At ummæla...
Í sambandi við, at vit her á blogginum fara at viðgera ummæli, hava vit spurt okkum fyri hjá fólkum í føroyska listaumhvørvinum hvat tey halda um ummæli í Føroyum. Tey flestu, sum Listin hevur hoyrt frá, tykjast í grundini fegin um ummæli og at fólk tora at ummæla, tí tað treingja vit til. Ein av teimum svarandi leggur tó aftrat: "..tá ið ov nógv agg, rættað ímóti ávísum stovni í tíð og ótíð verður blandað uppí, kann tað virka øvugt. Eg gleðist um listabloggin og tykkara ummæli, so haldi endiliga á. Sakligari tit eru, betur riggar. Óført! Og takk fyri tað, sum tit gera...".
-Jú og sjálv túsund takk, kundu vit svarað uttan himpr, tí uttan móttakaran gav tað so púrt onga meining at ummæla. Og tó, at eg væl skilji hvat atfinningin um vantandi sakligheit snýr seg um, so er eingin broyting væntandi, hvat viðvíkur mínum egna framferðarhátti. Mær dámar sjálv so sera væl ummæli og eg lesi nógv ummæli hvønn dag, eins og eg á universitetinum á sinni skrivaði ritgerð um ummæli (eg greinaði ummælini, sum danski ummælarin, Tom Kristensen, skrivaði um bøkur hjá Karen Blixen). Ein orsøk til, at mær dámar so væl ummæli er, at sjangran í praksis er so ómetaliga rúmlig og at ummæli umframt at innihalda lýsing, meting og vanliga forbrúkaravegleiðing eisini eru tíðargreinar, ið kunnu rúma mentanarpolitiskum og mentanarstovnsligum eygleiðingum, ja í grundini eru ummæli rættiliga víttfevnandi og tað er ikki løgið, tí tey skulu helst avspegla listina og listin fevnir víða.
Brúkarin ynskir kanska undirhaldandi ummæli, ella ummæli, sum eru væl orðað, meðan listafólkini aftur og aftur tosa um saklig ummæli og kompetentar ella ókompetentar ummælarar. Samtíðarlistin er kontekstuel og tí kann tað eisini vera rættiliga víttfevnandi at fyrihalda seg sakligt til listina ella avvarðandi listaverk; tú kanst meta um mátan eitt listaverk er plaserað á eini framsýning ella um hini verkini á framsýningini ella onnur verk, sum avvarðandi listafólk hevur skapað, tú kanst meta um hini listafólkini, listabólkin og hinir listabólkarnar, listastovnin ella aðrar listastovnar, stovnsleiðslur, stovnsskrá, framsýningarætlan og -visión, mentanarpolitikk ella mentanarpolitikkloysi og so framvegis.
Tó at tað onkuntíð er óstuttligt, tá fólk halda uppat at heilsa og serliga, tá tey ringja og hótta, so ætli eg mær at halda fram í sama lag við at ummæla, tá eg havi tíð, bæði bókmentir og myndlist við vón um, at fólk í staðin fyri at gerast fornermað og taka ummæli sum tann endaliga og forkromaða dómin, heldur fata ummæli sum eitt upplegg til kjak, tí eitt ummæli kann ongantíð vera meir enn tað. Áhugin fyri mentan og list er vaksandi, ikki minst millum tey ungu. Tagnarmentanin er farin tíð og eg rokni við og síggi fram til, at fleiri ummælarar, eisini myndlistaummælarar so líðandi fara at gerast partur av føroysku miðlamyndini, kanska serliga í teimum miðlunum, sum eru á internetinum og sum tykjast gera meira burtur úr list og mentan enn hinir fjølmiðlarnir. Mess gjørdi t.d. nógv burtur úr ummælum og tað sær út sum um, at http://www.roddin.fo/ somuleiðis ger nógv burtur úr list.
Her á blogginum er listin eyðvitað okkara fremsti áhugi og undir hesum tema um listaummæli hava vit eina hugleiðing, sum ummælari á Weekendavísini, Lisbeth Bonde hevur skrivað um hví vit skriva um list og so hevur Inger Smærup Sørensen skrivað eina áhugaverda grein um ymisk sløg av mentanarumrøðu og ummælum, har hon m.a. førir fram, at støðan her heima kanska ikki er so galin innan ummælarí.
(KP)