Monday, February 7, 2011

Dávur Juul Magnussen fekk gávugóðsið


Av heimasíðuni hjá Fróðskaparsetrinum frættist, at nevndin í Grunni Thorvalds Poulsen á Steinum í dag, mánadagin 7. februar, á samkomu á setursskrivstovuni handaði dugnaliga, unga tónleikaraum Dáva Juul Magnussen ársins gávugóðs.
Gávugóðsið verður givið ungum listafólki, sum hevur víst hegni og hug at útbúgva seg. Gávugóðsið fyri 2011 varð latið Dáva Juul Magnussen, tónlistamanni við hesi grundgeving:

Dávur Juul Magnussen (f. 7. nov. 1985) byrjaði at spæla trombone 12 ára gamal í 1998 sum næmingur á Føroya Musikkskúla. Hugurin stóð til saksofon, men hann valdi trombone, og tað var gott. Hann var virkin tónleikari, áðrenn hann í 2006 flutti til Skotlands at lesa tónleik á The Royal Scottish Academy of Music and Drama í Glasgow. Sum næmingur vann hann longu í 2008 fast starv sum Principal Trombone hjá The Royal Scottish National Orchestra – tjóðarorkestrið hjá skotum, kent fyri sínar upptøkur av kendum klassiskum verkum og av filmstónleiki. Hann er virkin sum tónleikari í øðrum høpum í Bretlandi, og ein solo fløguverkætlan frá hansara trombone verður fyrireikað. Hann er við í toymi í skotska tjóðarorkestrinum, ið gevur fronsku ljóðførisverksmiðjuni Courtois ráð í sambandi við sniðgeving og menning av framleiðslu av nýggjum trombonum. Hóast longu í føstum starvi ætlar hann sær kortini at gera lesturin lidnan. Dávur Juul Magnussen er ein sjáldsom blanding av einum lítillátaðum, musiskum, dugnaligum og vitugum menniskja við einari sterkari náttúruligari útstráling á palli, sum tað eisini sást av framførslu hansara á nýggjárskonsertini hjá Føroya Symfoniorkestri 2011.

Thorvald Poulsen av Steinum hevði tann 8. februar fylt 99 ár. Í nevndini fyri grunnin sita Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags, Oddfríður M. Rasmussen, formaður í Listasambandi Føroya og Jóan Pauli Joensen, rektari á Fróðskaparsetri, sum er formaður. Kelda: http://www.setur.fo/