Wednesday, February 23, 2011

Vit um vørp - Tolsemi nú!


Henda sjónvarpsvikan gav okkum ársins fyrsta part av "Fólksins rødd", sum hesa ferð snúi seg um tolsemi. Staðfest var, at tolsemi sum heild er nakað, vit hava ov lítið av og at tolsemi er fantastiska gott - bara tað altso ikki fevnir um at góðtaka muslimar í eins egna heimi, sum ein av luttkarunum fekk lagt aftrat. Men vit eru øll líka hervilig til at fordøma segði ein annar av luttakarunum og tað veit gud, at hevur hon rætt í tí. Mítt egna tolsemi hevur tað ikki ov gott.

Eitt, sum av álvara setti tolsemið í royndarstøðu hesa vikuna var ”Markleysa ríkið” - ævinleikateknirøðin fyri børn, sum hevur verið send í SVF hvørt sunnukvøld síðan Kristi føðing. Eg havi í grundini ongantíð hugt at sendingini áður, - havi kanska uttan at vita tað roynt at sloppið undan, men henda sunnudagin helt eg, at eg og sonurin skuldu síggja barnaløtuna saman, so vit tendraðu fyri Markleysa ríkinum, sum vísti seg at snúgva seg um Jesus. Sonur mín kendi væl Jesus, segði hann - tað er hann, sum er deyður. Tað hava tey fortalt honum í barnagarðinum, men annars var hansara áhugi fyri sendingini á hædd við mínum tolsemi. Hann fann so uppá okkurt at gera, meðan eg helt áfram at hyggja at druknandi grísum, monnum, ið ringdust av pínu og eygum, sum fylltist við tárum, tá Jesus talaði.

Sendingin er hvørki betri ella verri enn aðrar barnasendingar og boðskapinum er jú heldur einki galið við. Tað skaðar hvørki meg ella børnini at hoyra vísdómsorð Jesusar inn í millum. Tað, sum eg havi ilt við at skilja er, hví vit skulu plágast við hesum slagnum av turrisligari, óstuttligari og belærandi kristniundirvísing. Orsøkin er heilt vist ikki grundað av listarliga skapinum. Listarliga er Markleysa ríkið ikki bara keðiligt men fullkomiliga burutur úr vón og viti. Ússaligar, grábleikar tekningar, vánaligur dialogur og pínligar royndir uppá at vera funky sum tá trummurytmur ljóma aftur við, meðan Jesus og teir fara ríðandi á asnum um eitt fjall. Huff og puff. Tað kann ikki vera fyri at breiða út glaða boðskapin til børn - eg havi ilt við at trúgva, at serliga nógv tíma at hyggja og boðskapin kenna tey frammanundan. Sonur mín dugdi at siga "halleluja" áðrenn hann dugdi sítt egna navn og hansara gerandisdagur er fullur av øllum møguligum góðum úr bíbliuni og tað er í lagi. Tað er í lagið at hann verður stuðlaður í eini barnatrúgv og í lagið at hann lærir kristin virði, men eg undrist allíkavæl. Hvønn er tað Kringvarp Føroya roynir at gleða við tílíkum vánaliga framleiddum skrambli? Børnini? Ella kanska tey, sum ikki ynskja at síggja muslimar heima hjá teimum?

(IS)'

"Men eg veit at hatta er bert røddin hjá onkrum føroyingi, og ikki fólksins rødd, tí so var talan um allar føroyingar, og fleiri hava sagt við meg, at hatta er so ikki teirra rødd". Løgmaður við Vágaportalin 21.02.11