Wednesday, February 2, 2011

Jóna Rasmussen

Jóna Rasmussen - Vónarløtur, 1999, 11x34 cm

Fríggjadagin læt upp framsýning við verkum hjá Jónu Rasmussen í Galerie Focus og leygardagin letur upp framsýning við verkum hjá Jónu Rasmussen í Listasavni Føroya. Meðan vit bíða eftir nýggju bókini, sum Eva Furseth hevur skrivað, kunnu vit her lesa tekstin um Jónu Rasmussen, sum stendur í bókini Livandi List.

Jóna Rasmussen (1946)

Myndirnar hjá Jónu Rasmussen minna meg á ein hátt um verkini hjá teimum amerikonsku abstraktu ekspressionistunum. Eg veit væl, at samanberingin ikki er sjálvsøgd. Langt er ímillum tær spontanu og mansligu skolanirnar hjá hesum villmonnunum og til friðarliga og stilla universið hjá Jónu Rasmussen. Kortini er okkurt at hóma, okkurt sum tykist at sipa til okkurt, sum hendir uttan fyri kantin á myndini, tí haldi eg fram við støði í hesi hugsanini.

Tá eg haldi, at Jóna Rasmussen leggur seg eftir tí, sum er uttan fyri rammuna á myndini, er tað tí, at myndir hennara tykjast at vera eitt brot av onkrum, ið hyggjarin má ímynda sær. Áskoðarin má gera sær eitt slag av innaru mynd av heildini. Tað er eisini tí, at ofta eru ráðandi vertikalar og horisontalar strikur í verkunum hjá Jónu Rasmussen. Ja, onkuntíð vísa sera einføldu verk hennara einans hesar beinu linjurnar, sum á ein ella annan hátt ikki steðga við kantin á verkinum, men halda á út í óendaligan heim. Tað er hendan kenslan av nøkrum óendaligum, sum eg fegin vil tvíhalda um, tá eg vági mær at samanbera Jónu Rasmussen við teir abstraktu ekspressionistarnar.

Amerikanski listamaðurin Barnett Newman, sum verður hildin at vera abstraktur ekspressionistur, hóast hann ikki málar serliga ekspressionistiskt, hevur sagt, at menniskjað heilt náttúrliga ynskir við listasløgunum at úttrykkja síni viðurskifti við tað absolutta. Og tað er tað, ið eg meini, at Jóna Rasmussen ger, tá hon er so áhugað í tí, ið er uttan fyri myndina, og í kensluni av nøkrum óendaligum.

Tað absolutta er eitt kensluborið hugtak. Hjá onkrum er tað tað sama sum Gud. Til ber at siga, at tað er okkurt ógreiniligt, upphevjað ella háfloygt. Í øllum førum okkurt, sum er til staðar uttan fyri rammuna á listaverkinum. Tað absolutta er sostatt okkurt, ið ikki ber til at avmynda, okkurt, ið dregur seg undan myndaskapinum. Og tað hevði stóra áhuga hjá teimum abstraktu ekspressionistunum, sum fegnir vildu slíta seg frá tí sansaliga veruleikanum.

Eg haldi ikki, at Jóna Rasmussen á sama hátt roynir at skáka sær undan veruleikanum, men tað tykist sum hon eins og teir abstraktu ekspressionistarnir er hugtikin av tí, sum ikki hevur fast mark, tað sum er ógreiniligt. Hon hevur sama áhuga sum teir abstraktu ekspressionistarnir fyri tí intensiteti, ið er knýttur at tí, sum er absolutt. Hóast hon tulkar tað stillari og róligari enn teir. So haldi eg, at hon eins og teir abstraktu ekspressionistarnir eisini vil lata hyggjaran sjálvan nýta síni ímyndingarevni og lata hyggjaran undrast. Tað týdningarmesta er kanska, at Jóna Rasmussen hevur sama áhuga sum teir abstraktu ekspressionistarnir fyri tí óendaliga.

Í hennara verkum er tað kortini meira tann óendaliga kvirran og tann óendaligi tómleikin, ið tykjast at vera í brennideplinum.


(IS)


Jóna Rasmussen - Eftir veturin, 1999, 91x126 cm