Saturday, January 8, 2011

Listavoxpopp: Katrin Ottarsdóttir




1. Hvat var tín størsta listauppliving í 2010?

Diamanda Galas og Lydia Lunch í Marmorkirkjuni í Kbh. Fantastiskt!!

2. Hvat gleðir tú teg mest til at uppliva innan tína listagrein í 2011?

At Det Danske Filmsinstitut vil stuðla míni aktuellu ætlan at gera ein spælifilm aftur í FO.

3. Hvat hevði verið størsta mentanarpolitiska frambrotið, sum tú hevði viljað sæð í verki í 2011?

At peningur var settur av til ein filmsgrunn burturav í FO. At føroyingar á jøvnum føti við hinar norðbúgvarnar kundu søkt stuðul úr norðurlendskum filmsgrunnum. Men til tað krevst at føroyingar eisini gjalda eftir førimuni til hesar grunnar.