1. Hvat var tín størsta listauppliving í 2010?
Tað var sera hugtakandi at uppliva Jesus Christ Superstar í Norðurlandahúsinum, men tað sum stendur uppaftur sterkari í huganum eru stóru framførslurnar á Summarfestivalinum, kanska serliga Westlife og Guðri Hansdóttir. Hugsi at ongantíð áður hevur nøkur pall- og ljóðmynd verið á so høgum støði í Føroyum.
2. Hvat gleðir tú teg mest til at uppliva innan tína listagrein í 2011?
Eitt spennandi og ríkt festivalsummar og vónandi eisini nakrar góðar føroyskar fløgur.
3. Hvat hevði verið størsta mentanarpolitiska frambrotið, sum tú hevði viljað sæð í verki í 2011?
Eg hevði vilja sæð eitt frambrot innan filmslist...