Sunday, January 9, 2011

Listavoxpopp: Elin Josefina Smith


1. Hvat var tín størsta listauppliving í 2010?

Størstu kunstupplivingarnar hjá mær vóru hesar í 2010: At lesa í tíðarritinum/bókini KUNSTFORUM ið dekkar alheims kunst er gott alt árið... Listin 2010 kom út og tað var super gott, eisini at hava eitt tíðarrit íð dekkar føroyskan kunst... Annars var tað í vár tá Asger Jorn savnið í Silkeborg lat upp aftur eftir nýmótansgering við keramikkinum hjá Jorn, so nú er myndlistin og keramikkin hjá honum sera væl umboðað á savninum., hettar gleðir meg... Í summar filmaði eg kirkjukonsertir í Føroyum, og tá eg kom niður aftur hevði eg separat framsýning á Galten Bibliotek, og í Århus festuge lat eg upp separat framsýning í Merkur júst tá Jens Galschiøtt fekk sínar flóttarfólkastandmyndir siglandi inn við M/S Anton, og vísti tað seg at tvær standmyndir vóru stillaðar í Merkur har eg sýndi fram og var hettar eisini gott fyri meg at uppliva.... Um heystið var eg við í eini censureraðari framsýning uppi við Rebild Bakker og vísti tað seg at ein av censorunum júst var Jens Galschiøtt.... Kann forklára at hann hevur gjørt heimskendu standmyndina "Den indre svinehund"....Í vetur havi eg filmað í Studionum hjá okkum, til tónleik, ið verður tikin upp, ið er gjørdur av Kaj Klein. Hettar arbeiðið heldur fram inntil onkuntíð í mars 2011.... Eisini havi eg filmað annan part av HoK Barokk filminum og verður hann lagdur á netið ein av komandi døgunum .. Ja, og so kom vón fyri framman at fáa at vita at stjórin á Listasavninum fer frá í maj, ikki tí hann er hann, men eg eri glað tí nú havi eg vón um at tey seta ein kvalifiseraðan stjóra á savninum....

2. Hvat gleðir tú teg mest til at uppliva innan tína listagrein í 2011?

Ja, innan mína listagrein gleði eg meg allarmest Føroya fólk vegna at vit nú vónandi í 2011 fáa ein kvalifiseraðan stjóra á Listasavni Føroya.... Privat gleði eg meg ógvuliga nógv til at hava framsýning í Smiðjuni 4. - 10. august 2010, har Kaj Klein og Henrik Jespersen skulu undirhalda hvønn dag, meðan eg framsýni, við improviseraðum tónleiki.... Og so vóni eg at Listin 2011 kemur út, og at Kunstforum eisini kemur við postinum.... Droymi at uppliva Bienaluna eisini, men kanska verður tað ikki enn...

3. Hvat hevði verið størsta mentanarpolitiska frambrotið, sum tú hevði viljað sæð í verki í 2011?

Størsta mentanarliga frambrotið eg hevði vilja sæð, hevði verið at Listasavn Føroya bleiv skipað undir Søvn Landsins og at point skulu vera til taks fyri tey íð sýna fram,,, hetta gerst við at leiðslan og censorarnir og Savnið eru góðkend sum eitt kvalifiserað Savn.... Tað eru 4 kvalifiseraði Søvn í Danmark.... Vit skulu hava eitt kvalifiserað kunstsavn í Føroyum!!!! Inger Smærup Sørensen skuldi verið nýggi stjórin, ikki tí hon er hon, men tí hon er kvalifiserað og kann leiða savnið fram á røttu kós.... Annars ynski eg tónleikarum, bókmentafólkum, filmsfólkum góðar umstøður eins og Tjóðpalli Føroya.... Hettar eru míni frambrotsynskir fyri 2011, ið eisini rúma at listin skal umboðast betri í fjølmiðlunum.... TAKK FYRI....