afturvendandi temu hjá Amarial Norðoy eru Skiftandi ljósið, Báturin og Útróðrarbørn, flestu myndirnar eru íblástur frá uppvøkstrinum, Mikladalur og Kalsoyarfjørður

Framsýningin verður opin til 10. mars, týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18 og leygardag kl. 16 til 18.



Fríggjadagin 25. februar kl. 19.00 er der orkesturdagar við Ungdómins symfoniorkestur í Norðurlandahúsið. Konsertin er úrslitið av tveimum intensum venjingardøgum við strúkaraorkestrinum hjá Tórshavnar Musikkskúla. Á skránni er: The Girl from Ipanena, Edward Elgar: Chanson de nuit, Strangers in the Night, Tchaikowski: Andante Cantabile og Tchaikowski: brot úr 6. Symfoni.
Orkestleiðsla: Berharður Wilkinson

Konsertin er uml 45 minuttir til longdar uttan steðg. Kostnaður: 50 kr. Børn upp til 12 ár og musikkskúlanæmingar: Ókeypis atgongd.




Fríggjadagin 25.feb verður konsert við fløguaktuella Robert McBirnie í Sjónleikarahúsinum.

Konsertin verður eitt samankók av tí nógva, Robert McBirnie hevur verið við til á palli ígjøgnum meira enn 50 ár, og fleiri forkunnugir gestir kunnu eisini upplivast á palli saman við honum hetta kvøldið, ið verður hildið í góðum og kendum umhvørvi í Sjónleikarhúsinum í Havn.

Eitt orkestur við fleiri av okkara fremstu tónleikarum leggur botnin undir tí nógva og fjølbroytta tónleikinum, sum verður at hoyra hetta kvøldið, umframt at gestir úr bæði Red Boys, Faroe Boys og onnur, ið hava verið á palli saman við Robert, verða at hoyra.

Teir, ið mannað »grundorkestrið«, eru Finnur Hansen (tangentar og sang), Ólavur Øster (guitar), Arnbjørn Sivertsen (guitar), Kolbein Simonsen (bass), Brandur Jacobsen (trummur), Malan Thomsen (kór) og Torkil Johannesen (kór og slagverk).

Dyrnar lata upp kl. 20.30. Konsertin byrjar kl. 21.
Atgongumerki á 200kr fáast hjá TUTL á Káta Horninum tlf. 314504.


Frumsýning verður á Gamla Meiarínum leygardagin 26. Februar. Tað er leikurin ”Meðan vit bíða eftir Godot” eftir Samuel Beckett. Leikurin har einki hendir. Tvær ferðir.

“At bíða eftir Godot.” Tey flestu hava hoyrt hugtakið nevnt, men tey eru ikki nógv sum hava lisið leikin, og enn færri sum hava sæð hann. Nú verður so møguleikin, tí 26. Februar hevur Tjóðpallurin frumsýning av absurda meistaraverkinum hjá Beckett.

Eitt kvøld við ein veg og eitt træ. Tveir menn sum bíða eftir Godot. Hvussu leingi hava teir bíðað og hvussu leingi ætla teir sær at bíða og hvørjum bíða teir eftir? Jú, Vladimir og Estragon vita tað væl: Teir bíða eftir Godot. Men hvør er Godot? Og var tað Godot hann æt? Og var tað her? Og var tað í kvøld? Vóru vit eisini her í gjár? Kom avstað. Tað kunnu vit ikki. Hví? Tí vit bíða eftir Godot. Tað passar. Hvat gera vit so?

Eingin fær nakað svar, men spurningarnir teir seta sær sjálvum og hvørjum øðrum meðan teir bíða, hava í meira enn 60 ár fingið áskoðarar at sita límaðar í stólarnar – sjálvt um so at siga einki nakrantíð hendir.

Samuel Beckett (1906-1989) var íri og skrivaði skaldsøgur, sjónleikir og yrkingar bæði á enskum og fronskum. Hann var skýrdur bæði tann síðsti modernisturin og tann fyrsti post-modernisturin, men fyrst og fremst var hann róptur faðirin at tí Abdsurdu Leiklistini, og soleiðis ein av teimum høvundum, sum hevur havt mest ávirkan á skriviháttin í tjúgundu øld.

“Waiting for Godot” var skrivaður í 1949, fyrst á fronskum, síðani umaftur á enskum. Longu í 1962 varð leikurin settur upp á føroyskum palli fyrstu ferð, í Sjónleikarhúsinum í Havn. Georg L. Samuelsen týddi, og Olivur Næss, Kári Mouritsen og Óli Kurt Hansen høvdu leiklutirnar, saman við Eyðun Johannessen, sum bæði spældi og leikstjórnaði.

Tað er eisini hesuferð, 49 ár seinni, Eyðun Johannessen sum leikstjórnar. Afturat sær hevur hann eysturríkaran Manfred Blaimauer sum er scenograf, og tekur sær av pallmynd og búnadesign. Týtt leikin úr fronskum hava Jette og Gunnar Hoydal. Árni Baldvinsson stendur fyri ljósdesigninum, meðan Jón McBirnie ger ljóðmyndina. Leikarar eru Annfinnur Heinesen, Hans Tórgarð, Bárður Persson og Hjálmar Dam.

Í 1962 skapti leikurin nærmast gølu millum mentafólk í Havn; hetta var at “oyðileggja føroyskan sjónleik” varð millum annað sagt, og eisini var tað sera illa upptikið at ein leikari kastaði sær av vatninum upp móti baktjaldinum, og onkur enntá var so ljótur í munninum at hann segði “pínadoyð” fyri opnum tjaldið! Tíðirnar eru nakað broyttar síðan tá, og hóast leikurin ikki man fara at skapa nakra slíka øsing í 2011, so er kortini talan um eitt tíðarleyst meistaraverk. Eingin sjónleikur í 20. Øld á enskum málið hevur havt líka stórt árin á leiklistina um allan heim.

Tulkingarnar av leikinum hava verið nógvar gjøgnum tíðina. Kanska er leikurin um religión, at bíða eftir Guði; ella kanska er hann ein polittiskur leikur, um teir sum bara tosa og einki gera; ella er hann um tað endaleysu ringrásina, meiningsloysi við lívinum, at bíða eftir onkrum sum ongantíð hendir.

Hetta er ein minimalistiskur leikur, ein varði innan ta absurdu leiklistina og leiklistarligu søguna sum heild. Kortini er hetta ein leikur, ið vendir sær til ein breiðan málbólk: Til tey sum vanliga ganga til sjónleik, tey sum kenna til hugtakið og tí eru forvitin, tey bókmentaliga áhugaðu, og ikki minst til tey ungu.


Og á Tvøroyri gongur mentanin eisini fyri seg, tí har bjóðar Froðbiar Sóknar Bluesorkestur til upptøkukonsert á Seglloftinum, leygarkvøldið 26. februar kl. 21.30. Tey skriva:
Komið øll og verið við til at skapa tann heilt rætta live- bluesstemningin á upptøkuni, bjóði vinum og grannum og langommum við! Og tá tit eru okkara gestir, er sjálvandi ókeypis atgongd!



Vikuskiftið er á tremur við góðum og føðsluríkum mentanarupplivingum, sum vit gleða okkum til at fáa niðurum.


(IS)