2010 er farið og sum tað fyrsta í nýggja árinum, geva vit listafólkunum orðið
1. Hvat var tín størsta listauppliving í 2010?
Mín stórsta listauppliving í ár var helst mín studiuferð til Prag í juni. Prag er eitt listarverk í sær sjálvum, og eg upplivdi so nógva list av alla handa slagið hvønn dag, at tað situr sum límað á nethinnuna enn. Tað, sum helst situr sterkast eftir var helst leikurin "Aspects of Alice" á "Ta Fantastika - Black Light Theatre". http://www.youtube.com/watch?v=ElMrqam-WyY&feature=player_embedded
Her heima haldi eg, at stórsta upplivingin var "Kirsuberjagarðurin" á Tjóðpallinum, eitt "fornøjilsi" fyri sansirnar og allar partar av intellektinum.
2. Hvat gleðir tú teg mest til at uppliva innan tína listagrein í 2011?
Eg veit ikki, hvat fer at henda, so ringt er at gleða seg til tað. Men um nýggjar føroyskar skaldsøgur koma út, so hevði tað frøtt meg. Og jú, sjálvandi gleði eg meg til at Føroyar skulu taka lut í bókamessuni í Frankfurt, nú Ísland hevur boðið okkum upp í part, tá tey eru heiðursgestir. Tað er stórhending fyri føroyskar bókmentir!
3. Hvat hevði verið størsta mentanarpolitiska frambrotið, sum tú hevði viljað sæð í verki í 2011?
Um Mentanargrunnur Landsins bleiv umskipaður, so at eitt slag av minstuløn til listafólk gjørdist veruleiki. Hetta hava verið tankar og samráðingar um í nøkur ár. Tað hevði verið eitt frambrot sum gjørdi mun.