Thursday, January 20, 2011

Heimsins bestu ummæli



Tað verður ofta staðfest, at hetta er eitt lítið land. Vit yppa øksl og staðfesta suffandi, at hetta og hatta duga vit helst ikki at finna útav, tí vit eru so smá. Staðfestingin vísir seg hóskandi til eitt og hvørt hugsandi høvi og eitthvørt hugsandi evni. Eisini í sambandi við ummæli verður staðfestingin javnan brúkt. Vit duga ikki at skriva og orða ummæli, tí vit kenna øll hvønn annan, siga vit og yppa øksl meðan vit suffandi síggja fyri okkum myndir av nepotismu, reyvsleikjaríi, korruptión og tí, sum verri er.

Tá staðfestingin er staðfest verða vit hugtung og ráðaleys, men tá er tað til alla lukku altíð ein vónrík sál, sum heldur uppá, at útlendingar duga at skriva ummæli, eisini um okkum. Okkum tørvar feskt blóð og óspilt eygu. Okkum tørvar onnur til at siga okkum hvussu ússalig vit eru, tá vit nú sjálvi eru og ússalig til tað.

Tað er í grundini synd at mótsiga eini vónríkari sál, men lat meg nú bara gera tað allíkavæl. Við fáum undantøkum duga útlendingar í grundini illa at skriva ummæli av føroyskari list. Útlendingar skriva vanliga okkurt eksotistiskt møsn, teirra vitan um føroyska list er minimal og fyri tey flestu tykist tað ómøguligt at koma yvir ymsar etniskar fordómar og meta um listina fyri tað hon er.

Eg skal ikki fullkomiliga vraka hugskotið um feskt blóð og óspilt eygu, tí hendinga ummæli eru góð, men bestu ummælini av føroyskari list verða ikki skrivað við støði í, at tann skrivandi er útlendingur. Tey verða tvørtur í móti skrivað við støði í, at vit eru eitt lítið land og at vit øll somul kenna hvønnannan. Tá ein føroyskur ummælari finnist at einum føroyskum listafólki er tað á ongan hátt ókeypis. Ummælarin má hugsa seg væl um og vera vísur í, at hann meinar tað hann sigur ella skrivar, áðrenn hann tveitir seg út í nakað, ið er so persónligt. Men tað, sum er mest umráðandi er, at ummælið verður skrivað út frá eini stórari vitan, ikki bert vanliga útbreiddari vitan um list, men eisini vitan um listahevd og listaheimspeki og vitan um listafólki sum persón. Persónliga vitanin er ofta ikki viðkomandi, men ikki altíð, tí onkuntíð kann hon umskapast til nakað, sum hevur týdning fyri listina og skaðilig er henda vitan ongantíð.

Omanfyristandandi er bert eitt lítið upplegg til okkara lesarar, ið nú sjálvir kunnu gera sær nakrar tankar um evnið. Tit eru vælkomin at skriva okkum viðmerkingar um hvat tit halda um ummæli í Føroyum ella sum heild. Her eru nakrar sigandi leinkjur til íblástur ella til ávaringar.

http://groveloejer.dk/sangild/wiki/index.php?title=F%C3%A6r%C3%B8sk_samtidskunst


http://www.information.dk/229664

http://www.information.dk/170365


(IS)