Wednesday, August 11, 2010

STANDMYNDIR

Eg helt meg síggja eina standmynd millum nýggju íbúðarblokkarnar
teir hava bygt, har bilarnir standa parkeraðir undir strangum eftirliti
av gomlum tjóðskaparmonnum sum gøturnar
eru uppkallaðar eftir.

Eg helt meg síggja eina standmynd har skorsteinarnir eru avtaglaðir við
antennum, har ungir dreingir spæla sær við útboraðu prutlini
teir fingu í fermingargávu, har møður óttafullar eygleiða seg sjálvar í vindeyganum
millum dovisligar gardinur.

Eg helt meg síggja eina standmynd skal eg siga tær har grasvøllirnir framman
fyri húsini vóru snøggaðir, har rabarbur og gularøtur lógu eftirá
í miklu ideologisku orrustuni, har hurðar og portur nýliga
vóru málað.

Eg helt meg síggja eina standmynd har í skýmingini, har gøtuljósini júst
vóru tendrað, har roykurin av tara og tjøru stóð ramur upp úr fyrrverandi
glaskrukkum, har luftin var fínliga málað av setandi sólini.

Jú, víst sá eg eina standmynd, eg var ørkymlaður, eg ætlaði at spyrja onkran,
ein ella annan, okkurt, eitt ella annað.

Ein maður í regnfrakka á veg úr arbeiði, men hann hevði ikki stundir
at steðga, eg fór inn um næsta portrið og ringdi á duraklokkuna,
og ringdi, men eingin svaraði.

Eg varnaðist at myrkt var undir lonini, onkur rópti á meg
úr grannahúsinum, at tey vóru burturstødd, hvat eg vildi?
og eg snúði mær á og fór tí eg vildi einki
einki soleiðis

eg vildi bert síggja eina standmynd slavrandi á grønum hongslum
í ovurmorgin.


Alexandur Kristiansen