Saturday, February 5, 2011

Da Vinci - aftan fyri undrið


Mona Lisa

Nú um dagarnar stóð á portalinum og alla møguliga aðrastaðni, at duld boð vóru funnin í eygunum hjá Monu Lisu. Tað eru italskir granskarar, sum hava nærlisið myndina Mona Lisa við sjóneyku og hava tá lagt merki til, at Leonardo da Vinci eftir øllum at døma hevur skrivað bæði tøl og bókstavir inn í myrku eyguni á kvinnuni, hann brúkti so langa tíð um at mála. Ein av granskarunum metir, at tølini og bókstavarnir ikki síggast vanligt, men við sterkari sjóneyku er eingin ivi. Í høgra eygnasteini standa bókstavirnir L og V. Kanska ein stytting fyri Leonardo da Vinci. Í vinstra eyga er tað nakað óklárari. Har sæst ikki heilt, um tað stendur CB ella CE og L2 ella 72.

Herfyri helt ein franskur verkfrøðingur tíðindafund, tí hann helt seg hava loyst eitt av loyndarmálunum um Monu Lisu, sum Leonardo da Vinci málaði. Hesaferð vóru tað manglandi eygnavippur og eygnabrýr hjá málaðu konuni, ið vóru loyndarmálið og googlar tú Monu Lisu ella navnið á listamanninum, finnur tú hópin av øðrum løgnum og loyndarmálsdyrkandi frágreiðingum og ivasomum avdúkingum.

Mann má bara undrast um, at tørvurin á loyndarmálum er so stórur viðvíkjandi Leonardo Da Vinci. Hansara myndir tørva onga sensatión, tær eru undurverk í sær sjálvum. Leonardo Da Vinci Hann var eitt fantastiskt flogvit og eitt arbeiðsgrev við einari einastandandi framkomnari kenslu fyri tíð, bæði hansara egnu samtíð og fyri framtíðini ikki minst. Onkra hugnaløtu í myndlist í skúlanum havi eg onkuntíð víst næmingunum filmin The Da Vinci Code, sum er ein spenningsfilmur við nógvum óveruligum postulatum. Nógv uppstandilsi hevur verið av bókini, ikki minst av tí, at rithøvundurin, Dan Brown, sjálvur í bókini heldur uppá, at allir upplýsingar í bókini av listasøguligum, siðsøguligum, symbolskum slag eru faktuellir. Fert tú at kanna, finnur tú nógv ósannindi. T.d. skal Mona Lisa eitast at vera eitt anagram fyri egyptisku gudarnar fyri gróðursemi, Amon og Isis. Trupulleikin er bara, at tað ikki var Leonardo sjálvur, ið kallaði málningin Mona Lisa. Hetta heitið fekk málningurin í teirri fyrstu ævisøguni, ið varð skrivað um málaran mong ár eftir deyða hans. Har eru mong ting, ið ikki stemma, eisini í víðagitnu tulkingini av Heilagu kvøldmáltíðini. Um nú tann feminini persónurin við høgru lið Kristusar í veruleikanum er Maria Magdalena, sum Dan Brown heldur uppá og ikki Johannes apostul, sum vit hildu, hvar er Johannes so blivin av? Da Vinci hevur neyvan gloymt ein so umráðandi persón sum Johannes.

Søgan um hví portrettmyndin av Monu Lisu er so mikið kend sum hon er, er í stóran mun søgan um víðagitni ella tað at gerast víðagitin, sum eskalerar av sær sjálvum og sum helst byrjar við dyrkanini av málaranum sjálvum. Tí vit vita, at málarin hevði hesa myndina hjá sær alt lívið. Leonardo Da Vinci er sum kunnugt høvuðspersónur í endurburðartíðini. Áðrenn hetta tíðarskeiðið hevur mann ikki serliga stóran mun tosað um listafólkið sjálvt sum individ. Í staðin hava verkstaðir við meir ella minni kendum meistarum málað altartalvurnar osfr. Endurburðartíðin setir sum kunnugt menniskjað, einstaklingin í sentrum og einstaklingurin og úrmælingurin Leonardo Da Vinci var longu kendur meðan hann livdi. Samanumtikið eru verk sum Mona Lisa og Heilaga Kvøldmáltíðin framúrskarandi í sær sjálvum og hava í grundini ongan tørv á effektjagstrandi frágreiðingum. Í staðin fyri at leita eftir gátum og undrum í verkunum hjá Da Vinci, áttu vit kanska heldur fegnast um sjálvi tey undurfullu verkini, sum hann ríkaði heimin við.

(KP)