Saturday, January 8, 2011

DetFeröscheCompagnie



Ein nýggjur sjónleikarbólkur hevur sæð dagsins ljós.

Tey, sum mynda bólkin, eru Kristina Sørensen Ougaard, Búi Dam, Sámal Blak, Jens L. Thomsen og Kjartan Hansen. Aftrat sær hava tey Árna Baldvinsson, ljósmakari, Kjartan Jespersen, ljósmann og Gunnvá Zachariasen úr bólkinum Tvazz. Bólkurin kallar seg

DetFeröscheCompagnie

Fyrsta verkætlan er farin ígongd og hevur DetFeröscheCompagnie leitað føroyskar søgur og sagnir fram úr bókum og hevur prátað við heimildarfólk við Gjógv og Funningi og fara tey nú at spinna hesa RÁVØRU til svakan sirkusleik, har eitt nú Dandadrongurin, Jóannes hin Vísi, ættargransking, falskir pengaseðlar, Kingo og manna-agn millum annað spæla stóran leiklut. Alt hetta tilfar fer niður í ein kókandi smeltipott. Kryddað verður við ljóði og misljóði, tárum og blóði, tónleiki og dansi, reinum og følskum tónum, rødd og kroppi, ljósi og myrkri. Ilt er at vita við vissu, hvat kemur úr aftur pottinum, men heilt víst verður tað eitt ekspressivt úttrykk, sum neyvan veit sín líka á føroyska pallinum.

Indberetninger fra en Rejse i Færø
er heitið á fyrsta leikinum hjá DetFeröscheCompagnie. Tey, sum kenna nakað til føroyska vísindamannin Jens Christian Svabo (1746-1824) vita helst, at hetta var heitið á stórverki, hann skrivaði í 1781-1782. Leikurin hevur, uttan at avduka ov nógv, okkurt við henda merkismann og hesa ferð í Føroyum at gera.

Listarligur verkstaður
DetFeröscheCompagnie hevur sína fyrstu almennu framførslu tann 15. Januar kl. 20 á Tjóðpallinum í Havn. Hetta verður tó ikki ein heilt vanlig framførsla, har áskoðarnir sita á sínum áskoðaraplássum og í myrkri síggja leikin, sum verður leiktur á pallinum. Heldur er hetta eitt slag av einum opnum verkstaði, har áskoðarnir sleppa at kaga aftur um og verða ein partur av listarligu tilgongdini.

Hetta slagi av leiklist kann kanska kallast performance teatur ella kanska ein interaktiv installasjón. Ella okkurt heilt annað, sum hevur sín heilt egna og serstaka dám, sín egna
”DetFeröscheCompagnie dám”.
Ætlanin við opna verkstaðnum er, at geva áskoðarunum møguleikan at kaga innum, har leiktilgongdin er í sínum hægsta ruðulleika, har alt enn kann henda og at áskoðarin við síni hjáveru gevur leikinum dám og møguliga eitt aftursvar. Hetta er tó ikki ein improviserað framførsla, men ein framførsla, sum enn er ein skitsa og har arbeitt verður víðari aftaná leiklok.

Ætlanin hjá DetFeröscheCompagnie er at taka leikin uppaftur seinni á árinum, samstundis sum arbeitt verður við at fáa leikin á festivalar uttanlanda.

Sýningar verða hesar dagar á Tjóðpallinum 15. 16. 17. 18. 19. og 20. Januar, allar sýningar kl. 20.00

Umframt almennar sýningar verða eisini skúlasýningar fyri framhaldsdeildum og miðnámsskúlum.

Atgongumerki á einans 100 kr. fáast í Kunningarstovuni í Havn ella við dyrnar á Tjóðpallinum ein tíma undan sýning.

DetFeröscheCompagnie