Friday, January 7, 2011

Listavoxpopp: Sakaris Fríði Stórá




1. Hvat var tín størsta listauppliving í 2010?

Fyri meg var tað ótrúliga stórt at vera boðin við á talent leguna á Berlinale filmfestivalinum í Berlin. At práta, kjakast og læra um film 20 tímar um døgnið í eina heila viku, saman við teimum dugnaligastu filmstalentunum í heiminum, var sera gevandi.

Tað var eisini stuttligt at fáa virðisløn fyri ein stuttfilm í Reykjavík.

2. Hvat gleðir tú teg mest til at uppliva innan tína listagrein í 2011?

Eg ætli mær at gera ein stuttfilm í Føroyum í 2011, at gera film er tað mær dámar allarbest, so tað gleði eg meg sjálvandi til. Vónandi fái eg eisini brúkt ein part av árinum, til at arbeiða víðari við eini størri filmsverkætlan, ið eg eri í holt við.

Onkrir spennandi filmar koma út í 2011, og teir gleði eg meg til at síggja, Men tað sum hevði glett meg mest, var um tað eisini blivu gjørdar onkrar føroyskar framleiðslur, kanska serliga stuttfilmar og dokumentarfilmar.

3. Hvat hevði verið størsta mentanarpolitiska frambrotið, sum tú hevði viljað sæð í verki í 2011?

Fyri mítt viðkomandi, hevði tað størsta mentanarpolitiska frambrotið, verið at fingið sett ein føroyskan filmsgrunn á stovn. Eg veit ikki hvussu realistiskt tað er, at ein føroyskur filmsgrunnur verður settur á stovn í 2011. Men tað hevði verið gott um filmur sum listagrein onkusvegna hevði fingið fíggjarligan vælvilja frá tí almenna. Eg haldi, at tað eru nógv dugnalig ung filmstalent í Føroyum. Og tað er keðiligt um tey ikki fáa ein ordiligan pall at menna seg á, her heima.